mikudagur 15. juni 2011síða 20
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 15. juni 2011 · Nr. 68
20
Sosialurin
Sundalagsstevna
Vilmund Jacobsen
Hetta eru ikki summarhús, tí búgv
ast kann í teimum alt árið, men
avmarkingar eru í eitt nú stødd og
skapi. Byggiøkið hevur eisini sínar
avmarkingar við, at bilar ikki kunnu
standa inni á økinum, sum laðaður
garður er rundan um.
Grundøkini eru 200 fermetrar,
og húsini skulu verða í einari hædd
og hava eina hægri reising við lofti.
Húsini kunnu ikki vera meiri enn
60 fermetrar í vídd.
Sofus D. Johannesen, býráðs
limur í Sunda kommunu, hevur
verið við í bygdarráðsarbeiði heilt
síðan 1989, tá hann fyrstu ferð varð
valdur í Gjáar kommunu.
Hann sigur, at ymiskar ætlanir
fyrilógu, tá farast skuldi undir at
útstykkja fyri nevndu húsum, men
alt talaði fyri, at nýggi býlingurin
skuldi gerast ein partur av bygdini
– og ikki liggja uttan fyri bygdina.
– Tí verða øll hesi húsini bygd á
einum øki, sum liggur tætt upp at
gomlu bygdini, sigur hann.
Sofus vísir á, at tað, sum liggur
aftan fyri hesa ætlan, er at royna at
skapa nakað, sum kann seta meiri
lív í bygdina.
– Hóast hetta eru heilárshús,
vænta vit ikki, at fólk koma at
búgva her, men vit vænta, at tá fólk
eru sinnað at gera eina slíka íløgu,
merkir tað í minsta lagi, at tey ætla
at brúka ein fittan part av síni frítíð
her norðuri.
Stórur áhugi
Hann vísir á, at áhugin fyri hesi
bygging hevur verið stórur, og
umframt tey 19 grundøkini, sum
nú eru seld, standa eini 4-5 onnur,
sum eisini vilja byggja sær slík hús
við Gjógv, á bíðilista.
– Fleiri, sum hava valt at byggja,
hava eitt hvørt tilknýti til bygdina,
men tað eru eisini fleiri, sum einki
tilknýti hava – og talan er um fólk
úr meginpartinum av landinum,
leggur býráðslimurin aftrat.
Sofus Johannesen sigur, at eini
10 sethús mest sum eru komin upp,
eini eru liðug, og fleiri eru komin
væl ávegis.
Sunda kommuna hevur selt
byggiøkini, sum liðugt planerað, fyri
millum 130.000 og 195.000 krónur –
alt eftir, hvussu grundøkini liggja.
vilmund@sosialurin.fo
Gjáarbygd veksur
við 19 smáum
sethúsum
Fyri fáum árum síðan útstykkjaði Sunda kommuna 19 grundøki,
har fólk kundu byggja sær smærri hús. Í dag eru øll grundøkini
seld, og eini 10 hús standa í gerð, harav fleiri eru komin væl áleiðis
Eingin bygd í Føroyum, sum er á stødd við Gjógv, kann reypa sær av, at
heili 19 hús verða bygd meiri ella minni samstundis
Myndir: Jens Kristian Vang
Hóast
hetta eru
heilárshús,
vænta vit ikki,
at fólk koma
at búgva her
SOFUS D. JOHANNESEN
Saksun og Gjógv
verða nógv vitjaðar
Millum bygdirnar í Føroyum, sum
verða nógv vitjaðar av føroyingum
og útlendingum um sumrarnar, eru
Saksun og Gjógv – og báðar bygdirnar
liggja í dag í Sunda kommunu
Vilmund Jacobsen
Saksunardalur er langur, og tað
tekur sína tíð at koyra vestur
gjøgnum dalin og til Saksunar.
Mangur hevur koyrt hendan
túrin og flestu, sum ikki hava
verið um hesar leiðir, hava ein
dreym um at gera tað. Eisini
millum eldri fólk kring um í
Føroyum, er Saksun dreymurin,
sum kanska – og kanska ikki -
gjørdist veruleiki, áðrenn tey
fóru undir grønu torvu. Minnist
soleiðis abba mín í Nólsoy.
Dreymurin hjá honum var at
koma til Saksunar, áðrenn hann
doyði, tí tær myndir, hann hevði
sæð haðani, vóru so serstakliga
vakrar og sjáldsamar. Honum
untist eisini hendan túrin, áðr
enn hann legði eyguni saman.
Saksun er avgjørt eitt áhuga
vert ferðamál, sum trupult er at
finna vakrari í Føroyum.
Gjógv er ikki minni attraktivt
millum ferðandi, bæði millum
føroyingar og útlendingar. Á
onkran hátt fellir tað føroyingum
lættari at koyra til Gjáar enn
til Saksunar, og kanska hevur
hetta eisini við tað at gera, at
Gjáargarður er í bygdini, har
fólk kunnu steðga á og fáa sær
ein drekkamunn ella ein bita.
Bæði Saksun og Gjógv eru
perlur av náttúru, sum øll við
náttúruáhuga og við virðing fyri
sær sjálvum eiga at vitja.
vilmund@sosialurin.fo
Hvalvík og Streym
nes betri bátahyl
– Vit hava betrað um bátahylin í Hvalvík
í stigum, og nú er grótarbeiðið mest sum
liðugt, sigur Trygvi K. Joensen, formaður
í teknisku nevnd hjá Sunda kommunu
Vilmund Jacobsen
Bátahylurin í Hvalvík, sum ser
liga fólk í Hvalvík og Streymnesi
brúka, er nú útbygdur, og hyl
urin er vorðin nógv kyrrari á
landnyrðingi eystri, sum var
keðiligasta ætt fyri bátarnar í
hylinum.
Trygvi K. Joensen, formaður
í teknisku nevnd hjá Sunda
kommunu, sigur, at arbeiðið
er gjørt í stigum yvir eini trý
ár, soleiðis at hetta ikki legði
ov stórar byrðar á kommunala
pengapungin.
– Nú er grótarbeiðið mest
sum liðugt, men brúgvarnar eru
eftir. Vit hava ikki endaliga gjørt
av enn, um talan verður um at
leggja nakrar brúgvar út aftrat
– ella um talan verður um fastar
brýr. Tá hetta arbeiði er gjørt,
er hylurin perfektur, sum hann
tekur til.
Trygvi K. Joensen sigur, at
hylurin er vorðin væl størri, eins
og arbeiðið, sum nú er gjørt, ger
hann nógv kyrrari.
– Tað ljóðar kanska løgið
at tosa um ókyrru í Sundalag
num, men hylurin kundi gerast
ókyrrur, tá hann lá á landsynn
ingi eystri.
vilmund@sosialurin.fo