fríggjadagur 10. juni 2011síða 40
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 67 · 10. juni 2011
8
VIKUSKIFTI
Lá tað alla tíðina í kortunum,
at tú skuldi upp í politikk?
Nei, ikki alla tíðina, men eg havi altíð verið
áhugaður í politikki, og áhugin bara vaks, sum
árini gingu, so eg hevði ikki meira enn fingið
valrætt, tá eg byrjaði at blanda meg. So tað
er rímiliga tíðliga, at eg havi hugsað um tað.
Hvør er størsti trupulleikin
í føroyskum politikki í dag?
Tað er kanska tað generelt, at flokkarnir
virka ikki sum flokkar, floksapparatini eru ikki
nóg góð. Vit hava kanska eitt Ting av berum
einstaklingum heldur enn av flokkum.
Hvat er títt størsta
avrik í politikki higartil?
Tað er trupult at siga. Nú havi eg júst verið
í gongd við eitt áhugavert mál, har vit
hava kravt størri tjóðarrættindi til Føroya,
rættindi, sum vit eiga. So makrelmálið er
eitt av størstu avrikunum í seinastuni.
Tú eigur fitt av seyði, er tað
eitt ítriv, tú gongur høgt upp í?
Ja, tað ítrivið gangi eg ógvuliga høgt
upp í. Tað fer avstað við meginpartinum
av frítíðini, og tað er deiligt at koma til
kríatúr úti í náttúruni, tá tú hevur verið í
pulveriserandi politiska lívinum alla vikuna.
Leggur tú doyin á
at hava størsta veðrin?
Tað skal eg ikki siga meg púra frían fyri. Fyrr
ráddi tað um at hava tyngsta veðrin, meðan
tað í dag meiri ræður um at hava vakrasta
veðrin. Nú verður hugt meira at bulinum og
ullini, so tað er farið eitt sindur tan vegin.
Hevur tú onnur frítíðarítriv?
Nei, tað er seyðurin, sum fer við allari
frítíðini. Annars dámar mær væl at
vera saman við familjuni í Økrum.
Tú hevur umsitið fiskivinnumál,
men hvønn mat dámar tær betri,
fisk ella seyðaúrdráttir?
Tað er ógvuliga trupult at siga, tí í øllum
uppvøkstrinum ótu vit nógvan fisk, og
tað dámar mær ógvuliga væl. Men mær
dámar eisini sera væl alt, sum kemur
av seyði, serliga skerpikjøt og ræst
kjøt, so eg halli kanska tann vegin.
Hvønn tónleik dámar tær best?
Mær dámar væl allan góðan tónleik, so
tað er ilt at siga, er helst ein blanding av
nógvum ymiskum. Eg lurti stundum eftir
tí nýggja, sum børnini hjá mær lurta eftir,
stundum lurti eg eftir góðum country tónleiki,
so tað er ein blandingum av ymiskum.
Hvørjum ítrótti hyggur tú eftir?
Eg hyggi nokk so nógv eftir fótbólti. Eisini
tá tað kemur til ítrótt í sjónvarpinum er
tað mest fótbóltur, eg hyggi eftir. Annars
dámar mær væl um sumrarnar at hyggja eftir
kappróðri, tað hevur mín stóra áhuga eisini.
Ger tú nógv við at halda teg í form?
Nei, alt ov lítið. Men tá mann hevur eitt
frítíðarítriv, sum hevur við seyð at gera,
so fær mann nakað av kropsligari rørslu
av tí. Annað enn tað verður tað ikki til.
Verður tú framvegis í politikki um 10 ár?
Tað er ein trupul spurningur at svara, tí tað
er ikki nakað, tú avgerð sjálvur. Sum støðan
er í dag, havi eg góðan hug til tað, men
tað er til eina og hvørja tíð veljarin, sum
avgerð tað. Er lív og heilsa, og metir veljarin
meg virðiligan til tað, er væl møguligt, at
eg framvegis verið í politikki um 10 ár.
Jacob Vestergaard
Vit hava eitt Løgting
av berum einstaklingum
lagt til rættis: Leo Poulsen
Løgreglumaðurin av Økrum gjørdi eina skjóta karrieru í politikki, og hevur verið
innlendismálaráðharri, fiskimálaráðharri og uttanríkisráðharri. Tað er ikki
frítt fyri, at hann kappast um at hava besta veðrin, og sjálvt um fiskur er góður
matur, er ræst kjøt best. Og so dámar honum best fótbólt og kappróður
Savnsmynd