fríggjadagur 10. juni 2011síða 36
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 67 · 10. juni 2011
4
VIKUSKIFTI
Interview
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Síðani hon var smágenta, hevur hon
droymt um at blíva songkvinna, og
nú livir hon dreymin fult út.
Guðrið Hansdóttir er aktuell við
nýggjari útgávu. Hetta er triðja fløg
an hjá henni síðan 2007, og song
kvinnan hevur enn einaferð flutt seg
tónleikaliga.
Hvat bjóðar tú fólki á
nýggju fløguni hjá tær?
– Eg bjóði fólki á eina tónlistarliga
ferð við útrykksfullum løgum og
tekstum. Hendan fløgan krevur eitt
sindur meira av lurtaranum enn
mínar undanfarnu fløgur. Man skal
líka tyggja sangirnirnar nakrar ferðir
fyrst. Eg havi flutt meg tónlistarliga
síðan síðst, og eg eri sera spent uppá
at vita, hvussu hendan fløgan verður
móttikin.
Hvussu er hendan fløgan
øðrvísi enn tær undanfarnu?
– Útrykkið er myrkari og mystiskari,
har eg havi flutt meg meira til fólka
tónleikin, sum mær dámar heilt
ótrúliga væl. Tað, sum eisini ger hesa
útgávu serliga, er, at eg blandi enskt
og føroyskt saman, og hetta hevur ikki
verið gjørt serliga nógv av fyrr. Tað er
Randi Ward, sum amerikanskur rit
høvundur, sum hevur skrivað allar
tekstirnar. Hon búði í nøkur ár í
Føroyum, og tá skrivaði hon allar
tekstirnar, sum eru sterkt inspireraðir
av føroyska veðurlagum, náttúruni
og lítla samfelagnum, vit liva í. Fyrr
havi eg havt fleiri tekstahøvundar til
somu útgávu, men nú er tað bara ein
tekstahøvundur, og hetta ger eisini,
at tað er ein reyður tráur í, og at alt
er øðiliga væl samanhangandi, líka
sum ein søga.
Hví blandar tú enskt og
føroyskt mál á fleiri sangum
– Tað var Randi Ward, sum kom við
tí hugskotinum. Hon gav mær nakrar
enskar yrkingar, har føroyskir setn
ingar vóru blandaðir uppí, og eg helt,
at tað var sera spennandi at royna tað.
Hetta gevur løgunum ein heilt serligan
stemning, og eg eri spent uppá at vita,
hvussu føroysk og útlendsk oyru fara
at taka ímóti hesum. Tað kennist heilt
natúrligt fyri meg at blanda bæði
málini saman.
Hví brúkar tú so nógva orku
og tíð upp á tónleik?
– Eg brenni fyri tónleiki og elski
tónleik, so tí fer so nógv tíð við tón
leiki. Tað er sum um, at eg havi eitt
kall, og tað er at gera og framføra
tónleik. Frá tí, eg var heilt lítil, havi
eg droymt um at gerast songkvinna,
og nú fylgi eg mínum dreymum fult
út.
Hvat gevur tónleikurin tær?
– Tónleikur gevur mær so nógv! Eg
fái eitt totalt kick, tá eg akkurát havi
skrivað eitt nýtt lag, sum eg haldi
vera gott. Eg fari heilt upp at koyra
og hugsi um og syngi lagið allatíðina.
Eisini tá man hevur spælt eina góða
konsert, er kenslan góð, og ikki minnst
tá man stendur við síni nýggju fløgu í
hondini og hugsar »Yes« I did it! Men
eisini tað at lurta eftir góðum tónleiki
hjálpir mær nógv. Um eg havi tað
ringt, so er tað altíð okkurt lag, sum
eg kann lurta eftir og gevur mær ró.
Og um eg havi tað gott, eru tað onnur
løg, sum eru deilig at lurta eftir og ger,
at man fær tað uppaftur betri.
Hvussu nógv av tær sjálvari
leggur tú í tín tónleik?
– Alt, sum eg kann. Eg geri tónleik
beint frá hjartanum, og eg haldi ikki,
eg hevði dugað at gjørt tað øðrvísi.
Eg geri einki hálvhjartað.
Nýggja útgávan hjá tær eitur
Beyond The Grey. Hvørjar
kenslur fært tú av mjørka?
– Eg fái blandaðar kenslur av mjørk
anum. Hann kann gera meg svakan,
og ofta gerist eg øðiliga troytt og havi
bara hug at sova. Men onkursvegna
er hann eisini øgiliga dragandi og
mystiskur. Tað er virkuliga lekkurt at
ganga úti í mjørkanum, tí hann er so
frískligur, men um hann liggur leingi,
fái eg ordiliga klaustrofobi!
Nær ert tú lukkulig?
– Tá eg trívist í mær sjálvari og tí,
sum eg geri.
Hvat kann gera teg kedda?
– Skeivar avgerðir.
Hvat dugir tú ikki?
– Eg dugi ikki at seyma og binda.
Hvønn persónligan eginleika
ert tú glaðast fyri at hava?
– At eg eri ógvuliga málrættað, og
veit hvat eg vil.
Hvønn persónligan eginleika
irriterast tú inn á?
– At eg eri málrættað, tí tað er eisini
strævið. Men tað, sum eg kanska
irriterist mest inn á, er, at eg ikki dugi
so væl at siga nei.
Hvat hevur yvirraskað teg mest,
síðani tú bleivst tónleikari?
– Tað er hvussu hart tað er, um man
ætlar at vinna fram, og at tað eru so
ræðuliga nógv onnur, sum gera tað
sama sum tú og royna tað sama sum
tú. Og tað allarbesta við at vera tón
leikari og framføra er, at tú sleppur
til støð, har tú ongantíð hevði farið
annars, og at man kemur at kenna
nøkur fantastisk fólk á vegnum.
Hvat droymir tú um at
náa í tínum lívi?
– Eg droymi um at kunna halda áfram
at skriva løg og framføra runt um
allan heim, og mín størsti dreymur er
at kunna gera tað, inntil eg eri 85 ár!
– Eg geri tónleik beint frá hjartanum, og eg haldi ikki, eg
hevði dugað at gjørt tað øðrvísi, sigur Guðrið Hansdóttir,
sum livir sín dreym sum songkvinna fult út. Hon droymir
um at skriva sangir, til hon verður 85 ára gomul
Eg geri einki
hálvhjartað