fríggjadagur 10. juni 2011síða 50
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 67 · 10. juni 2011
18
VIKUSKIFTI
– Eg útseti og útstilli meg sjálva nógv við bæði at skriva
og spæla leikin einsamøll. Eg stúrdi eitt sindur fyri
framførsluni, tí hetta er sárbært, sigur Eyð Matras, sum
í hesum døgum spælir einmansleikin Í Mínum Hondum
Eyð matras
bjóðar sær
sjálvari av
Sjónleikur
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Anna er søgufrøðingur og býr í Dan
mark, men er nú heima í Føroyum og
ansar mammu síni, sum er illa sjúk.
Hon fær avloysarastarv á Fróðskapar
setrinum og fer at skriva ein fyrilestur
um sambandið millum Asia og Føroya
í 18. øld. Anna hevur altíð kent seg
øðrvísi, og tá ið mamman doyr, finn
ur hon eitt bræv og eitt armband við
grønari perlu, sum fanga hana. Anna
fer at kanna, hvat hetta hevur at týða,
og loynidómar úr fortíðini verða av
dúkaðir.
Hetta er byrjanin til nýggja sjónleikin
Í Mínum Hondum, sum Eyð Matras
hevur skrivað og spælir í Spaniastovu
í Klaksvík í hesum døgum.
Anna granskar á bókasavninum og
lesur um Katrinu Joensdatter, konu
Árant Úti á Bø í Svínoy, sum var dømd
fyri hordóm, tí hon fekk tvíburar við
Niclasi Normann, einum ungum manni
av hollendska skipinum Westerbeek,
sum fór á land í Suðuroy í 1742.
Sum leikur fer, verða vit drigin mill
um fortíð og nútíð, og so líðandi verða
træðrirnir greiddir um upprunan hjá
Onnu.
Leikurin lýsir eitt tíðarskeið í
Føroya søgu, tá ið mong vóru fátæk,
undirbrotlig og innitokin. Gjøgnum
Onnu uppliva vit lívið hjá eini kvinnu
fyri tríhundrað árum síðani, hennara
stríð ímóti órættvísi og tráanina eftir
kærleika og nærleika. Lívið hjá Onnu
verður sett í perspektiv, tá ið hon sjálv
skal taka týdningarmiklar avgerðir um
sítt lív.
Leikurin Í Mínum Hondum er
íspunnin søga, men byggir á veruligar
hendingar og sagnir. Vit hoyra um
seyðatjóvin Árant Úti á Bø í Svínoy,
um manningina á hollendska skipinum
Westerbeek, sum gisti í Føroyum vet
urin 1743/44 og um skalvalopini í
Gerðum 1745 og 1765.
Spennandi søga
Sjónleikarin Eyð Matras hevur skriv-
að leikin, og hon kom á sporið av
søguni, tá ið hon arbeiddi við einum
øðrum leiki, Sjóvevur, fyri nøkrum
árum síðani.
– Tá ið eg arbeiddi við Sjóvevur,
sat eg á Bókasavninum í Klaksvík,
og onkursvegna kom eitt pappír mær
í hendi, har Freydis Poulsen hevði
skrivað um skalvalopini í Klaksvík í
1745 og 1765. Tey havi eg ofta hoyrt
um, men í skrivinum hjá Freydis læs eg
fyri fyrstu um Katrinu Joensdóttir, sum
doyr í tí fyrra skalvalopinum saman
við tvíburunum, sum hon hevði fingið
saman við Niclasi Normann, sum var
við skipinum Westerbeek, greiðir Eyð
Matras frá.
– Eg helt, at tað kundi verið áhuga
vert at farið at kanna søguna um
Katrinu nærri. Hvussu hennara lagna
var, hvussu hon mundi hava tað, og
hvat hon mundi hugsað, tá ið hon finn
ur út av, at hon er upp á vegin og veit,
hvat hon so hevur í væntu. Eg hevði
eina undarliga fyristilling um, at menn
iskju fyri 300 árum síðani høvdu ikki
tær kenslurnar, sum vit hava í dag, at
tey vóru meira innistongd, men tað
hevur verið spennandi at roynt at sett
seg inn í teirra lív og teirra tankar.
Blanda fakta og fiktion
Leikurin ferðast kring nakrar søguligar
hendingar og verulig fólk, men søgan
verður bundin saman av fiktion og
drama.
– Tað hevur verið stórt arbeiði at
granska søguna. Tað, sum er spennandi
við hesum, er, at nógv av hesum er fakta.
Men so er eisini fiktiónin í leikinum,
sum tvinnar søguna saman. Í dag havi
eg eitt sindur ilt við at skilja ímillum,
hvat er satt og hvat er fiktion í hesari
søguni. Eg blívi eitt sindur yvirraskað
av, at eg tosi við hvørt, sum um Anna
er ein veruligur persónur, so kanska
hongur søgan væl saman, sigur Eyð
Matras.
Hon hevur drúgvar royndur sum
sjónleikari, men hon hevur eisini áður
roynt at skriva leik.
– Eg eri eisini journalistur, so tað at
skriva, er ikki so langt frá mær. Hetta er
í grundini eitt sindur tilvildarligt, at eg
havi skrivað hendan leikin sjálv. Søgan
um Katrinu Joensdóttir var dragandi,
eg helt, at hon mátti skrivast, og tað
var eingin uttan eg at skriva hana, so
tað gjørdi eg bara, sigur hon.
– Tá ið vit tosa um føroyska søgu
og menniskju í søguni, so eru tað ofta
menninar, tað verður fokuserað uppá.
Men vit vita eisini, at tað hava verið
nógvar kvinnulagnur, og tað hev
ur verið áhugavert at kanna, hvussu
lagnurnar hjá kvinnuni hava útviklað
seg. Hvussu vóru tankarnir og kensl
urnar hjá kvinnunum fyri 300 árum
síðani.
Krevjandi framførsla
Í Mínum Hondum er einmansleikur, har
Eyð Matras er einsamøll á pallinum við
avmarkaðari pallseting í tveir tímar.
– Tað er ikki bara sum at siga, at
spæla ein leik av hesum slagnum, sum
eg enntá sjálv havi skrivað. Tað er
trupult at skriva ein tekst til sín sjálv
an, sum tú seinni skal læra uttanat og
spæla. Eg havi jú sitið leingi við tekst
inum og roynt at broytt hann fyri at fáa
hann at sita. Men tað hevur verið ein
stór avbjóðing og eitt stórt arbeiði so at
taka tekstin til mín og spæla hann aftur
sum leik, sigur Eyð Matras.
– Eg havi ikki valt mær lættast upp
gávuna, og eg rokni ikki við, at einhvør
hevði farið í holt við hetta. Eg útseti
og útstilli meg sjálva nógv við bæði at
skriva og spæla leikin einsamøll. Eg
stúrdi eitt sindur fyri framførsluni, tí
hetta er sárbært. Eg stilli meg sjálva
fram og spæli einsamøll ein leik, sum
varðar tveir tímar við einum steðgi.
Tíbetur hevur móttøkan verið góð,
eg veit ikki, hvussu stuttligt tað hevði
verið, um leikurin bleiv sáplaður niður,
sigur hon.
Eyð Matras hevur verið í sjáldsomu
støðuni, at hon hevur skrivað leiklut
irnar, sum hon sjálv skal spæla, og tað
er rættiliga óvanligt hjá sjónleikarum.
– Eg var til ræddarvenjing, tí eg skal
syngja í leikinum, og so sigi eg við kon
una, sum undirvísti mær, at eg skilti
ikki, hví eg skuldi syngja, tí eg havi
ongantíð hildið meg dugað serliga væl
at syngja. So sigur hon við meg »jamen,
tú hevur sjálv skrivað hetta«. Og tað
passar sjálvandi. Ótilvitað havi eg
kanska givið mær nakrar avbjóðingar,
sum eg kundi hugsað mær at tikið á
meg sum sjónleikari. Eg bæði syngi,
havi langar dramatiskar monologar og
spæli okkurt meira skemtiligt í hesum
leikinum. So tað ber til at siga, at eg
sleppi at liva mínar sum sjónleikari út í
hesum leikinum, sigur Eyð Matras.
Leikurin Í Mínum Hondum kann
síggjast í Spaniastovu í Klaksvík
fríggjakvøldið og leygarkvøldið kl. 19.00
og sunnudagin kl. 16.00.