fríggjadagur 10. juni 2011síða 25
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
Fríggjadagur 10. juni 2011 · Nr. 67
Sosialurin
Vinnu- & bilradio á
Menn teg við
psykoterapeutiskuM
saMrøðuM
Er eitthvørt tú kundi hugsað tær at broytt, sum ørkymlar ella tyngir ?
So hevur tú her møguleikan at royna eina samrøðugongd uppá
5 ferðir 1 tíma hjá gestaltterapeutlesandi á síðsta lestrarári.
Samrøðurnar fara fram í trúnaði.
Samrøðurnar eru ætlandi at vera frá juni til septembur í ár.
Kostnaður: kr. 425,- per tíma. Skal gjaldast kontant.
Hevur hetta tin áhuga send so ein teldupost til mennteg@dipsu.dk
við stuttari lýsing av tínum evni til samrøðurnar
Anna Tórgarð
Annika Niclasen
Bessi Bjarnason
Helena Mortansdóttir
Inga Sørensen
Jens Eystein í Løðu
Jensa H. Poulsen
Jógvan Mortensen
Karina Joensen
Les meira á: www.psykoterapi.fo og www.dipsu.dk
Dansk institut for psykoterapi • Dipsu af 1985
Lærara í
forritan og tøkni
til teldustøðingaútbúgvingina
Um teldustøðingaútbúgvingina
Teldustøðingaútbúgvingin er styttri
framhaldsútbúgving, ið tekur 2½ ár.
Útbúgvingin fevnir í høvuðsheitum
um systemmenning, forritan, tøkni
og virki. Kjarnuøkini eru system
menning og forritan; tøkni og virki
eru ætlað at stuðla undir kjarnuø
kini. Umframt hetta eru seinast í
útbúgvingini sergrein, praktikk og
høvuðsuppgáva. Neyvari kunning um
útbúgvingina er á heimasíðu skúlans:
www.fh.fo.
Arbeiðsuppgávur
tínar eru m.a. at:
• undirvísa í viðkomandi læru
greinum innan forritan og tøkni
(eitt nú softwarearkitektur og
distribueraðar skipanir)
• leggja til rættis undirvísingar
gongdir, verkætlanir og próvtøkur
• leggja til rættis fakliga innihaldið
í útbúgvingini í samstarvi við
undirvísarar á útbúgvingini og
leiðslu skúlans
• luttaka í ráðlegging og verk
ætlanum á skúlanum
Vit vænta, at tú:
• hevur viðkomandi útbúgving á
kandidatstigi ella aðra hægri
útbúgving, ið gevur førleikar at
undirvísa teldustøðingum
• hevur áhuga í undirvísing
• dugir væl at samstarva og
samskifta
• vilt vera við til at menna útbúgv
ingina og skúlan
• dámar at taka við nýggjum
avbjóðingum
Tað er fyrimunur, men ikki ein treyt,
at umsøkjarin hevur royndir við
líknandi undirvísing.
Lesandi, sum eru um at vera liðug
við útbúgving sína, eru eisini vælko
min at søkja.
Vit kunnu m.a. bjóða:
• eitt fakliga mennandi undir
vísingarumhvørvi
• eftirútbúgvingarmøguleikar
• góðar arbeiðsumstøður
• ein spennandi og gevandi
gerandisdag
Setanartreytir:
Starvið er tíðaravmarkað og verður
sett eitt ár í senn. Talan er um
parttíðarstarv, setanarbrøkur verður
avtalað við tann ella tey, sum sett
verða. Starvsstaður er Handilsskúlin í
Tórshavn. Lærarar á teldustøðingaút
búgvingini verða løntir sambært
galdandi sáttmála.
Starvið verður sett skjótast til ber og
í seinasta lagi 1. august 2011, um
ikki onnur avtalað verður gjørd.
Umsóknir:
Umsóknir við avritum av viðkom
andi skjølum vera at senda Føroya
Handilsskúla, Marknagilsvegi 77,
Postsmogu 177, 110 Tórshavn.
Umsóknir skulu vera skúlanum í
hendi í seinasta lagi 14. juni 2011.
FØROYA
HANDILSSKÚLI
Marknagilsvegur 77
Postsmoga 177
110 Tórshavn
Tlf 317177
Fax 313374
www.fh.fo
Fleiri upplýsingar
um starvið kunnu fáast
við at venda sær til
Ainu L. Knudsen á
telduposti alk@hsh.fo.
Dagarnar 18. og 19. august verður
ráðstevna fyri pedagogum og
lærarum og øðrum áhugaðum um
nýggjar streymar í pedagogikkini.
Gunilla Dahlberg, heimskendur
professari í pedagogikk á
universitetinum í Stokkhólmi
og samstarvsfelagi hennara,
pedagogistan (pedagogiski
ráðgevin) Ann Åberg, sum
skrivaði bókina “Lurtandi
Pedagogikk”, ið varð umsett til
føroyskt fyri einum ári síðani,
standa fyri ráðstevnuni.
Nógv dømi verða drigin fram um
áhugavert pedagogiskt arbeiði,
pedagogiska dokumentatión
og menning av pedagogiskum
virksemi.
Ráðstevnan er eitt frálíkt høvi
til at fáa íblástur til eina nýggja
byrjan hjá teimum, sum arbeiða
við smáum børnum í vøggustovu,
barnagarði og frítíðarskúlum,
lærarum í fólkaskúlanum og
hjá teimum, sum starvast við
sosialpedagogiskum arbeiði.
Kostnaðurin fyri ráðstevnuna er
2600,- kr.
Áhugað verða biðin um at
melda seg til innan 20. juni.
Telduposturin er paulin@lss.fo
Byrja masterlestur við einum
moduli (10 ECTS) um
”Leiðbeining og myndan í
professionellum arbeiði”.
Um undirtøkan verður nóg stór,
ber til at taka 10 ECTS-stig
í pedagogiskari leiðbeining á
masterstøði. Tað er universitetið í
Stavanger, sum skipar fyri hesum.
Samskiparar eru Kari Søndenå,
professari í pedagogikk, og Pauli
nielsen, cand. ped. ped.
Treytin fyri útskriving av prógvi
fyri modulið er bachelorprógv.
Kostnaðurin fyri mastermodulið
er 13.500,- kr.
Áhugað verða biðin um at seta
seg í samband við Paula Nielsen
innan 20. juni. Telduposturin er
paulin@lss.fo
BA-ískoyti (30 ECTS) frá universitetinum í Stavanger
gevur pedagogum og lærarum altjóða bachelorprógv
Pedagogar og lærarar við
føroyskum prógvi kunnu nú fáa
ískoyti til sína “gomlu” útbúgving.
Universitetið í Stavanger bjóðar
eina tílíka ískoytisútbúgving í
Føroyum. Tað er Kari Søndenå,
professari í pedagogikk, og Pauli
Nielsen, cand. ped. ped., sum
skipa fyri sjálvari útbúgvingini.
Heitið á ískoytinum er: Etikk
og demokrati í professionellum
arbeiði, og lagt verður upp til eitt
menningararbeiði í egnari praksis
sum dømi í útbúgvingini.
Útbúgvingin byrjar við eini
ráðstevnu um nýggjar streymar í
pedagogikkini 18. og 19. august.
Gunilla Dahlberg, professari á
universitetinum í Stokkhólmi
og samstarvsfelagi hennara,
pedagogistan (pedagogiski
ráðgevin) Ann Åberg, sum
skrivaði bókina “Lurtandi
Pedagogikk”, ið kom út í
føroyskari týðing fyri einum ári
síðani, standa fyri ráðstevnuni.
Sjálv ráðstevnan er eisini fyri
lærarar, pedagogar og onnur
áhugað, sum leita eftir íblástri til
komandi árið. (Kostnaðurin fyri
sjálva ráðstevnuna er 2600,- kr.)
BA-ískoytið er umframt
ráðstevnuna skipað í tríggjar
aðrar savningar, 2-3 dagar
hvørja ferðina, við undirvísing,
samrøðum og orðaskifti um
m.a. Etikk og demokrati i
professionellum arbeiði, sum er
høvuðsevnið í BA-ískoytinum.
Ímillum savningarnar er lestur,
onkur uppgáva og fyrireiking til
næstu savning. Endað verður við
eini uppgávu, sum verður mett við
staðin/ikki staðin.
Nær ið savningarnar liggja verður
gjørt av, tá ið vit hittast í august.
Kostnaðurin fyri BA-ískoytið er
18.000,- kr., ráðstevnan íroknað.
ES: Um undirtøkan verður nóg
stór, ber til at taka 10 ECTS-stig
í pedagogiskari leiðbeining á
masterstøði samstundis sum BA-
ískoytið verður lisið. Kostnaðurin
fyri mastermodulið er 13.500,- kr.
Tey 10 masterstigini (tá ið tey eru
staðin) verða góðskrivað, tá ið
BA-ískoytið er staðið.
Áhugað verða biðin um at seta seg
í samband við Paula Nielsen innan
20. juni. Telduposturin er paulin@
lss.fo.
Ráðstevna um nýggjar streymar í pedagogikkini