fríggjadagur 10. juni 2011síða 55
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 67 · 10. juni 2011
23
VIKUSKIFTI
Tað hendir ...
lagt til rættis: Eyðun Klakstein
Karneval á Eystanstevnu
Vanliga skrúðgongan á Eystanstevnu hevur í nøkur ár verið skipað sum karnevalur, tá
stevnan hevur verið sett. Karnevalurin hevur verið mannaður av ítróttarfólki - og tað
má sigast at hava verið ein stór succes við fleiri hundraðtals luttakandi hvørt ár. Men
nú bjóða fyrireikarunum øllum, sum hava hug, at fylgjast við ítróttarfólk fyri at fáa ein
enn størri skrúðgongu. Evnið í ár er lond, so fólk kunnu vísa litir hjá øllum heimsins
londum.
Karneval á Eystanstevnu
Runavík
Fríggjakvøldið 10/6 kl. 18.00
FM avbjóðarar
bresta saman
Eftir ein steðg í fremstu mansdeildini í fótbólti
orsaka av landsdystum, verður aftur spælt í
Vodafonedeildini um vikuskiftið. Allir fimm dystirnir
í hesum umfarinum verða spældir leygardagin. Tvey
av feløgunum, sum bjóða av í toppinum, spæla
ímóti hvørjum øðrum leygarkvøldið. Á Eystanstevnu
verður dystur millum NSÍ og EB/Streym, sum royna
at hanga í B36 og Víkingi í toppinum.
NSÍ-EB/Streymur
Vodafonedeildin
Leygarkvøldið 11/6 kl. 19.00
Søgan um
Sprogøe
Í eina hálva øld var Ove Sprogøe ein av best
umtóktu sjónleikarunum í Danmark, og vit
kenna hann øll í leiklutinum sum Egon í
Olsen-bandanum. Ove Sprogøe vardi sítt
privatlív væl, men nú hevur Jacob Wendt
Jensen skrivað eina umfatandi og neyva
ævisøgu um Ove Sprogøe. Hann hevur tosað
90 fólk, sum kendu kenda sjónleikaran, og
úrslitið er ein væl skrivað og dokumeterað
ævisøga.
Jacob Wendt Jensen
Ove Sprogøe
People’s Press
Seinasti møguleiki
at síggja Edward
Seinastu vikurnar hevur listamaðurin Edward Fuglø
havt framsýning í Listaskálanum í Havn. Nú er
framsýningin ber opin nakrar fáar dagar afturat, og
hevur tú ikki enn sæð spennandi framsýningina, so
er at seta tíð av hetta vikuskiftið.
Edward Fuglø: Merry-Go-Round
Listaskálin í Havn
Fram til 13/6
Bonnie og Clyde
Niðurgongdstíðir eru í USA, og tveir rótleysir ungdómar fara á ferð í USA. Tey skuldu gerast
víðagitin, Bonnie & Clyde, tí teirra svar til trupulleikarnar var ræna bankar. Tey endaðu sum
mest eftirlýstu brotsfólk í USA, og løgreglan jagstrar tey ígjøgnum USA. Hetta er klassiski
filmurin um Bonnie & Clyde, har Faye Dynaway og Warren Beatty spæla høvuðsleiklutirnar.
Bonnie & Clyde
Klassiskur filmur
DR1 leygarkvøldið 11/6 kl. 22.50
Paul skal heim
Í 60 ár hevur Paul, sum er komin úr rúmdini
til jørðina, hildið til á eini loyniligari
hernaðarstøð. Men mitt í tí heila rýmir hann
av støðini og finnur saman við tveimum
science fiction nørdum. Teir leggja eina
ætlan, so at Paul kann sleppa aftur til sítt
rúmdarskip, men tað verður ikki uttan stríð
við myndugleikarnar.
Paul
Biograffilmur
Frá hósdegnum 9/6