fríggjadagur 17. juni 2011síða 6
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 17. juni 2011 · Nr. 69
6
Sosialurin
Leo Poulsen
At ræða fólk er einki ókent
fyribrigdi innan rúsevnis
heimin, og tað er eftir øllum
at døma tað, ið er hent í sam
bandi við eitt rættarmál í
Føroya Rætti í gjár.
Tað er í sonevnda Norröna
-málinum, at ein annað ættar
liðs dani stóð ákærdur fyri
rúsevnissmugling. Talan er
um eitt mál, har hesin danin
kom til Føroya við Norrönu
21. februar í ár, og stutt fyri
at skipið skuldi leggja at,
tveitti danin ein pakka við
amfetamini í havi saman við
einum GPS-sendara.
Ætlanin var so, at siglast
skuldi út við einum GPS-
móttakara, sum skuldi finna
pakkan. Men løgreglan hevði
illgruna til danan, og tá hesin
seinni møttist við føroyska
makkaranum, handtók løg
reglan teir báðar.
Føroyski maðurin varð í
Føroya Rætti í apríl dømdur
sekur í smugling av amfe
tamin, og fekk tvey ára fong
sulsrevsing umframt 30.000
krónur í bót. Hendan dómin
hevur føroyski maðurin kært
inn fyri hægri rætt.
Í gjár var so danin í Føroya
Rætti, ákærdur fyri seks
forhold, har tey álvarsamastu
vóru forhold eitt og forhold
seks.
Forhold eitt snúði seg um
júst smuglingina við Nor
rönu, har hann var ákærdur
fyri at smugla 138,3 gramm
av amfetamin til Føroya,
og forhold seks snúði seg
um hóttan eftir lívinum av
áðurnevnda vitni. Hendan
hóttan fór fram í varðhald
inum.
Forhold tvey snúði seg
um ætlan at smugla eitt kilo
av hassj til Føroya, forhold
trý snúði seg um at hava
30-40 gramm av kokain í
varðveitslu. Forhold fimm
snúði seg somuleiðis um
varðveitslu, meðan forhold
fýra snúði seg um hóttanir
og harðskap.
Ákærdi játtaði seg sekan í
forholdi eitt og seks, tó bert
partvís.
Ikki fyrstu ferð
Ákærdi gjørdi sjálvur eina
kúvending, tá hann varð av
hoyrdur í rættinum. Hann
hevði als ikki verið sam
starvssinnaður í avhoyring
unum hjá løgregluni, men í
vitnisstólinum tosaði hann
kortini og »greiddi frá øll
um«.
Tað kom tískil eitt sindur
óvart á ákæruvaldið – sum
hevði ein spildurnýggjan
ákæra í føroyskum høpi,
Anne Oxbøll – at ákærdi
var so opinskáraður. Hann
greiddi nevniliga frá, at hetta
ikki var fyrstu ferð, hann
hevði smuglað rúsevni til
Føroya, tað hevði hann gjørt
tvær ferðir framman undan.
Hann var komin í sam
band við føroyska partin av
smuglaraparinum gjøgnum
ein felags vin, og hesin hevði
sagt honum, at tað vóru
nógvir pengar í rúsevnissølu
í Føroyum.
Ákærdi var tí komin til
Føroya at kanna málið. Hetta
var við flogfari í september í
fjør. Síðani segði hann seg
hava fingið til uppgávu
frá føroyska manninum at
smugla 100 gramm av hassji
til Føroya, og tað skuldi hann
fáa 8.0000 krónur i ómaksløn
fyri.
Tað gjørdi hann so og alt
gekk væl. Hetta var í oktober
2010, og longu í november
sama árið smuglaði hann
fyri aðru ferð 100 gramm av
hassji til Føroya við Norrönu,
hesaferð innvortis. Talan var
um 33 pakkar á 3 gramm, og
aftur hesaferð gekst alt upp
á stás.
Síðani var ákærdi aftur
í Føroyum í desember, men
hesaferð hevði hann einki
rúsevni við sær, ætlaði bert
at halda nýggjár í Føroyum.
So frægt høvdu tollararnir
tó lagt merki til hann, at
hann varð tikin til viks og
skannaður
fyri
innvortis
smugling.
Kúvending
Frágreiðingarnar hjá føroy
inginum og hjá dananum
vóru als ikki sambæriligar.
Hvør skyldaði hin partin at
verða høvuðsmannin.
Føroyingurin, sum í apríl
varð dømdur fyri rúsevnis
smugling, vildi vera við, at
hann als ikki seldi rúsevni,
men bert brúkti við hvørt.
Smuglarin og høvuðsmaðurin
var hinvegin danin.
Og tá spurningurin kom
inn á, hvør stóð aftan fyri
smuglingina við Norrönu
21. februar, og hvør kom við
hugskotinum og ikki minst
GPS’aranum, vóru teir báðir
púra ósamdir. Tí meðan dan
in í rættinum í gjár peikaði
eftir føroyinginum, so hevur
føroyingurin áður í Føroya
Rætti greitt frá, at tað var
danin, ið hevði biðið hann
goymt GPS’arin fyri seg.
Men av tí at føroyingurin
hevur kært sín dóm til Eyst
ara Landsrætt, hevði hann
rætt til ikki at svara spurn
ingum um forhold, sum hann
er dømdur í, og tann rættin
tók hann sær.
Hann kundi tí bert vitna
í forholdi fýra og seks. Men
eftir at hann í tveimum um
førum í Føroya Rætti – við
grundlógaravhoyring og við
revsimálinum – hevði greitt
frá, at ákærdi danin bæði
hevði hótt hann at gjalda
5.000 krónur og hevði sligið
hann, greiddi hann í gjár frá, at
eingin hóttan ella harðskapur
var farin fram. Eisini noktaði
hann fyri, nakrantíð at hava
flutt pengar til ákærda –
hóast tað var próvfast, at tað
hevði hann.
Í forholdi seks, sum snúði
seg um hóttan móti sær, segði
hann seg einki hava hoyrt og
einki sæð.
Deyðshóttan
Men at ákærdi hevði hótt
vitnið stóð rimmarfast, tá
ein fongsulsbetjentur var
førdur sum vitni. Og ákærdi
hevði eisini partvís játtað seg
sekan í hesi ákæru.
Sakin var hon, at tá ákæru
valdið vildi hava isoleringina
longda, kærdi ákærdi til
Eystara Landsrætt – og fekk
viðhald.
Men av tí at fongsuls-
manningin onkursvegna var
vitandi um, at ákærdi hevði
sett hóttanir fram móti
vitninum, gjørdu teir av at
flyta ákærda til Danmarkar
til Vestre Fængsel at sita
restina av varðhaldstíðini.
Teir boðaðu tí ákærda frá,
at hóast hann ikki skuldi
sita isoleraður, skuldi hann
sita í einarúmi til morgunin
eftir, tá hann skuldi sendast
til Danmarkar. Vitnið slapp
eisini úr isolatión, og tann
støðan varð tí mett sum ov
álvarsom.
Men hesi boð fullu langt
frá í góða jørð, og eftir at
verða læstur inn aftur í
klivan, tveitti ákærdi runt
við møblunum í klivanum,
eitt nú sjónvarpinum. Fong
sulsbetjentarnir gjørdu tí
av at maðurin mátti takast
við hørðum, og sum sagt so
gjørt. Ákærdi varð lagdur
i hondjørn og skuldi síðani
førast á aðra hædd, men tá
ákærdi kom fram við klivan
hjá vitninum, gjørdist hann
frá sær sjálvum.
Sambært
fongsulsbe
tjentinum ýldi hann: »Du
er en død mand, »BLIP«, vi
ved hvor du er«. So stóra
mótstøðu gjørdi hann, at allir
tríggir fongsulsbetjentarnir
saman við ákærda endaðu á
gólvinum.
Ákærin gjørdi greitt, at
ákærdi átti at dømast í øllum
forholdum og revsingin átti
ikki at verða minni enn trý
ár. Verjin hinvegin metti
ikki, at ákærdi kundi dømast
í forholdunum tvey til fimm
og metti, at revsingin ikki átti
at fara upp um eitt ár og seks
mánaðir.
Av tí at vitnið ikki tordi
at standa við undanfarnar
frágreiðingar, hevði dómarin
ongan møguleika enn at
døma eina lutfalsliga lina
revsing á tvey ára fongsul
umframt eina bót á 30.000
krónur.
Tað sum kortini stendur
eftir er, hví umrødda vitni
gjørdi eina slíka kúvending,
og heilt forkastaði allar und
anfarnar frágreiðingar.
rættarmál Rættiliga sannlíkt var tað hetta ið hendi, tá ein maður í Føroya Rætti
í gjár kúvendi og vendi øllum sínum undanfarnu frágreiðingum í rættinum baki.
Einki av tí, ið maðurin framman undan hevði greitt frá, var nú hent
Ræddi vitni til tøgn