mikudagur 15. juni 2011síða 32
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 15. juni 2011 · Nr. 68
32
Sosialurin
Sundalagsstevna
Vilmund Jacobsen
Tað var tann tíð, tá fiskaarbeiði á
gamla Víkarvirkinum hevði stóran
týdning fyri hetta økið. Seinnu
árini hevur lítið fiskaarbeiði verið
á virkinum, sum í dag er ogn hjá
einum felag, ið kallast Farita.
Tá Sosialurin vitjaði í Haldarsvík
seinasta hósdag, vóru vit ein túr
inni á gólvinum á virkinum, har vit
heilsaðu upp á Hjørleif Dahl, sum
er ein av monnunum aftan fyri
Farita.
Hjørleif hevði ikki hug at siga
so nógv um virksemi, tí enn er ikki
so nógv ferð á, men hann segði seg
heldur einki hava ímóti, at vit festu
nakrar reglur á blað.
Nakrir tímar
Asbjørn Djurhuus, sum býr í Tjørnu
vík og er bókhaldari á Bátafiski á
Eiði, veit at siga, at lítið virksemi
hevur verið á Farita í Haldarsvík.
– Virkið hevur mest sum ligið
stilt í langa tíð, men nú eru av og
á nakrir arbeiðstímar í saltfiski til
nøkur fólk.
Asbjørn Djurhuus, sum eisini
er býráðslimur í Sunda kommunu,
sigur, at hóast lítið virksemi enn
er á Farita, er kortini at vóna, at
virksemi fer at mennast, so tað
aftur kann fáa týdning fyri hetta
økið, har annars rættiliga lítið
arbeiði er.
– Sum eg havi skilt, hevur Farita
arbeitt longu, brosmu og eitt sindur
av toski. Tá lítið arbeiði er, ger hvør
tími mun, sigur Asbjørn Djurhuus.
vilmund@sosialurin.fo
Nakrir tímar í saltfiski í Vík
Saltfiskavirkið Farita í Haldarsvík hevur ikki nógv fiskaarbeiði at bjóða
sínum arbeiðsfólki, men tá lítið arbeiði er, ger hvør tími mun
Vilmund Jacobsen
Hetta er annað árið á rað, at fólk í
Hvalvík og Streymnesi skipa fyri
bátatreffi í Hvalvík. Seinast var
tiltakið samstundis, sum sunda
lagsstevna var í bygdini, men nú
sundalagsstevna hesaferð er í Hós
vík, valdu bátafólk at hava tiltakið
seinasta vikuskifti.
Heðin Zachariassen, sum er ein
av fyrireikarunum, sigur, at bátarnir
samlaðust á Selatrað næst seinasta
leygardag, og siglt varð haðani til
Hvalvíkar tíðliga seinnapartin.
– Tá bátarnir stevndu inn í havn
ina í Hvalvík, vóru umleið 35 bátar í
fylginum, men sum seinnaparturin
leið, og bátar løgdust til, gjørdist
samlaða talið av bátum í bátahylin
um umleið 45.
Hugni í tjaldi
Fyrireikararnir høvdu sett eitt
tjald upp á havnarlagnum, og her
bjóðaðu vertirnir okkurt gott til
matna og okkurt leskandi. Seinni
varð eisini felags tiltak í tjaldinum,
har fólk sungu sangir saman.
– Tiltakið eydnaðist stak væl, og
vit ætla at halda fram at skipa fyri
bátatreffi. Tá sundalagsstevna er í
Hvalvík, verður tiltakið lagt sama
vikuskifti, sum stevnan er, sigur
Heðin Zachariassen.
Bátatreff í Hvalvík
Næst seinasta vikuskifti skipaðu fólk, sum eiga bátar í Hvalvík og Streymnesi,
fyri bátastreffi, har ikki færri enn 45 bátar vóru við
Í sínari tíð var nógv virksemi á Víkarvirkinum í Haldarsvík,
sum felagið Farita í dag eigur. Nú er lítið arbeiði, men fólk í
økinum vóna, at fleiri tímar kunnu skapast, sum tíðin gongur
Mynd: Jens Kristian Vang
Einir 45 bátar vóru savnaðir í Hvalvík næst seinasta
vikuskifti, tá skipað varð fyri bátatreffi
Mynd: Birgir W. Høgnesen