mikudagur 15. juni 2011síða 2
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 15. juni 2011 · Nr. 68
mikudagsblaðið
Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Oddagrein
Í morgin, 16. juni, eru 25 ár
liðin, síðani Erlendur Paturs
son, fyrrverandi formaður
Tjóðveldisfloksins doyði 72
ára gamal. Erlendur Paturs
son var tingmaður til tað
síðsta, hann doyði brádliga
hendan dagin. Hann var
fyrstu ferð valdur á ting fyri
Tjóðveldisflokkin í Sandoyar
valdømi í 1954. Afturvaldur í
1958 og í 1962, men fall í 1966,
tá Fólkaflokkurin við Demm
usi Hentze vann sessin frá
Tjóðveldisflokkinum.
Erlendur Patursson varð
afturvaldur í 1970 í Suður
streymoyar
valdømi
við
methøgum
atkvøðutali
–
oman fyri 800 – og sat á tingi
til hann doyði. Erlendur var
úr Kirkjubø, sonur Jóannes
Patursson og Guðny. Hann
tók studentsprógv í Íslandi
í 1933. Hann tók 1. part av
búfrøðislestri í Oslo og full
fíggjað cand. polit prógv í
Danmark í 1942.
Heimafturkomin til Før
oya eftir stríðslok var hann
fíggjarligi ráðgevi løgtings
ins 1946-1947, eitt skifti fisk
imaður og í 1953 varð hann
valdur til formann í Føroya
Fiskimannafelag. Hann var
við til at stovnseta Tjóð
veldisflokkin og gjørdist í
apríl 1949 blaðstjóri á mál
gagni floksins 14. September.
Hann var landsstýrismaður
í
sjálvstýrislandsstýrinum
1963-1966 og føroyskur fólk
atingsmaður 1973-1977. Tá
Erlendur Patursson doyði,
tók Hans Jacob Debes sæti
sum tingmaður fyri hann, og
Heini O. Heinesen gjørdist
floksformaður.
Um dagarnar kom Føroya Felag móti
Krabbameini við eini útlendskari
kanning, sum vísir, at útreiðslur í
samband við krabbameinsviðgerð
fara at vaksa við næstan 30 pro
sentum áðrenn 2025. Hetta eru stór
tøl – sum sjálvandi eiga at verða
tikin í størsta álvara. Jákup N. Ol
sen, formaður í felagnum, vísti í
sjónvarpinum á, at royking er ein
av stóru syndarunum.
Ikki tí, tað veit hvørt mans barn.
Men tað er sum við grindatilmælum,
at syndararnir vita altíð best sjálvir,
og eingin dugir so væl at koma við
tilvildarligum undanførslum, bara
tí at tey sjálvi ikki klára at taka seg
saman at sleppa tubbakkinum.
Íslendska altingskvinnan, Siv
Friðleifsdóttir, sum vitjaði í Før
oyum í síðstu viku í sambandi við
fund hjá Tingmannaráð Útnorðurs
var inni á gólvinum í Miðlahúsi
num, har hon greiddi okkum frá
áhugaverdum uppskoti, sum hon,
saman við sjey øðrum altingsfólk
um, hevur lagt fyri altingið. Hetta
uppskot er eitt tað víðgongdasta
stigið móti royking yvirhøvur. Tey
vilja gera tað so strangt, at ikki kann
roykjast hvar sum helst í almenna
rúminum, og at tubbakk bert skal
kunna keypast við resept á apoteki.
Siv Friðleifsdóttir metti tó sjálv, at
hetta helst fór at verða broytt til, at
íslendska rúsdrekkasølan í staðin
skal standa fyri søluni.
Hetta ljóðar rættiliga restiktivt.
Men hví ikki tað? Hvør hevði
ímyndað sær fyri fáum árum síðani,
at vit í 2011 kunnu halda roykfríar
kaffipausur á arbeiðsplássum, ella
at tað als ikki verður roykt innan
dura? Men tað gongur jú fínt.
Tá vit kunnu staðfesta, at so
stórur heilsuvandi er tengdur
beinleiðis at royking – og at tað
ikki bert er roykjarin sjálvur, sum
er sjálvmorðskandidatur, men at
hann eisini beinleiðis er til vanda
fyri onnur, so er at sláa hart nið
ur á slíkt. Í Íslandi byrja tvey ung
at roykja hvønn dag. Hví ikki hava
eina null-hugsjón um, at eingin skal
byrja at roykja?
Landsstýrismaðurin í heilsumál
um helt tað als ikki vera hóskandi,
at
apotekini
skulu
selja tubbakk. Hann
segði í sjónvarpinum,
at hann hevði ætlað
at givið fólki ókeypis
roykiavvenjing í nakr
ar dagar í sambandi
við roykfría dagin 31.
mai, men at hann ongar
pengar fann til end
amálið. Come on
John...!
Men eyðsæð er, at tað má í øll
um førum gerast keðiligari og
truplari at vera roykjari. Tað sig
ur seg sjálvt. Politikarar skulu
sum altíð vera fyrimyndir, og tí
má tað vera ein farin tíð, at vit
síggja nakað so politiskt ókor
rekt, sum ein roykjandi heilsu
málaráðharra. Politikkur er jú at
vilja broytingar, og eingin fer illa
av, at færri – og helst eingi fólk
roykja.
Vit hava fyrr á hesum stað
skotið Ingolfi S. Olsen í
skógvarnar, at hann hev
ur gjørt journalistikk, sum
bar brá av at vera til frama
fyri eitt ávíst nótabátareið
arí í Gøtu. Tað var tá hann
var á makrelveiðu við Finni
Fríða og í tí sambandi gjørdi
innslag til Deg og Viku, sum
hevði slagsíðu – og sum gav
intigritetinum hjá Ingolfi
eitt skar.
Men nú hevur hann
tikið stigið fult út. Frá at
vera tann sera seriøsi tíð
indamaðurin, sum ikki so
frætt sum kundi vera limur
í einum fótbóltsfelag, tí
tað skaddi intigritetin, er
hann nú kandidatur fyri
Tjóðveldi til løgtingsvalið
og ætlar sær á ting at lyfta
arvin eftir Tórbjørn Jacob
sen, sum langt síðani hev
ur boðað frá, at hann ikki
stillar uppaftur. (Men man
hann ikki gera tað kortini?)
Ikki tí, tað er í fínasta
ordan, at journalistar stilla
upp til val. Men teir taka
ein stóran kjans, tí júst tað
valið ger, at arbeiðstreytir
nar broytast – skuldu teir
ikki verið valdir.
So fór Ingolf
S. Olsen...
25 ár síðani Erlendur
Patursson doyði
Gloym
ið ikki
motorin
Kári á Rógvi
kjak á síðu 14
Hot
spot til all
ar Føroyar
Levi Mørk
kjak á síðu 16
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
keðiligari at roykja
Eingin fer illa av at færri –
og helst eingi fólk roykja
Erlendur Patursson situr niðri, meðan tingið rópar hurrá fyri
kongi. Myndin er tikin fyrstu ferð, hann var á tingi á ólasøku
– í 1955. Hann reisti seg ongantíð fyri teimum kongaligu.