Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-01-28, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 28. januar 2004síða 12

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 18 - 28. januar 2004 Nøgdir HB’arar B36 miðjar høgt Tvey meistaraheitið á rað, yvirskot í rokn- skapinum og nógv á skránni til 100 ára haldið. Tað var mill- um annað tað, sum aðalfundurin hjá HB fekk at vita mána- kvøldið AÐALFUNDUR Jákup Mørk 100 ára føðingardagsbarnið í Havn, HB, hevði eins og grannarnir úr B36 sín aðalfund mánakvøldið. Heilt fitt av fólki høvdu leitað sær á fundin, og sum vera man, so bar fundurin brá av góðum huglagi. For- maðurin í felagnum, Birgir Enghamar, kundi í frá- greiðin sínari fegnast um, at HB nú hevur vunnið meistaraheitið í bestu mansdeildini tvey ár á rað, og tey flestu mundu nikka samtykkjandi, tá sagt varð, at málið sjálvandi var at endurvinna hetta á føðing- ardegnum. Stórt føðingardagshald Sjálvur føðingardagurin fekk eisini nakað av um- røðu á fundinum. Sum vera man, so fregn- aðust fleiri av limunum um, hvørji tiltøk vóru væntandi í árinum, og hóast alt enn ikki er komið í rættlag, so kundi nevndin siga frá nøkrum lutum, sum eru komin á skinnarar. Eitt nú verður ein fløga givin út tíðliga á árinum, og í summar kemur so næsta bókin við søguni um HB. Fyrra bókin, sum Jógvan Arge skrivaði, bar heitið Havnarmenn í Gundadali, og lýsti hon søguna hjá HB tey fyrstu 50 árini. Hesa seinnu bókina hevur Súni Merkistein, sum annars hevur arbeitt nógv saman við Jógvan Arge í ítróttar- partinum av Útvarpinum skrivað. Enn er heitið á henni ikki fastlagt, men tað liggur so í øllum førum fast, at tann bókin tekur saman um tíðarskeiðið tað seinnu hálvu øldina, sum felagið nú hevur á baki. Eisini hevur tað í longri tíð verið arbeitt við at fáa dyst móti onkrum heilt spennandi útlendskum liði. Enn er so einki fastlagt hes- um viðvíkjandi, men Birgir Enghamar sigur, at tað nógv bendir nú á, at HB í øllum førum fær ein dyst móti FCK tann 10. juli. Ein dystur, sum samstundis kann tæna sum upphiting til undankappingardystirnar í europeisku meistarakapp- ingini, har HB skal spæla tann 14. og 21. juli. Nevndirnar afturvaldar Á fíggjarliga økinum munnu mong í HB tey seinnu árini hava kent tað, sum um felagið hevur verið á vandakós, og eitt nú vóru fyrstu árini við løntum fót- bólti einki serlig hjá felagnum. Fyri tveimum árum síð- ani vóru boðini tó, at felag- ið var farið í holt við ávísar rationaliseringar, og skal metast eftir tølunum fyri 2003, so er nú komið á mál við hesum. Birgir Enghamar vil ikki siga í smálutum, hvussu roknskapirnir hjá móðirfel- agnum, HB, og partafel- agnum, Havnar Fótbóltur, sóu út, men sigur kortini, at talan var um tøl, sum gott og væl vóru á røttu síðuni, og tað má so eftir øllum at døma merkja eitt yvirskot. Soleiðis tóktist talan sum heild vera um ein fund, har luttakaranir vóru nøgdir um flestu viðurskiftini, og hetta mundi eisini speglast aftur í nevndarvalunum, tá hesi stóðu fyri skránni. Í nevnd- ini í móðurfelagnum var einasta útskiftingin, at Alexandur Gaard Joensen takkaði fyri seg sum tiltaks- limur. Í hansara stað varð valdur Teitur Johannesen, og sær nevndin soleiðis út. Birgir Enghamar, formað- ur, Jan F. Hansen, næstfor- maður, Niels Juel Arge, skrivari, Petur Ove Kruse Johannesen, kassameistari og Finn Ludvig. Tiltakslmir eru Sámal Hansen og Teitur Johannesen. Í partafelagnum, sum rekur besta mansliðið hjá felagnum, var eingin broyt- ing. Her er nevndin framvegis mannað við Birgiri Enghamar sum for- manni. Høhgni Mikkelsen, Øssur Sørensen og Jan Gaard Joensen eru hinir nevndarlimirnir. Steinfinn- ur Mittelstein er stjóri í partafelagnum. Árstalsfelagið úr Havn hevði aðalfund mánakvøldið, og tað tykist ikki valda nakar ivi um, at teir hvítu og svørtu fara at leggja nógv fyri í royndunum at taka gullmerkini frá grannunum AÐALFUNDUR Jákup Mørk Eitt ársúrslit upp á 354 tkr. eftir avskrivingar og eina eginogn, sum av álvara fer at tátta upp í 5 mió kr. Tað vóru bjørtu tølini, sum kassameistarin hjá B36 kundi leggja fyri aðal- fundin, tá árstalsfelagið í Havn hevði aðalfund mána- kvøldið. Tað er við tíðini vorðin at kalla fastur táttur, at árs- talsfelagið í Havnini so- leiðis leggur positivar árs- roknskapir fram, og lítið er at ivast í, at hetta var nakað, sum hóvaði einum væl mannaðum aðalfundi. Tríggir útlendingar ávegis Ítróttarliga vísti formaðurin í felagnum, Kristian á Neystabø, á, at hóast B36 í fjør vann gull í steypakapp- ingini og silvur í lands- kappingini, so vóru tað nógv, sum ikki vóru nøgd um hetta. Ikki minst tí B36 undan árinum varð mett at hava sterkasta hópin í land- inum. Men samstundis legði formaðurin dent á, at felagið ætlar sær ikki at miðja lægri enn tað sama í 2004. Sum vit áður hava skrivað her í blaðnum, so hevur felagið longu heilt fitt av tilgongd til leikara- hópin, har Jákup á Borg og Heðin á Lakjuni annars viga á tungu síðuni av frá- gongdini. Eisini hevur verið skrivað, at felagið framvegis arbeiðir við at styrkja um hópin, og hetta varð eisini staðfest á aðalfundinum. Formaðurin segði, at felagið í løtuni hevur sam- band við leikarar í Íslandi og Danmark, og talan helst verður um ein áleypara, ein miðvallara og ein málverja, sum koma afturat hópinum. Áleyparin, sum talan er um, er eftir øllum at døma ein brasiliumaður, sum annars hevur roynt seg í íslendsk- um og norskum fótbólti. Málverjin er helst Henrik Bødker úr Lyngby, soleiðis sum vit nevndu tað í sein- astu viku, meðan tað enn tykist óvist, hvør miðvallar- in skal vera. Tað ljóðar, at talan her skal vera um ein brasiliumann, sum annars hevur roynt seg hjá danska Frem, men hetta varð so ikki váttað av formanninum. Konstruktivur fundur Sum heild var niðurstøðan eftir fundin, at talan hevði verið um ein av teimum heilt konstruktivu fundun- um, og tó at fólk vóru ym- isk á máli um, hvussu ymsu viðurskiftini í felagnum skulu greiðast, so vórðu teir tríggir nevndarlimirnir, sum stóðu fyri afturvalið, einmælt afturvaldir. Ein broyting var tó í nevndini, tí Jan Nielsen, sum annars hevði eitt ár eftir av sínum skeiði, segði nevndarsessin frá sær, og í hansara stað varð Símun Midjord valdur. Nevndin skipaði seg eftir fundin við Kristian á Neystabø sum formanni. Hinir nevndarlimirnir eru Jón Johansen, næstformað- ur, Kjartan Mohr, kassa- meistari, Hannis Egholm, skrivari og Símun Midjord. Tiltakslimir eru Judith Eysturoy og Maiken Poul- sen. Tað verður framvegis Birgir Enghamar, sum stendur við stýrisvølin, nú Havnar Bóltfelag ger seg til at halda 100 ára dagin Aðalfundurin hjá B36 var aftur hesaferð ein staðfesting av, at talan her helst er um fíggjarliga sterkasta ítróttarfelagnum í landinum FCK og Todi til Føroya Ætlanir eru um at FCK skal spæla í Klaksvík og í Havnini í sam- bandi við 100 ára føðingardagarnar hjá KÍ og HB FCK VITJAN Jóannes Hansen Tað eru góðir møguleik- ar fyri, at FCK og Todi Jónsson verða partur av 100 ára føðingardags- haldunum hjá KÍ og HB. Á aðalfundinum hjá HB mánakvøldið varð hetta nevnt, uttan at tað varð farið í smálutir. Todi Jónsson, sum framvegis stríðist við at koma fyri seg aftur eftir skaðan, sum hann fekk í heyst, váttar, at hann er millummaður í at fáa sítt felag at spæla í Klaksvík og í Havnini. Men hann undirstrikar samstundis, at alt ikki er komið upp á pláss enn, og at tað er møguleiki fyri, at ætlanin ikki fer at gerast til veruleika: – Um vit verða meistar- ar ella enda næstfremst, so rokni eg við, at Før- oya ferðin gerst til veru- leika. Tað verður meiri trupult, um vit enda á triðja, fjórða ella fimta plássinum. Tá skal FCK taka lut í Toto Cup, og so fer tað neyvan at bera til at koma til Føroya, segði Todi Jónsson fyrrapartin í gjár. Todi roknaði í gjár við, at meiri nágreiniligar upplýsingar um nær vitj- anin møguliga verður fóru at vera tøkar seinni í gjár. Hann segði seg vilja leggja hetta á heima- síðuna todi.fo so skjótt, sum tað var greitt. C M Y K 22 Nr. 18 - 28. januar 2004 23 Skráseting Føroya hevur í dag skrásett niðanfyri standandi fráboðan: Skrásetingar-nr. P/F 3234, P/F Vikmar, 100 Tórshavn. Viðtøkur broyttar: 17.07.2003 Kapitalur: Hækking við kr. 100.000,00 til kr. 600.000,00 Inngjaldingarháttur: Kontant kr. 100.000,00 til kurs 100. Skráseting Føroya tann 26. janaur 2004 Kristin Balle ________________________ Frá Arbeiðara- felagnum Hæddini Eykaaðalfundur verður fríggjadagin 30.januar 2004 kl. 19.00 í felagshølunum. Skrá: Samanlegging við Arbeiðarafelagið Klettur Lógarbroyting Nevndin 23