fríggjadagur 17. juni 2011síða 4
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 17. juni 2011 · Nr. 69
4
Sosialurin
Leo Poulsen
Vit eru sera fegin um, at
børnini, sum koma í fyrsta
flokk eftir summarfrítíðina,
fáa nýtt og spennandi tilfar
til undirvísing í moð-ur
málinum, og ikki nokk við
tí: Lærararnir kunnu velja
ímillum røðina um Hervør og
Høgna og Súluna, sum eisini
er nýtt tilfar til byrjunar
undirvísingina í móðurmáli
num. Tvær væl og virðiliga
viðgjørdar røðir.
Soleiðis segði stjórin á
Nám, tá nýggja undirvísing
arbókin varð løgd fram á
stovninum í gjár.
Bókaheildin, sum byrjaði
í 2001, er nú fullfíggjað við
hópin av byrjunartilfari í før
oyskum til 1.-3. flokk.
Høvundarnir,
Rannveig
Hovgaard og John Næs Berg,
hava saman við teknarunum,
Edward Fuglø og Hannis Eg
holm, lesikønum, fylgibólki,
eftirmetingarbólki og rit
stjóranum, Marjun Ziskason,
viðgjørt og roynt tilfarið,
sum nú er sett til sølu.
Tilfarið í grundbókini,
Hervør og Høgni - lesibók
til fyrsta, er skift sundur í
ein umfatandi ljóðpart, sum
kemur áðrenn tekstpartin.
Arbeiðsbók
er
til
báðar
partarnar,
har
lesingin,
skrivingin og fatanin av tí
lisna verða knýtt saman.
Partar av bókaheildini eru
eisini lærarabók og plak
atir við ljóðbussinum og
stavraðnum. Bókin er lisin
inn á fløgu, sum fylgir við
bókini.
8 ára gamal høvundur
Yngsti høvundur í bókarøðini
um tvíburðarnar Hervør og
Høgna er 8 ára gamla Rakul
Ró úr Klaksvík. Hon hevur
skrivað sangin um Finn, sum
er á blaðsíðu 100 í nýggju
lesibókini, Hervør og Høgni
- lesibók til fyrsta.
Tá
lidna
bókaheildin
varð løgd fram á almennari
samkomu í Námi í dag,
sang Rakul Ró um Finn og
ein annan sang, 10 bibbur,
sum pápi hennara, Stein
tór
Rasmussen,
hevur
skrivað
til
somu
bók.
Pápin spældi undir meðan
ungi høvundurin uttan at
himprast sang fyri allari
mannamúgvuni.
Í nýggju lesibókini Hervør
og Høgni eru tekstir, sum lýsa
gerandisdagin hjá teimum
báðum høvuðspersónunum,
heima og í skúlanum. Bókin
er lisin inn á fløgu, sum fylgir
við bókini.
Føroyskt til fyrstu flokkarnar
Í gjár legði Nám fram bókina um Hervør og Høgna, sum Rannveig Hovgaard og John
Næs Berg hava skrivað, og Hannus Egholm og Edward Fuglø hava illustrerað
Leo Poulsen
Tær báðar fara at spæla verk
eftir Black, Weber, Balazs, Ol
sen og so verður ein eitt sind
ur óvanlig frumframførsla
eftir Leif Hansen.
Søgan handan hesa frum
framførslu er, at Monika
Stauss í 1997 spældi eitt
verk eftir Leif Hansen, og
tað vildi hon fegin hava við
nú hon og Birgitte skul hava
konsert í Mentanarhúsinum
í Fuglafirði í sambandi við
Summartónar.
Monika
Stauss
fann
tó ikki nótarnar aftur og
setti seg tí í samband við
Leif Hansen, men hann
fan heldur ikki sínar nótar.
Hann gjørdi so tað, at hann
skrivaði verkið av nýggjum
eftir minninum við nøkrum
broytingum.
Talan verður tí um eitt
nýtt – gamalt – verk og tí
eisini talan um eina frum
framførslu.
Monika Stauss Joensen
spælir violin, meðan Bir
gitte Schnakenburg spælir
klaver. Konsdertin verður
mánakvøldið í Mentanar
húsinum í Fuglafirði og
byrjar klokkan 20.
Monika og Birgitte
í Mentanarhúsinum
Mánakvøldið verður konsert í Mentanarhúsinum
í Fuglafirði, har Monika Stauss Joensen og
Birgitte Schnakenburg fara at framføra
Monika Stauss Joensen og Birgitte Schnakenburg