Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-06-08, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 8. juni 2011síða 18

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 8. juni 2011 · Nr. 66 18 Sosialurin Ítróttur a-landsliðið Um brotssparkið til 1-0: Mótstøðuspælarin hevur fatur í Fróða Benjaminsen og dømir dóm­arin, so er brotsspark. Tað er ikki oftani, at vit fáa brotsspørk í slíkum støðum. Tú kanst eisini siga, at royndirnar hjá Fróða koma til sjóndar í støðuni. Sigfríður Clementsen um brotssparkið til 2-0: Her er greitt talan um brotsspark. Tað er Christian L. Holst, ið er upphavsmaður til møguleikan. Hann sendir Arnbjørn Hansen avstað í brotsteiginum, har Arnbjørn er fyrstur á og verður feldur. Hann skal detta í eini slíkari støðu og tað gjørdi hann eisini og fekk brotsspark. Aftur rutinera av okkara leikara. Sigfríður Clementsen um taktiska avrikið hjá Brian Kerr: Kemur aftur hesa ferð væl frá uppgávuni. Uppleggið hjá hon­um er áleið tað sama sum seinast, men hesa ferð sleppur hann undan at broyta tað, tí vit koma ongantíð aftur um. Liðið er eitt sindur broytt frá seinast við at Atli Danielsen kemur inn á miðvøllin, meðan Christian L. Holst tykist liggja longur frammi enn frígjjakvøldið. Estland skapar bara tríggjar møguleikar, restin er bara skot útifrá. Verjan liggur djúpt, so estar ikki sluppu aftur um verjuna og tað eydnaðist væl, fyri uttan ein feil í fyrsta minutti, tá tað mundi gingið gali. Føroyska liðið spælur seg eisini upp í seinna hálvleiki. Tað kom eisini væl við, at vit fingu mál nummar tvey, tí tað gjørdi at vit kundu spæla meiri róliga og ongin panikkur kom á menn. Atli Gregersen, Atli Danielsen og Arnbjørn Hansen, sum allir vóru nýggir í uppstillingini, komu eisini væl frá uppgávuni. Atli Gregersen ger ein feil longu í fyrsta minutti, men fyri uttan hann, so spældi hann væl. Kanska datt verjan ov langt aftur í tveimum støðum. Atli Danielsen spældi ein branddyst á miðvøllinum. Hann kemur veruliga til sín rætt, tá hann byrjar inni, í mun til dystin seinast, tá hann kom á vøllin í hálvleikinum. Í álopinum spældi Arnbjørn Hansen ein góðan dyst. Hann vísti fleiri góðar taktir og kom í fleiri góðar støður. Hann arbeiddi eisini meir enn hann ger til dagligt í álopnum og tað sást eisini, tá hann mátti skiftast út eftir ein tíma. Arnbjørn kann enn betra um kropsligu støðun hjá sær. Innskiftingin av Símun Samuelsen er væl skiljandi. Hann vil hava ferð í skjótálopinum, men eg bleiv kanska eitt sindur bilsin av, at Brian Kerr valdi at leggja hann sentralt á vøllinum. Hinvegin eri eg ikki so samdur í seinnu útskiftingini. Ikki tí Christian R. Mouritsen kemur inn, men heldur tí at hann velur at taka Christian L. Holst út. Hann er í løtuni okkara besti leikari og er sera týdningarmikil fyri liðið. Tað er sum um, at tað er blivið eitt afturvendandi tiltak, at skifta hann út tá eitt korter manglar. Samanumtikið, so spælur Brian Kerr dystin soleiðis sum hann skal spæla hann. Hesa ferð sleppur hann tó frá at skifta upplegg gjøgnum dystin, tí vit fingu málini. trondur@sosialurin.fo Sigfríður Clementsen Myndir Álvur Haraldsen