mikudagur 15. juni 2011síða 18
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 15. juni 2011 · Nr. 68
18
Sosialurin
Sundalagsstevna
Vilmund Jacobsen
Mynd: Jens Kristian Vang
Seinnu árini hava nógvir bygda
handlar latið aftur, men enn eru
einstakir eftir. Ein av hesum er
í Hósvík, har Birgit Bisgaard er
eigari og stendur aftan fyri diskin
stóran part av tíðini. Handilin er
opin heilt frá klokkan 08 á morgni
til klokkan 22 á kvøldi, og tí hevur
hon hjálparfólk aftrat sær. Sjálv
plagar hon at arbeiða til klokkan
16, og síðan taka onnur yvir.
Minkar ikki
Birgit sigur, at sølan er hampilig,
sum hon tekur til.
– Eg haldi ikki, at sølan er mink
að seinastu tíðina, heldur er hon
vaksin eitt lítið sindur.
Í handlinum í Hósvík hevur hon
flest allar vanligar gerandisvørur,
og so er eitt lítið sindur av øðrum.
– So leingi, sum fólk stuðla mær við
at keypa í handlinum, ætli eg mær at
halda fram, sigur Birgit Bisgaard.
Ferðafólk vitja
Handilseigarin í Hósvík sigur, at
tað eru ikki bara fólk í Hósvík,
sum keypa hjá Fa. Esmari Olsen,
men fólkið í bygdini er høvuðs
grundarlagið undir handilsvirk
seminum.
– Her koma eisini fólk, sum
annars ferðast eftir landsvegnum,
og stundum fái eg eisini vitjan av
útlendskum
ferðafólkum,
sum
detta innar í betri tíðini av árinum,
sigur hon.
Ikki heima
Nú tað stundar til sundalagsstevnu,
sigur Birgit Bisgaard, at hon verður
ikki heima í Hósvík, men í Danmark,
tá stevnan verður.
– Eg fari til Danmarkar í sjeyti ára
føðingardag hjá vermammu míni,
sigur fryntliga handilskvinnan í
Hósvík, tá Sosialurin vitjar inni á
gólvinum.
vilmund@sosialurin.fo
Hósvík hevur bygdarhandil
Birgit Bisgaard hevur rikið handilin Fa. Esmar Olsen í Hósvík síðan 2004, og hon hevur ongar ætlanir um
at gevast. – Eg haldi, at sølan heldur veksur eitt sindur enn minkar, sigur handilskvinnan í Hósvík
Vilmund Jacobsen
Útróðrarbáturin Veðranes hevur í
nógv ár roynt við nót eftir sild og
brislingi í Sundalagnum, Skála
fjørðinum og aðrastaðni, har hugs
andi hevur verið, at fiskur er. Tað
eru brøðurnir, Eyðun og Friðjón
Jacobsen í Hósvík, sum hava átt og
framvegis eiga bátin, ið líka sum er
vorðin ein bygdarmynd í Hósvík og
í Sundalagnum.
Tá Sosialurin vitjaði seinasta
hósdag, stóð Veðranes á beding, og
Eyðun Jacobsen stóð í einum stiða,
har hann hevði skift eitt petti av
einum planka ovarlaga á bógnum.
Longu dagin eftir stóð annar bátur
á bedingini í Hósvík, og tá varð
Veðranes longu flotaður aftur.
Tað eru nakrir fáir bátar sum
Veðranes, ið royna eftir sild og bris
lingi inni á firðum og sundum, og
ein annar bátur er Katrin, sum er
heimahoyrandi í Søldarfirði.
Navnið á bátinum í Hósvík -
Veðranes VN 397 – stavar heilt aft
ur til 1975. Hann er annars bygdur
í Bremsnes Båtbyggeri í Noregi í
1968. Fyrsta navnið hann hevur
undir føroyskum flaggi er Hervør.
Hetta var í 1972, tá hann var heima
hoyrandi í Sandavági.
vilmund@sosialurin.fo2
Veðranes VN 397 á beding í Hósvík,
har Eyðun Jacobsen hevur skift
eitt pettið av einum planka
Mynd: Jens Kristian Vang
Veðranes fiskar sild og brisling
Í nógv ár hava brøðurnir, Eyðun og Friðjón Jacobsen í Hósvík, átt og rikið
útróðrarbátin Veðranes, ið hevur havt sama navn heilt síðan 1975
Enn eru nakrir bygdarhandlar eftir, og ein av hesum er í Hósvík. Tað er handilin Fa. Esmar Olsen, sum Birgit Bisgaard eigur og rekur
So leingi, sum fólk stuðla
mær við at keypa í handlinum,
ætli eg mær at halda fram
BIRGIT BISGAARD
Fakta
Navn: Veðranes
Smíðistaður/ár:
Bremsnes (1968)
Longd: 11,26 metrar
Breidd: 3,79 metrar
Motorur: Thornycroft/
179 HK
Framleiðsluár: 1990
Útgerðarmaður: Eyðun
Jacobsen