fríggjadagur 10. juni 2011síða 2
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 10. juni 2011 · Nr. 67
vikuskiftisblaðið
Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Oddagrein
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Makrelvinnan
óttast
nú
heimsins størsta verksmiðju
skip, sum sigst vera á veg í
føroyskan sjógv. Kringvarpið
veit at siga, at Lafayette, sum
heimsins størsta verksmiðj
uskip eitur, skal taka ímóti
makreli í Kollafirði, og Hanus
Hansen, sum umboðar Faroe
Pelagic í Kollafirði segði, at
um so verður, so kann tað
henda, at virkið hjá teimum
í Kollafirði letur aftur og 70
fólk missa arbeiðið.
– Vit kunnu ikki kappast,
tá kinesarar umborð á La
fayette fáa seks krónur um
tíman, segði Hanus Hansen
við Deg og Viku.
Lafayette er bygt í 1980,
tað er 229 metrar langt og er
69.131 bruttoregistertons. Til
samanberinger er Norrøna
36.000
bruttoregistertons.
400 fólk arbeiða umborð.
Marginalskatturin í Føroyum er ov
høgur, og tað forðar fyri búskapar
vøkstri og hevur við sær, at dugnalig
starvsfólk og onnur ikki vilja búseta
seg í Føroyum.
Tað sigur Føroya Arbeiðsgev
arafelag, sum mælir til, at skatta
skipanin
verður
endurskoðað.
Marginalskatturin er so høgur, at
arbeiðsgevarar hava trupult við at
fáa fólk til arbeiðis.
Bera vit saman okkara margi
nalskattatrýst við trýstið í øðrum
londum, so liggja vit – sambært FAG
– klárt á odda við at hava eitt margin
alskattatrýst sum í summum komm
unum kemur upp í 62,5 prosent.
Tað sigur seg sjálvt, at tá tíma fólk
ikki at arbeiða, um landið skal hava
tvífalt so nógv, sum tú fært sjálvur. Tí
kunnu vit bara taka undir við Føroya
Arbeiðsgevarafelag, tá mælt verður
til at broyta skattaskipanina, so vit
fáa eina skipan, sum eggjar fólki at
arbeiða heldur enn at taka hugin frá
fólki at arbeiða. FAG vísir til OECD,
sum sigur, at høgur marginalskattur
á inntøkuskatt er ein forðing fyri bú
skaparvøkstri.
Treyðugt so hevur hetta negativa
ávirkan á búskaparvøksturin við
øktum svørtum arbeiði og øktum
lønartrýsti, sum hóttir kappingarføri
hjá vinnulívinum. Men hvat er so til
ráða at taka? Pengar skulu vit hava,
og vit skulu sambært flestu politik
arum hava so nógv fleiri pengar, enn
vit hava. Tosað verður negativt um
»stuðulsbúskapin«, sum heldur før
oyska húsarhaldinum uppi við ríkis
veitingini, ið sambært tjóðveldisfólki
ongan týdning hevur, men sambært
øðrum hevur stóran týdning. Í ráum
tølum er ein milliard um árið ógvu
liga nógvir pengar – um tað so er
millum vinir ella millum fíggindar.
Men aðrar loysnir mugu til. Nú
verður nógv tosað um tilfeingisgjald,
sum skal kunna geva landskassa
num hundratals milliónir krónur.
Vit hava eisini eina kapitalvinn
ingsskattalóg, sum tykist vera gjørd
til frama fyri ávís fólk, sum hava
kunnað drenað hundratals milliónir
krónur úr vinnulívinum skattafrítt.
Dømi eru um, at ávísir menn hava
likviderað síni smápartafeløg fyri
til dømis 10 millióir krónur uttan at
gjalda skatt. Kapitalisera vit hesar
sløku fýra milliónirnar, sum áttu at
fallið til skattingar í einum, so svarar
tað helst til skattin hjá einum lærara
ella sjúkrasystir fyri eitt heilt lív.
Men lógarsmiðir okkara vilja ikki
gera lógir, sum typpa slík hol. Og teir
sum ráðgeva – teir halda heldur ikki,
at slík hol skulu typpast.
Úrslitið er líka vítt sum sítt:
Meinigi løntakarin er álitið – og høgi
marginalskatturin er tað, sum restar
í. Okkara boð er, at marginalskattur
in sjálvandi skal niður. Fáa vit øll at
rinda eftir skattalógarinnar anda,
sum man ikki standa so illa til kort
ini.
Um landið fær 62,5%, so
tímir eingin at arbeiða meira
Leygardagin klokkan 14
letur upp framsýning í
Smiðjuni í Lítluvík í Havn.
Tað eru Anelise Sand Bech,
Cecilia Vestureið og Vígdis
Sigmundsdóttir, sum sýna
fram.
Framsýningin er frá 11.
til 15. juni, og opið er allar
dagar frá klokkan 14 til
klokkan 17.
Listakvinnur í Smiðjuni
Skattatrýst undir trýst
Seinastu árini hava fleiri
vinnuvirki fingið sær hesa
dilluna við at seta sonevndar
»miðlaráðgevarar«. Tað eru
fólk – ofta fjølmiðlafólk –
sum fyri frægari løn fara frá
óhefta tíðindaflutninginum,
til hefta tíðindaflutningin.
Bankarnir eru dømi um
stovnar, sum hava fingið sær
slík fólk, og eitt beinleiðis úrs
lit av tí var, at bankarnir ikki
longur hækkaðu renturnar.
Nei, tá rentan hækkaði, æt
tað, at bankin »tillagar rent
una«, men tá rentan lækkaði,
so var rentan »lækkað«.
Onkur vildi sagt, at hetta
er at kasta torvmold í eyguni
á fólki. Men í øllum førum
talar tað fyri seg.
Men tá Eik Banki í morgun
kom út við boðskapinum um,
at bankin hækkar rentuna –
tilfeldigvís til tað sama sum
BankNordik, so er nýggja
bankaleiðslan tó so fræg, at
hon sigur sum, er »Eik Banki
hækkar rentuna«.
Rentan á sethúsalán frá
Eik Banka hækkar úr 4,75
prosentum upp í 5,1 prosent,
og rentan á bíligasta billáni
num hækkar úr 5,0 prosent
um upp í 5,25 prosent.
Rentan á nærum øllum
innlánskontum hækkar við
0,25 prosentum. Á kapital- og
lutapensjónsuppsparingum
hækkar rentan tó fyri nøkur
við 0,50 prosentum.
Hægsta
innlánsrenta
er enn á ávikavist 1 ára og
2 ára fastrentukontunum,
har til ber at fáa upp í 2,60
prosent. Setast kann inn á
fastrentukonturnar
inntil
15. juni 2011.
Eik »hækkar«rentuna...
Stórur kinesari órógvar
Mugu
ikki gloyam
Sandoynna
Levi Mørk
kjak á síðu 17
Størsta
veiðigøla
nakrantíð?
Bjarni Djurholm
kjak á síðu 17
– Vit kunnu staðfesta, at
eingin kvinna í øllum kong
aríkinum hevur teir førleik
arnar, sum skulu til fyri at
røkja eitt leiðsluembæti hjá
BankNordik, sigur Kristi
anna Winther Poulsen, for
kvinna í Javnstøðunevndini
dámar ikki.
Í grein, hon vegna Javn
støðunevndini hevur sent
bløðunum vísir hon á, at
Fíggingargrunnurin
frá
1992 eigur ein triðing av
Bank Nordik. Tað er sostatt
Føroya Landsstýri og har
við Føroya fólk, bæði kvin
nur og menn, sum er størsti
partaeigarin. Óheppið og
óhóskandi, at høvuðspart
aeigarin fær so ússaliga
umboðan í leiðsluni.
- Men vit kunnu so stað
festa, at eingin kvinna í
øllum kongaríkinum hev
ur teir førleikarnar, sum
skulu til fyri at røkja eitt
leiðsluembæti hjá bank
anum. Ella er tað tann
eftirhondini
vælkendi
blindi vinkulin, sum hevur
stungið skør og elvt til eina
ónøktandi
rekruttering,
spyr hon.
Hon vísir á, at á heima
síðuni hjá Bank Nordik kann
lesast undir yvirskriftini
»Virðir«, at bankin er og vil
vera framsøkin.
- Tilnevningin av nýggju
stjórunum bendir á, at hetta
framsókni ikki skal galda á
starvsfólkaøki Bank Nord
iks, sigur Kristianna Wint
her Poulsen, forkvinna í
Javnstøðunevndini.
Kvinnur í bankaleiðslur