Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-06-10, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 10. juni 2011síða 4

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 10. juni 2011 · Nr. 67 4 Sosialurin Randi Jacobsen Fyri fyrst ferð verða í ár mentanardagar hildnir á Eiði. Kommunan hev­ur samskipað tiltøkini. – Vit vilja fegin hjálpa til at fáa meira gongd á tað, sum fer í bygd­ ini. Sjálvt um komm­ unan er lítil, hend­ir her nógv, sigur Tom Joen­ sen, formaður í trivn­ aðarnevndini í Eiðis komm­unu. Einstaklingar, feløg og felagsskapir skipa sjálvir fyri tiltøkunum, kommunan bara sam­ skipar. Annan hvítu­sunnu­ dag letur Látrið upp, og Korn­dalsgarður, sum hev­ur framsýning, er opið. Eiðis Ljomfelag hev­ur konert í Eiðis kirkju. Niðan á Slættara­tind Klokkan 19 verður túr­ ur gjørdur niðan á Slættaratind. Túrurin byrjar av Eiðisskarði. Henda túrin kunnu øll koma við, og túrurin tekur millum hálvan triðja og tríggjar tím­ar. Týsdagin letur fram­ sýningin hjá Manntal upp á kommunu­skriv­ stovuni, og henda fram­ sýning verður heilt til leygardagin. Atelierið hjá Sigrun Niclasen verður opið alla vikuna. Mikukvøldið verður sonevnt kreativt møti í Karmel, og samstundis heldur Ann Dahl Hansen prestur fyrilestur í mið­ høll skúlans. Fyrilesturin nevnist: Hvat skapar gleði?. Fólkafundur Seinni um kvøldið skip­ ar Eiðisstova, sum er nýggja eldrahúsið í bygd­ini, fyri fólkafundi á náttúruvakra økinum í Múlavík. Har hedur Rasmus Joensen røðu. Hóskvøldið syngur Fuglafjarðar Sangkór í kirkjuni. Fríggjakvøldið hava Kular Røtur familju­ kon­sert í ítróttarhøllini, aftan­kvirra verður í Eiðis kirkju, og Ung­dóms­hús­ ið Grindin hevur eitt ungdómstiltak í Bunnis- gjógv.. L eyga r m o rg u n i n verð­ur sangløta og morg­un­breyð í Mizpa, á mid­degi sýnir sløkkiliði fram, hvat tað dugir. Tað verður eisini loppu­ marknaður henda seinna­partin. Mentanardagarnir enda við “Syngið við í EB- húsinum”. Eiðis Bóltfelag og EB/Streymur skipa fyri. Tiltøk á Eiði alla vikuna 2. hvítu­sunnu­dag byrja ment­an­ar­dag­ar­nir á Eiði Randi Jacobsen Gurli hevur altíð verið morg­unfólk. Og tað er hon framvegis. Klokkan er sjáldan átta, tá ið hon fer úr húsum sín­um yviri við Strond móti mið­ býnum. Við rollatorinum framman fyri seg fer hon á Vaglið ella oman í Vágsbotn, og skal hon til handils, fer hon altíð í FK í Dr. Jakobsensgøtu. Henni dámar best at vera í miðbýnum, men onk­ un­tíð hevur hon tó ør­indi á apotekinum, og so spák­ar hon niðan eftir R. C. Effer­ søes­gøtu. – Eg eri náttúrufólk, og mær dámar so væl at ganga, hyggja at plantum og urta­ gørðum, og tað sker meg í hjarta, tá ið eg síggi plantur verða skræddar upp. Rutan hvønn dag er ikki føst, og ofta steðgar hon á at práta, tí hon kennir nógv fólk. Astu í kioskini á Vagl­ inum prátar hon við so at siga hvønn dag. Nógv motión – Allir hesir túrarnir geva mær nógva motíón og nógva fríska luft. Einki er so gott sum frísk luft. Tað er neyðugt at røra seg, tí annars stirnar man bara. Áðrenn eg fari heimanifrá, hyggi eg tó, hvussu veðrið er, tí her er ótrúliga veðurhart. Regn ger mær einki, tí eg havi mín góða tøvda føroyska frakka. Gurli Clementsen er ein væl nøgd og glað kona. Hon flennir alla tíðina, meðan hon tosar. Hon sigur, at tað ber væl til at koma gjøgnum býin við rollatori. Gongubreytirnar eru so mikið breiðar, at rolla­ tor­urin fær verið har. – Men eitt býtt er, og tað eru steinløgdu túnini. Har er skjótt hjá gomlum fólkum at detta. Ein dagin fekk eg ein ordans túr í býnum. Tað eru einar fýra vikur síðan. Ein kona stóð og keypti fisk, og eg bíðaði eftir henni. So dátt hon á mín rollator, og eg aftaná. Hvørgin brotnaði, men vit fingu nakrar snudd­ ir. Gurli Clementsen flennir kortini at hesum tilburði og sigur, at báðar hugsaðu aftaná mest um, at tær mundu lukta illa av fiski. Eitt gott hjálpartól Hon hálovar rollatori sínum. Í níggju-tíggju ár hevur hon havt rollatur, og hon heldur, at tann núverandi er hennara níggjundi. – Summi flenna at mær og mínum rollatori, men tað leggi eg einki í, tí eg vil sleppa út at ganga hvønn dag. Tey hava boðið mær ein el-drivnan koyristól, men eg havi sagt nei takk, tí so fekk eg onga motión. Gurli heldur tað vera løgið, at tað verður skemtað við rollatorum. Tað er eingin skomm at vera illa gongd, og rollatorurin er eitt ótrúliga gott hjálpartól. – Hevði eg ikki havt mín rollator, slapp eg ongan veg og sat bara inni einsamøll. Hon er so bundin av sínum rollatori, at tá ið børnini koma eftir henni í bili, hevur hon altíð rollatorin við. Hon brúkar hann eisini inni. Maður hennara, Jógvan Clementsen, doyði í fjør. Ta seinastu tíðina lá hann á Lágargarði, og hon fór hvønn einasta dag út at vitja hann. Tær brkkurnar vóru strævnar, men tað gekk. Mánadagin hevði borgar­ stjórin í Havn móttøku fyri Robin Clementsen, sum rann ta longu leiðina suður til Gibraltar. Til ta móttøkuna var Gurli við, tí hon er mamma Robin, og hon er errin av bragdinum hjá soninum. Borgarstjórin var blíður, gav Robin stórt blómutyssi, ið sonurin læt mammuna fáa. Tá komu tey við bili eftir tær? – Nei, eg vildi heldur ganga. Koyrid landrovara Gurli flutti saman við mann­ inum til Føroya í 1964, og tey fingu seks børn. Við so nógvum børnum var ikki hugsingur um at fara út at arbeiða. Maðurin arbeiddi í Mjørka­dali, og tað hendi meira enn so, at familjan var har uppi og vitjaði. Har var deiligt, sigur Gurli. Av tí at maðurin skuldi á fjøllini fyri at koma til arbeiðis, keypti hann sær ein landrovara, sum Gurli dámdi væl at koyra. Bilurin var tó nokkso tungur at venda. Oyggjarvegurin var ikki altíð tespiligur. – Eg minnist eina ferðina, eg fór við børnum niðan, og tá ið vit vóru komin beint áðrenn Norðradalsskarð, lyfti vindurin bilin upp, men hann kom aftur niður á hjól­ ini. Børnini skríggjaðu, men eg koyrdi víðari, og vit komu vegin fram. Tað er alt farin tíð. Gurli er einsamøll heima, og tað gongur væl. Sjónvarpið er á vegginum í køkinum, og har situr hon manga løtuna. Onkur hevur nevnt við hana at fáa sær teldu. – Nei, eg havi ikki brúk fyri nakrari teldu, sigur Gurli. Er úti hvønn einasta dag Gurli Clementsen í Havn gongur langar túrar hvønn einasta dag. Regn leggur hon einki í. Bara stormur kann fáa hana at setast aftur Gurli ræðist einki veður, men Yviri við Strond er vindhart, og onkuntíð setst hon aftur, tá ið nógvur stormur er Mynd: Álvur Haraldsen