mikudagur 15. juni 2011síða 4
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 15. juni 2011 · Nr. 68
4
Sosialurin
Áki Bertholdsen
Seinastu árini er ferðafólka
talið til og úr Suðuroy rætti
liga tikið dik á seg.
Og ferðafólkastreymurin
ímillum
høvuðsstaðin
og
Suðuroy er so stórur, at nú
hevur
Strandfaraskipið,
Smyril, enntá lagt Atlants
flog aftur um seg, hvat ferða
fólkaflutningi viðvíkur.
Hetta vísir ein nýggj
uppgerð,
sum
Strand
ferðslan hevur gjørt, har
ferðafólkatalið við Smyrli
hesi seinastu árini er saman
borið við talið á ferðafólkum,
sum Atlantsflog og Norrøna
hava flutt ímillum Føroyar og
umheimin í sama tíðarskeiði.
Tað er serliga hesi sein
astu fýra árini, at støðan
rættiliga er broytt og at
ferðafólkatalið til og úr
Suðuroy av álvara hevur
tikið dik á seg.
Samstundis
hevur
Atlantsflog flutt færri ferða
fólk hesi seinastu árini.
Sostatt er Smyril nú tað
flutningstólið á føroyskum
hondum, sum flytir flest
ferðafólk og úrslitið er, at nú
ferðast fleiri fólk um Suður
oyarfjørð, enn tað ferðast um
flogvøllin í Vágum.
Stór framgongd
Uppgerðin vísir, at talið á
ferðafólkið til og úr Føroyum
við Atlantsflogi var 219.329
fólk í 2007, men í 2010 var tað
fallið til 199.988 ferðafólk.
Tað er ein minking upp á
19.341 ferðafólk, ella 9%.
Her kann skoytast upp í,
at upp á seg var afturgongdin
hjá Norrønu enn størri enn
tann hjá Atlantsflogi.
Í 2007 flutti Norrøna
69.333 ferðafólk og í 2010
flutti hon 60.661 ferðafólk.
Tað er ein afturgongd upp
á 8.672 ferðafólk, ella 13%.
Samstundis varð talið á
ferðafólki við Smyril 189.060
ferðafólk í 2007, men í fjør
var tað hækkað upp í 206.338
ferðafólk.
Tað er ein vøkstur hesi
seinastu árini upp á 17.278
ferðafólk, ella 9%.
Ferðafólkatalið er alsamt
vaksið, men í 2010 var ein lítil
minking aftur ímóti 2009,
men orsøkin er uttan iva
tann, at Smyril var í dokk ein
heilan mánað.
Men hetta merkir so aftur,
at tilsamans minkaði ferða
fólkatalið ímillum Føroyar og
umheimin 28.013 fólk í árun
um frá 2007 til 2010.
Tað er ein minking upp
á 10%, samstundis sum tað
altso vaks 9% á Suðuroyar
leiðini.
Her skal eisini havast í
huga, at hendan framgongd
in hendir samstundis sum
at fólkatalið í Suðuroy hesi
seinastu árini minkaði úr
4.947 fólkum í 2007, niður í
4.745 í 2010.
Talan er sostatt um eina
minking upp á 204 fólk, 4%.
Rakti ikki Suðuroy
At
ferðafólkatalið
hjá
Atlantsflogi og Smyril Line er
minkað nakað hesi seinastu
árini, er ikki eindømi, tí tað er
í øllum vesturheiminum, at
hugurin, ella umstøðurnar at
ferðast, hava verið fellandi.
Í Stóra Bretlandi er talið
á flogferðafólkið minkað 11%
hesi seinastu árini og hóast
hendan afturgongdin eisini
hevur rakt Føroyar, hevur
hon ikki rakt Suðuroy.
aki@sosialurin.fo
Smyril hevur nú lagt
Atlantsflog aftur um
FERÐAFÓLK Streymurin av ferðafólki ímillum Suðuroy og Havnina er
vaksin so nógv, at nú flytir Smyril fleiri ferðafólk enn Atlantsflog
- Tað eru helst nógvar
orsøkir til, at ferðafólka
talið til og úr Suðuroy er
vaksið so nógv hesi síðstu
árini.
Tað heldur Bogi Mor
tensen, stjóri á Strand
ferðsluni.
Hann vísir á, at tað
var júst í 2007, at prísurin
á
ferðaseðlunum
hjá
Strandferðsluni, fór niður
í helvt, ella so.
- Tað hevur uttan iva
havt til úrslit, at fleiri eru
farin at ferðast.
Hinvegin heldur hann
kortini, at tað eisini fram
manundan
var
rætti
liga bíligt at ferðast við
Strandferðlsuni, so teir
bíligu ferðaseðlarnir eru
neyvan øll forkláringin.
Hann heldur, at sjálv
andi hevur tað havt góða
ávirkan á ferðafólkatalið,
at nýggi, stásligi Smyril er
settur í sigling.
- Men kanska ger tað
eisini sítt, at tað vera al
samt færri og færri støð,
har ferðafólk enn skulu
sigla til, og er væl trúligt,
at eisini tað eggjar ferða
fólki at ferðast til Suður
oyar.
Hinvegin heldur hann
eisini, at ferðatilboðini í
Suðuroy hava ment seg
nógv seinastu árini.
- Nú á døgum er tað
uppi í tíðini, at ferðafólk
skulu hava upplivilsi og
her í Suðuroy ber til at fáa
serlig upplivilsi, sum tey
kanska ikki fáa aðrastaðni,
heldur Bogi Mortensen.
Tað vísir seg eisini, at
føroyingar
vilja
fegnir
ferðast meiri í egnum lan
di, heldur enn altíð at fara
uttanlands.
Her kann eisini skoyt
ast upp í, at ferðavinnan
í Suðuroy hevur verið
betri skipað hesi seinas
tu árini, tí afturat kunn
ingarstovuni í Vági og á
Tvøroyri, hevur ein ferða
vinnusamskipari verið í
starvi, sum hevur gjørt
eitt stórt arbeiði fyri at
sjónliggera Suðuroy, ikki
minst í nýggju talgildu
miðlunum, Facebook, You
tube og aðrastaðni.
Hava fingið
meiri at bjóða
ferðafólki
Hóast afturgongdin
eisini hevur rakt Føroyar,
hevur hon ikki rakt Suðuroy
Nú ferðast
fleiri fólk um
Suðuroyarfjørð,
enn tað ferðast um
flogvøllin í Vágum
Feb
11.185
13.912
12.712
12.398
Mars
13.695
17.492
15.700
21.364
Apr
16.152
18.084
18.784
12.588
Mai
19.173
20.636
20.158
19.962
Juni
22.173
22.046
24.000
22.532
Juli
16.440
21.468
23.470
22.852
Aug
20.122
21.216
18.964
21.518
Sep
17.404
15.126
15.676
15.976
Okt
12.184
14.862
16.902
15.600
Nov
14.168
12.514
13.940
14.156
Des
13.304
14.078
13.022
13.084
Íalt
189.080
205.100
207.416
206.338
Vøkstur í talinum á ferðandi og breiðking av hámarkstíðini
Regina siglir 17. sept. 2010 til 15. oktober 2010 og hetta ávirkar heystið 2010 negativt.
Ferðafólk Smyril
2007
2008
2009
2010
Vetur
51.737
54.170
53.762
53.946
Summar
77.908
85.366
86.592
86.864
Vár og Heyst
59.435
65.564
67.062
65.528
189.080
205.100
207.416
206.338
Hendan talvan vísir, at í fjør legði Smyril Atlantsflog aftur um seg
tað nú ferðast fleiri túsund fleiri fólk um Suðuroyarfjørð enn tað
ferðaðust um flogvøllin. Í fjør vóru 6.350 fleiri ferðafólk fleiri um
Suðuroyarfjørð enn um flogvøllin og í 2009 var munurin 3.754 fólk
Ferðandi til og frá
2007
2008
2009
2010
Vøkstur
Í %
Suðuroy
189.060
205.100
207.416
206.338
17.278
9%
Flogvøllurin
219.329
221.942
203.662
199.988
-19.341
-9%
Norrøna
69.333
64.355
56.566
60.661
-8.672
-13%
Tilsamans til og úr Føroyum
288.662
286.297
260.228
260.649
-28.013
-10%
Air Pax UK (x 1.000)
217.288
213.888
198.532
192.885
-24.403
-11%
Kelda: SSL.fo, Floghavn.fo, Hagstova.fo, og Eurostat.ec
Talvan vísir, at tølini ganga hvør sín veg. Ferðafólkatalið ímillum Suðuroy og Havnina er
nógv hækkað, samstundis sum tað er nógv lækkað millum Føroyar og umheimin
Stórur vøkstur