Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-06-10, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 10. juni 2011síða 6

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 10. juni 2011 · Nr. 67 6 Sosialurin Revsi­ karm­urin herdur Tað kann tykj­ast ógvu­ liga strong revsing at fáa 90 dagar inn at sita, fyri at geva einum nevan, men orsøkin skal finnast í herdum revsi­karmi Leo Poulsen Tað var tann tíð, tá hild­ið var hánt um ein ung­ling, sum ikki minst einaferð hevði verið í einum slagsmáli eitt viku­skifti, men tann tíðin er farin. Í dag verður sæð ógvuliga strangt upp á harðskap, og tá revsi­ lógin fyri stuttum varð broytt, var revsi­ karmurin fyri eitt nú harð­skap herdur. Eisini varð revsi­ karmurin fyri siða­mis­ brot herdur, serliga fyri kynsligan ágang móti børnum. Orsøkin til broyt- ing­arnar er eitt ynski um, at samfelagið skal verða eitt trygt sam­ felag at liva í, og at fólk trygt kunnu ganga úti uttan at tey alla tíðina skulu ansa sær fyri, ikki at verða álopin og sligin. Hetta er orsøkin til, at ein so strangur dóm­ ur kann sigast yvir eitt so »banalt« mál, sum at fáa ein »upp á kjaftin«. Hesin dómurin send­ir tó eitt klárt sig­ nal um, at sjálvtekt als ikki verður góðtikin, og tá serliga ikki, tá tað gongur út yvir ein, ið hevur sitið sín dóm. Leo Poulsen Tað var í jólafrítíðini í fjør, at ein ungur maður saman við øðrum var farin í býin. Nakað eftir miðnátt tann 27. desember er hann komin í Steinatún, og har ber hann eyga á ein annan ungan mann, sum honum als ikki líkar. Orsøkin er, at hesin trý ár framman undan hevði ney­ðtikið eina vinkonu hans­ ara. Komin yvir til mannin slær hann hendan hart eina ferð við knýttum neva, og so hart var slagið, at slidni maðurin fekk eina flengu undir vinstra eyga, sum mátti seymast við tveimum pent­um. So endaði hendan hend­ ingin fyri so vítt, men tveir dagar seinni møtast hes­ir báðir aftur. Hetta var í Bøkj­ arabrekku yvir av Lindini, har órættaði stendur og tosar við nakrar ungar gentur. Ákærdi kemur tá yvir til hann. Hvat síðani hendir, er ikki full semja um. Ákærdi segði, at hann bert tosaði við unga mannin og heitti á hann um at taka skuldsetingarnar aftur, mill­ um annað við teirri grund­ geving, at »tað fór at verða lættari fyri báðar partar«. At byrja við noktaði órætt­ aði, men játtaði síðani at taka skuldsetingina aftur. Teir skiltust síðani við lógvataki. Men meðan ákærdi segði alt fara fram í sátt og semju, hevði órættaði og tvey onnur vitnir aðra frágreiðing. Ikki samd um revsing Órættaði greiddi frá, at hann at byrja við ikki vildi taka skuldsetingina aftur, men av tí at hann kendi seg hóttan, og var bangin fyri at verða sligin aftur, játtaði hann at taka skuldsetingina aftur. Fyri at fáa ákærda at fara, sum hann málbar seg. Tvey onnur vitni, ávikavist 14 og 15 ár, høvdu ta uppfatan, at ákærdi virkaði hóttandi og ágangandi, og »droppar tú ikki málið, eru vit ikki kvitt«, var ein vending, ið sambært vitninum varð nýtt. Í proseduruni vísti ákærin, Linda Hesselberg á, at slagið var so mikið hart, at órættaði mátti á Skaðastovuna at verða seymaður við tveimum pentum, og bara slagið í sjálv­ um sær eigur at geva 40-50 dagar treytaleyst. Hon segði, at sjálvtekt ikki kann góðtakast, og at talan var um skerpandi umstøður, at so long tíð er liðin, síðani neyðtøkumálið var fyri, og at maðurin hevði sitið tann dómin av sær. Ein slíka hóttan kostar millum 30 og 90 dagar, og tí mælti ákærin til, at dómurin gjørdst 90 dagar treytaleys fongsulsrevsing. Verjin, Óla Jákup Kristoff­ ersen, var sjálvandi ikki samd­ur. Hann vísti á, at í for­holdi tvey (hóttan) stóð orð móti orði, og at órættaði einki nevndi um hóttan, fyrr enn ákærin minti hann á politirapportina. Hann helt heldur ikki, at vitnini vóru samd innanhýsis um, hvat veruliga var farið fram, og hann mælti tí til eina revsing á 30-40 dagar treytaðan dóm. Strangur dómur Eftir at hava hugsað seg um eina løtu, kom dómarin aftur og kunngjørdi dómin. Tað gjørdst til 90 dagar treyta­ leysa fongsulsrevsing. Í grundgevingini gav dóm­arin ákæranum rætt í tí, hon førdi fram í prose­ dur­uni. Sjálv­tekt kann ikki góð­takast, ser­liga ikki, tá málið var so gam­alt og ikki minst, at dømdi neyð­tøku­ maðurin hevði bøtt fyri sínar misgerðir. – Tá maðurin hevur sitið sín dóm, hevur hann eisini ein rætt at koma víðari við lívinum, segði dómarin. Hann metti tí forhold eitt at hava skerpandi umstøður, og somuleiðis kom tað und­ ir skerpandi umstøður, at ákærdi seinni royndi at hótta órættaða, at taka skuld­set­ ingarnar aftur. Kortini má tað metast sum ein sera hørð revsing fyri ákærurnar, serliga sæð í mun til aðrar dómar, har menn kunnu stinga hvønn annan og bert fáa eitt slag á fingrarnar fyri tað. Ákærdi og verji hansara fara nú at umhugsa, um teir skulu kæra dómin inn fyri Landsrættin. leo@sosialurin.fo 90 dagar fyri at sláa neyðtøkumann harðskapur Tað kom at kosta einum ungum manni dýrt, at hann náttina til 27. desember í fjør sló ein annan ungan mann í andlitið. Orsøkin var, at órættaði trý ár framman undan hevði neyðtikið eina vinkonu hansara Tað kostaði ógvuliga dýrt hjá einum ungum manni, at geva einum dømdum neyðtøkumanni nevan Modellmynd sjálvtekt