Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-06-15, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 15. juni 2011síða 26

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 15. juni 2011 · Nr. 68 26 Sosialurin Sundalagsstevna Vilmund Jacobsen Síðan í fyrra helmingi av sjeyti­ árunum hevur brúgvin um Streymin knýtt Streymoy og Eystur­oy saman. Gonguteigur hevur eisini verið eftir brúnni, men nógva ferðslan, sum hevur ligið so nær upp at gonguteiginum, hevur ikki gjørt tað so høgligt hjá fólki at ferðast eftir brúnni. Nú Landsverk hevur umvælt brúnna og hevur knýtt ein gongu­ teig aftrat henni norðanfyri, eru umstøðurnar hjá fólki til gongu nógv betraðar. – Vit eru sera fegin um hesa loysnina, sum vit halda vera rætti­ liga geniala. Koyribreytin er vorð­ in víðari og betri, og nú kunnu fólk í økinum eisini ganga púra trygg í gonguteiginum við góðum rekkverki hvørjumegin. Trygvi K. Joensen, formaður í teknisku nevnd í Sunda kommunu, vísir á, at gonguteigurin knýtir økini, sum eru partur av samanløgdu kommununi, enn betri saman, og hetta heldur hann í longdini fer at hava stóran týdning. – Vit hava longu sæð, at nýggi gonguteigurin hevur verið nógv brúktur, bæði av familjum við barnavogni, fólki sum í aðrar mátar ganga millum økini – og hjá fólki, sum dáma at renna. Meðan vit práta, kemur Trygvi K. Joensen inn á stórar ætlanir, sum fólk í Sundalagnum hava við ymiskum gøtum, har eitt nú gamlar gøtur verða endurbygdar – og nýggjar gøtur skulu gerast. – Tað eru borgarar, sum soleiðis eru farnir at gera nakað við at skapa nýggjar møguleikar hjá fólki, sum hava hug at ganga, samstundis sum ætlaðu gøturnar fara at leiða fólk út í náttúruvøkur øki í kommununi, sigur hann. Sosialurin fer einaferð seinni at venda aftur til hesar áhugaverdu ætlanir, sum fólk í Sunda kommunu brenna fyri. Í aðrari grein í blaðnum í dag er samrøða við Martin Sømark í Hósvík, sum hevur verið primus­ motorur í at byggja brúgv og gøtu fram við sjóvarmálanum og ósanum í Hósvík. Ein genial loysn - Vit eru ógvuliga fegin um loysnina, sum Landsverk hevur gjørt við gonguteiginum um brúnna við Streymin. Gonguteigurin knýtir økini enn betri saman, sigur Trygvi K. Joensen, býráðslimur og formaður í teknisku nevnd hjá Sunda kommunu – Koyribreytin er vorðin víðari og betri, og nú kunnu fólk eisini ganga púra trygg í gonguteiginum, sum er festur í brúnna norðanfyri við góðum rekkverki hvørjumegin, sigur Trygvi K. Joensen Mynd: Jens Kristian Vang Ríkt handilslív við Norðskála Við Norðskála er handiløkið rímiliga væl útbygt seinnu árini, og her hevur eisini verið nógv sethúsabygging Vilmund Jacobsen Trygvi K. Joensen, formaður í teknisku nevnd í Sunda kommunu, sigur, at kommunan í løtuni hevur eini 40-50 grund­ økir tøk í ymisku bygdunum í kommununi. – Nógv sethúsabygging hevur verið, og framvegis standa fleiri hús í gerð ymsa­ staðni í kommununi. Tað vísir seg, at fólk rættiliga hava fingið eyguni upp fyri, at Sundalagið – heilt úr Hósvík og norður til Norðskálar er eitt áhugavert og sentrakt øki í Føroyum. Hann vísir á, at hálvur tími er í bili bæði til Havnar, Vágar og Klaksvíkar, og soleiðis heldur hann, at hetta økið – mitt í hjartanum í Føroyum – hevur eina bjarta framtíð. – Øll, sum kundu hugsað sær at sett seg niður her í kommununi, eru vælkomin at venda sær til okkara, leggur hann aftrat. Seinnu árini hava fleiri av bygdunum í kommununi verið í rættiligari menning, og nógv sethúsabygging hevur verið. – Við Norðskála er eitt hand­ ilslív sprottið, og tað dregur eisini fólk til sín, sigur Trygvi K. Joensen, formaður í teknisku nevnd í Sunda kommunu. vilmund@sosialurin.fo Ein byggir á Langasandi Vilmund Jacobsen Á Langasandi, sum eisini er partur av Sunda kommunu, standa eini sethús í gerð, men tað er ikki føroyingur, sum byggir hesi húsini. Trygvi K. Joensen, formaður í teknisku nevnd hjá Sunda kommunu, sigur seg ikki vita rættiliga, hvør eigur húsini. - Men eg havi skilt, at hetta er ein útlendingur, sum hevur valt at byggja sær eini sethús á Langasandi. Húsini eru ikki bygd í einum, men eru tikin stig fyri stig, sigur býráðslimurin. Trygvi K. Joensen sigur, at hesi húsini hava líka sum eitt torn upp úr, men annars eru hetta eini vanlig sethús. vilmund@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen Alt broytist. Einki stendur í stað. Hetta kann eisini sigast um hugna­ ligu bygdina í Tjørnuvík. Í mong ár var tað fiskivinna og landbúnaður, sum bóru bygdini uppi. Asbjørn Djurhuus, býráðslimur í Sunda kommunu, sum sjálvur býr í Tjørnuvík, ásannar, at rættiliga fáir fiskimenn eru eftir í Tjørnuvík í dag. Men enn er onkur eftir. Treyð­ ugt so. – Flestu, sum búgva her og eru í arbeiðsførum aldri, arbeiða aðra­ staðni, sigur hann. Sjálvur arbeiðir Asbjørn Djur­ huus sum bókhaldari á virkinum Bátafiski á Eiði, umframt at hann hevur tilknýti til snelluskipið Norð­ søka, sum beiggi hansara, Jørgen Djurhuus, førir. – Vit eru ættaðir av Selatrað. Eg búgvi her í Tjørnuvík, og Jørgen býr á Strondum, sigur býráðslimurin, sum eisini er formaður í Føroya Kommunufelag. – Tað var tann tíð, tá nógvir fiskimenn vóru búsitandi í Tjørnuvík, men í dag eru fáir eftir, sigur Asbjørn Djurhuus, býráðslimur í Sunda kommunu, sum býr í Tjørnuvík Fáir fiskimenn eftir í Tjørnuvík