fríggjadagur 10. juni 2011síða 34
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 67 · 10. juni 2011
2
VIKUSKIFTI
Framsýning
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Summarsprell var heiti á forvitnisligari
søluframsýning í Smiðjuni í Lítluvík
um vikuskiftið.
Tað vóru Laila av Reyni, Beinta K.
Mouritsen, IngaMaria V. Svínoy og
Fríðgerð í Líð, sum stóðu fyri hesi fram
sýning, ið var væl vitjað.
Tær sýndu fram heimagjørd barna
klæðir, prinsessukjólar, smúkkur, og
damu/harraklæðir.
Inga Maria V. Svínoy er sniðgevi,
hevur lisið í Italia, og Fríðgerð í Líð er
lærari í Kollafjarðar skúla.
Laila av Reyni og Beinta K. Mouritsen
starvast dagliga á Klædnadeildini á
Tekniska skúla í Tórshavn, har tær
undirvísa í klædnaframleiðslu og kon
struktión. Nevnast kann, at nýggjur
klædnaatstøðisflokkur verður tikin
inn eftir summarfrítíðina, síðsta freist
at søkja, er 20. juni.
Hetta er ikki fyrstu ferð, at hesar
kvinnur vísa fram, tað tær fáast við í
frítíðini, og neyvan síðstu ferð heldur.
Samskipið
mentanina
Redaktørur: Eyðun Klakstein
Útgevari: Sosialurin, www.sosialurin.fo
Umbróting: Sosialurin · Høvuðssniðgevi: Pætur Eyðunsson Jensen
Forsíðumynd: Guðrið Hansdóttir / Álvur Haraldsen
2 Klumma: Samskipið mentanina
2 Framsýning: Summarsprell
4 Interview: Guðrið Hansdóttir
6 Tips: Útferðir
8 90 sekund: Jacob Vestergaard
10 Til arbeiðis: Jórun Mørkøre
11 Í rangastrúpan: Ymiskt úr miðlunum
11 Umafturafturum: Høgni Djurhuus
12 Bakgrund: Keypsparadís
14 Albert Isfeldt: Á ferð í USA
18 Interview: Eyð Matras
20 Miðlamjarr: Tað siga tey á Facebook og í miðlunum
23 Tað hendir: Konsertir, tiltøk, bøkur og annað
24 Vikumyndin: Agurkur
INNIHALD
klumman
Eirikur
Lindenskov
myndir: Jens Kristian Vang
Farna vikuskiftið sýndu fýra kvinnur
fram klæði og smúkkur í Lítluvík
Summarsprell í Lítluvík
Seinasta vikuskiftið vóru nógv mentanar
tiltøk at fara til. Eitt var í Havn, Mentanar
náttin, sum er vorðin eitt sera hugnaligt og
forkunnugt tiltak, har handlar og mentanar
lív ganga hond í hond við hópin av tiltøkum
og framsýningum. Eitt sera hugnaligt tiltak.
Norðoyastevnan hevur seinastu 75 árini
»átt« vikuskiftið um mánaðarskiftið mai/
juni, og soleiðis var norðoyastevnan eisini
hildin um vikuskiftið við øllum tí, sum hartil
hoyrir, kappróðri, framsýning, kabarett og so
framvegis.
Somuleiðis varð árligi Fjarðafestivalurin
hildin um vikuskiftið, har fólk kring Kelduna
í Skálafirði skipa fyri konsertum við heims
gitnum gospelstjørnum saman við okkara
heimliga ískasti.
Alt hetta ber boð um, at nógv hendir á
mentanarøkinum, og tað er bara gott.
Men tað er kortini eitt sindur hugstoytt,
at so nógv og góð mentanartiltøk fella saman
– verða hildin um somu tíð. So nógv tiltøk
hava vit heldur ikki, at tað ikki ber til at
spjaða tey út yvir fleiri vikuskifti.
Gomlu stevnurnar hava sjálvandi sína
hevd. Eingin hevði funnið upp á at skipa
fyri einum festivali til dømis í Klaksvík á
ólavsøku. Nú vita vit væl, at siðbundnu
bygdarstevnurnar eru undir trýsti frá øðrum
tiltøkum, eitt nú festivalunum. Soleiðis
er Summarfestivalurin eitt nógv størri
mentanartiltak í Klaksvík, enn norðoya
stevnan. »Brandingin« av norðoyastevnuni
hevur heldur ikki verið nakað serlig í ár – og
mundu tað vera fleiri, sum ikki góvu sær
far um, at norðoyastevna var, fyrr enn tey
hoyrdu kappróðurin í útvarpinum leygar
dagin. Og tað er størt spell og átti at verið
gjørt betur.
Júst hví Mentanarnáttin í Havn er løgd
at vera samstundis sum norðoyastevnan, tað
vita vit ikki. Eyðsæð er, at trupult verður
at finna hóskandi fríggjakvøld seinni um
summarið, men hetta kundi eisini verið
hildið eitt sindur fyrr.
Somuleiðis ber helst til at leggja Fjarða
festivalin nær sum helst.
Men tað stutta av tí langa er, at skilabetri
var við eini yvirskipaðari ætlan – einum
»mentanarkalendara«, so øll, sum skipa
fyri mentanartiltøkum, kunnu samskipa
tað soleiðis, at flest fólk hava møguleika at
sleppa til flestu tiltøkini, og at ein stevna
sum norðoyastevnan varðveitir síni sið
bundnu rættindi.