mikudagur 15. juni 2011síða 43
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Mikudagur 15. juni 2011 - Nr. 68
Sosialurin | 43
NOTA
LØGGILF GAANNSKOÐARARNIAK
Lærupláss / Grannskoðan
— Heimsins besta útbúgving?
Vit kunnu íkki lova tær, at tú fært heimsins bestu útbúgving, tí hvussu skulu tær ymsu
útbúgvingarnar raðfestast?
Men ert tú áhugaður í samfelagsviðurskiftum/búskapi, og kundi tú hugsað tær at arbeitt í tí
privata vinnulivinum, kunnu vit bjóða tær eina verkliga og åstødiliga útbúgving, sum tú ikki fært
betri á hesum øki.
Á virki okkara eru nógvir góðir leikarar. Men tað er fyrst og fremst gjøgnum samarbeiði, at vit
hava skapt eitt sterkt lið. Nú hava vit pláss fyri nøkrum leikarum afturat, og vit sóknast tí eftir
evnaríkum persónum við áræði, ambitiónum og hugi at vera við á einum liði, har nógv er at
gera, og har arbeitt verður í einum góðum og óhátíðarligum umhvervi.
NOTA er eitt grannskoðara- og ráðgevingarfelag, sum varð stovnað í 1968. Umframt
at gera lógarbunda grannskoðan, veita vit ráð á ymsum økjum, t.d. viðvíkjandi roknskapi,
bókhaldi, stovnan av virkjum, sølu/keyp/umskipan av virkjum, skattamálum v.m.
Hevur tú viljan og evnini til at gjøgnumføra eina útbúgving hjá okkum, gevur tað nógvar
møguleikar í framtíðini.
Sjålvt um vit tilætlað gera alt fyri at varðveita okkara góða og óhátíðarliga arbeiðsumhvervi, má
ásannast, at grannskoðan í sjálvum sær er eitt álvarsmál.
Endamálið við grannskoðan er at gera tað arbeiði, ið er neyðugt fyri at átekna upplýsingar frá
einum virki til umheimin. Ein átekning, ið sigur, um upplýsingarnar eru rættvísandi. Í hesum
sambandi er neyðugt at læra, hvussu grannskoðanin skal útinnast, og hvat krevst fyri at gera
eina átekning. Í okkara arbeiði verður tó eisini ofta neyðugt at ráðgeva innan ymisk eki, og hartil
krevst eisini bæði teoretisk og praktisk vitan.
Lóggávan setur stór krøv til fakliga staðið hjá einum grannskoðara, men innanhysis setir felag
okkara enn størri krøv til persónligu eginleikarnar hjá einum grannskoðara. Hann skal m.a. vera
åbyrgdarfullur, álítandi, tråverdur og skilja tydningin av tagnarskylduni. Fakliga staðið verður
uppbygt gjøgnum teoretiska útbúgving og starvsvenjing — sigast må tí beinanvegin, at neyðugt
er, at tú sjálv(ur) tekur eitt stórt tak.
Mál okkara er við fyrstafloks arbeiði at geva kundunum bestu tænastu. Tá arbeiðið eisini skal
gerast so skjótt og effektivt sum til ber, kann arbeiðstíðin ikki altíð vera innanfyri ávísa klokkutíð.
Hetta setur síni krøv til starvsfólkini, og arbeiðið kann tí viðvart vera hart, men eisini spennandi.
Vit vænta, at tú hevur tikið ella tekur students-, HF ella HH prógv í summar, og at tú ert
áhugað(ur) í eini búskaparligari útbúgving. Tú var/er millum tey stinnastu í flokkinum hjá tær og
hevur hug at sameina eina teoretiska útbúgving við eina praktiska útbúgving. Eisini heldur tú tað
vera spennandi at sleppa at virka í vinnulívinum.
Vit bjóða tær eitt lærupláss, har tú í fyrstu syftu kanst lesa HD, samstundis sum tú vinnur pening.
Vit geva tær møguleika fyri eini búskaparligari útbúgving, ið ikki fæst betri í Føroyum, og sum til
fulnar er á sama steði, sum tað besta, ið verður bjóðað aðrastaðni.
Aftaná HD hevur tú fleiri møguleikar. Velur tú at lesa cand. merc. aud. ella líknandi sum
fulltíðarlesandi í t.d. Danmark, Noregi ella aðrastaðni, kunnu vit kanska útvega tær arbeiði í
lestrartíðini. Tú kanst eisini velja at lesa cand. merc. aud. sum sjålvlesandi, samstundis sum tú
arbeiðir í Føroyum.
Eftir cand. merc. aud. er møguleiki at gerast statsautoriseradur og løggildur grannskoðari. Hevur
tú vilja, evni og rættan hugburð, stuðla vit tær so nógv sum gjørligt í at fullføra tað, sum tú setur
tær fyri.
Størvini skulu setast eftir summarfrítíðina (umleið 1. september 2011), men longu í juni mánaði
kunnu vit gera eina setanaravtalu.
Ynskir tú aðrar upplýsingar, kanst tú ringja til okkara og seta teg í samband við Ole Guldborg
Nielsen ella Hans Laksá.
Skrivlig umsókn við prógvum og ødrum upplýsingum skal vera okkum í hendi í seinasta lagi
17. juni 2011.
Hoyviksvegur 5 - Postboks 30 - FO-110 Tórshavn - tel. 351700 - nota&tnota.fo
Juni-kappingin
Hvenn dag í juni mánaða verða Sudoku
uppgåvur at finna í Sosialinum.
Jú fleiri uppgávur, ið tú hevur loyst, tess
størri møguleika hevur tú at vinna.
Sendið okkum loysnina innan mánadagin
11. juli 2011 kl. 10.00 og merkið
brævbjålvan »Sudoku«.
Drigið verður í viku 28.
Fyri at vera við í kappingini, skal øll
uppgávan verða loyst.
ENNØENONNIN
je [1] PJ]
|| SR Hjøj |
HENCE
1 Je) sel |
Je LITE
+ | |s| || | Je
løj Le] | Jej |
|
: 18
i
17
oo |.
: |4
|.
Fakta um BlackBerry Gemini - 8520
= Egið minni 256 MB
= Møguleika at útbyggjað minni
upp til 32GB
m MicroSD minnskorti
= Bluetooth 2.0 við A2DP
m Wifi 802.11 b/g
m Stand-by 408 tímar (17 dagar)
Talutid 4 timar og 30 minuttir
2 MP-myndatól
Media player
Ténleika spælari MP3/AAC/AAC
+WMA/ASF
Video spælari H.263/H.264/WMV
BlackBerry maps
Blackberry Messenger
Sosialurin
Vinningurin i juni er ein
BlackBerry Gemini - 8520
fartelefon frå Vodafone
Virdi tilsamans: kr. 3.495,-
Navn:
Bustallur:
Telefon:
Sendið til: Sosialin - Boks 76 - 110 Tórshavn
Merkið brævbjålvan » Sudoku«
() vodafone