Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-06-15, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 15. juni 2011síða 30

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 15. juni 2011 · Nr. 68 30 Sosialurin Sundalagsstevna Vilmund Jacobsen Bygningurin, har matvøruvirkið Krás húsast við havnalagið í Hós­ vík, hevur sína søgu, og í nøkur ár var hetta eitt sláturvirki, sum MBM, Meginfelag Búnaðarmanna, átti og rak. Tá kallaðist virkið MBM-Kjøt. Síðan P/F Poul Hansen keypti bygn­ingin og flutti sína framleiðslu til Hósvíkar, hevur hetta verið eitt mat­vøruvirkið burtur av – men ikki slátur­virki. Í fjør heyst varð virkið góðkent av Heilsufrøðiligu Starvsstovuni til sláturs og fletting, men góð­kenn­ ingin var treytað av, at matvøru­ fram­leiðslan á virkinum varð niður­løgd, meðan hetta virksemi fór fram. Alberg Gaardlykke, dagligur leið­ ari á Krás, sigur, at tey gjørdu eina roynd at fletta í fjør heyst, og talið gjørdist 600 seyðir. Hann ásannar, at Krás saktans kann fleirifalda hetta tal, um umstøðurnar eru tær røttu. Útbygging neyðug – Skulu vit fletta, noyðast vit at rigga okkum øðrvísi. Tí ætla vit at byggja eitt sindur uppí. Trupulleikin í fjør var, at vit noyddust at leggja mat­vøruframleiðsluna niður, tá vit flettu, og tað kunnu vit ikki byggja flettingina á. Vanliga flettu vit fríggja­kvøld og leygardag, og tað er ov kostn­aðarmikið. Nú ætla vit at fremja eina minni útbygging og gera nakrar broytingar, soleiðis at vit eisini kunnu arbeiða inni á virk­ inum, meðan vit fletta. Tað merkir, at alt verður opið og koyrandi í senn. Alberg sigur, at neyðugt verður at broyta umstøðurnar til móttøku av seyði, og tá kjøtið verður latið útaftur. – Eitt nú skal eitt krov, sum vit fletta, ikki flytast fram við livir­ postei ella øðrum matvørum hjá okk­um. Tí arbeiða vit við at skapa røttu karmarnar fyri at kunna fletta seyðin rætt, samstundis sum matvøruframleiðslan á virkinum ikki verður órógvað av hesum ar­ beiði. Leiðarin á Krás minnir á, at virkið hevur góðkenning frá Heilsu­ frøðiligu Starvsstovuni til at fletta, Føroyskt lambskjøt úr Hósvík Vilmund Jacobsen Á Krás í Hósvík arbeiða 10 fólk umframt vaskarin. Onkuntíð vóru tey nøkur fleiri, men fram­leiðslu­tólini eru vorðin betri og effektivari, og tí fáa færri fólk í dag líka nógv – ella meiri – frá hondini enn fleiri fingu fyri fáum árum síðan. Krás hevur eisini merkt bú­skaparligu kreppuna við mink­andi keypiorku og eftir­ spurn­ingi. Alberg Gaardlykke, dagligur leiðari, sigur, at árið í fjør var held­ur deydligt, og soleiðis var eis­ini í byrjanini av hesum ár­ inum. – Men eg haldi, at eftir­ spurn­ingurin nú er veksandi aftur. At summarstevnurnar so eisini eru byrjaðar, ger sítt til at økja um eftirspurningin eftir eitt nú búffum og øðrum kjøt­vørum. Hann leggur aftrat, at nú eystan­stevna var, seldi Krás 400 búffar til stevnuna, og tá bátafestivalur var á Toftum, var talið av búffum 600. – Vit plaga eisini at selja einar 5.000 búffar til summar­ festivalin, sigur leiðarin, sum tekur tøl burtur úr rúgvuni. Tey trívast Krás er eitt gott arbeiðspláss, og tað eru tey, sum hava verið leingi í starvi á matvøru­virk­ inum í Hósvík. Alberg hevur verið leiðari á Krás seinastu fýra árini og fyri fyrstu ferð, síðan hann tók við hesum starvi, segði eitt fólk seg úr starvi júst hendan morg­ unin, vit vitjaðu. – Uppsøgnin var tó væl grund­að. Maðurin er kokkur og hev­ur fingið eitt kokkastarv, sigur leiðarin. Fyri nøkrum árum síðan arbeiddu eisini nakrir útlend­ ingar á Krás, men nú er bert ein eftir. Alberg Gaardlykke sigur, at hetta er ein sera dugnaligur russari, sum eftir fleiri ár í Føroyum nú mest sum kann kalla seg føroying. vilmund@sosialurin.fo Fólk trívast á Krás Alberg Gaardlykke hevur verið leiðari á Krás í Hósvík seinastu fýra árini og fyri fyrstu ferð, síðan hann tók við hesum starvi, segði eitt starvsfólk seg úr starvi júst hendan morgunin, vit vitjaðu. – Uppsøgnin var tó væl grundað. Maðurin er kokkur og hevur fingið starv sum kokkur, sigur leiðarin Matframleiðsla Á Krás í Hósvík ætla tey nú at fremja eina minni uppíbygging, soleiðis at umstøðurnar at fletta seyð gerast betri. Í fjør heyst fekk virkið sína góðkenning til at slakta og fletta, men góðkenningin var treytað av, at onnur framleiðsla ikki er á matvøruvirkinum samstundis. – Tað gongur ikki, sigur dagligi leiðarin á Krás, Alberg Gaardlykke Tá Sosialurin vitjaði á Krás seinasta hósdag, var stjórin hjá P/F Poul Hansen, Høgni Hansen, eisini á vitjan. Alberg Gaardlykke, dagligur leiðari á Krás, er maðurin høgrumegin á myndini Mynd: Jens Kristian Vang