mikudagur 8. juni 2011síða 4
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 8. juni 2011 · Nr. 66
4
Sosialurin
Mugu
hava betri
sendarar
Randi Jacobsen
Seinastu dagarnar er
ein sendari fyri og ann
ar eftir á merktu grinda
hvalunum
tagnaður.
Mánadagin frættist bara
frá einum. Tó vantaði
Náttúrugripasavnið
at frætta frá tveimum
sendarum, sum íslend
ingar góvu savninum.
Bjarni Mikkelsen, lív
frøðingur er harmur um,
at sendararnir hildu so
stutt. Hann hevði vónað,
at teir hildu longur, tí
eftir 14 døgum høvdu
hvalirnir óivað vant seg
við at havt teir á seg.
Reinligir
Hann er næstan sann
førdur um, at hvalirnir
sjálvir og við vilja hava
beint fyri sendarunum.
Óivað hevur tað verið so,
at teir ikki hava funnið
seg í at havt slíkt fremm
andalikam á sær, og so
hava hinir hjálpt til við
at býta antennuna av.
Hetta byggir Bjarni
Mikkelsen millum ann
að á, at hvalir altíð eru
gullreinir fyri sníkar,
og hildið verður, at teir
reinsa hvør annan.
– Hetta gera onnur
súgdjór. Vit vistu ikki,
at tað var tað sama, men
líkt er til, at tað er so,
sigur Bjarni Mikkelsen.
Sjálvt um sendararnir
hildu so stutt, hevur
Náttúrugripasavnið
fingið áhugaverdar upp
lýsingar frá hvalunum,
og nú skal hyggjast
nærri at teimum.
Tvær ferðir áður hev
ur savnið sett sendarar á
hvalir, og báðu ferðirnar
fóru bólkarnir norður
um
Føroyum.
Hesin
bólkurin fór vesturum.
Halda fram
Náttúrugripasavnið
gevst ikki so við at seta
sendarar á grindahvalir.
Savnið hevur seks send
arar, klárir at seta á, liggj
andi, og í summar koma
ellivu nýggir sendarar
aftrat til landið.
– Vit kundu hugsað
okkum at merkt tvær
grindir aftrat í ár, um vit
sleppa tað, sigur Bjarni
Mikkelsen.
Hann heldur, at tey
verða noydd til næsta ár
at fáa sendarar, sum eru
gjørdir øðrvísi, soleiðis
at hvalirnir ikki fáa bitið
teir av.
Náttúrugripasavnið vónar
at fáa eina aðra lílta grind
at senda, tí lítið og einki
frættist frá hvalunum, ið
merktir vórðu 25. mai
Randi Jacobsen
Eins og tey ungu hava til
komin og gomul folk brúk
fyri at røra seg. Tað ræður
um ikki at stirna.
Nøkur eldraheim í land
inum hava tilboð til heima
búgvandi pensjonistar um
at koma til rørsluvenjingar,
og eitt av hesum heimum er
Lágargarður í Havn.
Tey eru býtt upp á tvey
lið. Hvørji átta á liðinum
koma hagar tvær ferðir um
vikuna.
Summi teirra møta so
tíðliga, at tey eta døgurða á
Lágargarði. Tey flestu koma
við hýrivogni, sum koyrir tey
til og av Lágargarði.
Men nakrar av kvinnunum
eru so mikið væl fyri, at tær
koma sjálvar við bussi.
Frálíkt
Tá ið vit vitja, hita tey upp.
Armarnar út frá kroppinum
og innaftur, og upp og niður
í stólin at sita.
– Hetta er frálíkt, og vit
verða eitt sindur móð, men
tað er gott fyri okkum, sum
ein kona tekur til.
Ein onnur kona sigur, at
hon kann prógva, hvussu
væl venjingarnar gera. Áðr
enn hon fór undir hesar venj
ingarnar, noyddust hon altíð
at biðja onnur koyra seg, tá
ið hon skuldi á osthúsið, til
handils og aðrastani, men nú
orkar hon sjálv at ganga og
eisini at fara við bussinum.
– Tað hevur so nógv at
siga at kunna fara út, tí ann
ars hevði eg bara sitið inni.
Nógv gomul fólk hava eisini
fleiri ørindi í býnum, tí tey
hava ikki heimagreiðslu.
Aftaná uppvenjingina og
ein lítlan steðg, fara tey at
royna seg á súkklum og øðr
um venjingartólum.
Hugnaløta
Tá ið venjingin er av, fáa tey
sær ein drekkamunn saman
við hinum á Lágargarði, og
so at gita gátur, hava spurn
arkapping, bovla ella spæla
boccia ella onnur spøl.
Øll eru samd um, at venj
ingin ger teimum væl.
– Man verður í so góðum
lag av hesum. Nei, vit fáa ikki
andsperru, tí vit venja bara
so nógv, sum vit orka. Hon
roynir at pøsa okkum, og
tað er jú gott, at hjartað fer
at banka. Eingin er svímað
enn.
Ein stuttur bíðilisti er til
venjingartilboðið á Lágar
garði. Áður gingu ár ímillum,
at somu fólk kundu koma til
venjingar, men síðan venj
ingin fyri pensjonistar byrj
aði í Badmintonhøllini, er
bíðilistin munandi styttur.
Onkur nevnir, at tað eisini
er gott at koma á Lágargarð
og síggja, hvussu lívið er í
einum slíkum húsi. Øll, sum
búgva á Lágargarði, eru ikki
so gomul, og har kunnu tey
møta kenningum. Gott er at
síggja, hvussu gott búfólkini
hava tað á Lágargarði, tí tann
dagur kann koma, at tey sjálv
fara hagar at búgva.
Lagið verður
so gott
Tað ger góðan mun at venja, siga pensjonistarnir, sum tvær
ferðir um vikuna eru til venjingar á Lágargarði í Havn
Tey møta trúliga til hvørja venjing, og tað ger teimum væl. Ein kona noyddist frammanundan
at biðja onnur koyra seg, tá ið hon skuldi ørindi i býin. Nú fer hon sjálv avstað
Myndir: Jens Kristian Vang
Bjarni Mikkelsen heldur, at hvalirnir
býta antennurnar av, og at hetta er
orsøkin til, at einki frættist