Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-06-17, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 17. juni 2011síða 8

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 17. juni 2011 · Nr. 69 8 Sosialurin Snorri Brend Tað gav av bíta um vikuskiftið á kampingplássinum Yviri við Strond. Mánakvøldið – 2. hvítu­ sunnu­kvøld – var rætti­ liga trongligt á kamp­ing­ plássinum av húsvógnum, kampingbilum og tjøldum. Hetta hevur reist tann gamla spurningin aftur, um ikki stundin man vera komin til, at eitt nýtt kampingpláss verður gjørt, - eitt av slíkum slagi, sum er á hædd við onnur líknandi í útlondum. Sum skilst á Tóri í Hoyvík var ein roynd gjørd at útvega høvuðsstaðnum eitt slíkt fyri fimm árum síðani. Ætlanin var upprunaliga, at hetta umleið 30.000 fer­ metrar stóra økið skuldi liggja beint við vallara­ heiminum Kerjalon, ið nánd av Hotel Føroyum. Á henda hátt kundi ein gera brúk av felags fasili­tetum á báðum støðum. Men hetta datt altso niður­fyri. – At rigga eitt slíkt øki til hevði kostað sera nógvan pening, og tí varð ætlanin slept tá, greiðir Tóri í Hoyvík frá. Má koma Tórhavnar Kommuna ynskti við hesi ætlanini frá 2006 at bøta munandi um umstøðurnar hjá útlend­ ingum at kampera í økinum. Skipast skuldi eitt rættiliga stórt øki, sum í minsta lagi kundi taka einar 70 eindir av tí, sum tey í ferðavinnuni kalla fyri "mobil-homes". Her varð hugsað bæði um bilar, vognar og tjøld. Tá ein umsíðir hevði funn­ið eitt egnað øki við Markna­gil, vísti tað seg, at hetta kom at liggja rættiliga illa fyri í landslagnum. Ein onnur ætlan var nevniliga gjørd fyri økið við alskyns ring­vegum, rundkoyringum og tílíkum. Tí hevði hetta kamping­ økið als ikki verið hóskandi sum slíkt, og neyvan høvdu ferðafólk neyvan viljað gist her undir slíkum umstøð­ um. Sum skilst hevur ein kortini ikki slept málinum sum so, tí, sum Tóri í Hoyvík tekur til: Tórshavnar Komm­ una eigur at hava eitt ordiligt kampingpláss. Hetta skal helst hava eina góða plasering, men enn er einki annað øki til taks enn tað sum í løtuni finst har Yviri við Strond. Og sum myndin vísir hevði eitt hóskandi øki verið uppá sítt pláss um vikuskiftið. snorri@sosialurin.fo FERÐAVINNA Hóast ynski um eitt nýtt kampingpláss í høvuðs­ staðnum er til staðar, verður neyvan nakað nýtt og munandi størri pláss funnið í Havn í nærmastu framtíð. – Tørvurin er í øllum førum sera stórur, sigur Tóri í Hoyvík, býargartnari í Havn. Keyp eini hús í Afrika Tekstur: Snorri Brend Mynd: Jens Kristian Vang Eitt av hart raktu lond­ unum í Afrika er Bu­ rundi, sum ikki er nógv størri enn Jylland. Gjøgnum samfull 10 ár herjaði borgarakríggj í landinum millum tveir av ættarbólkunum – hutu og tutsi. Hetta førdi við sær, at minst 0,2 mió fólk lótu lív, og eitt nógv størri tal av fólki máttu flýggja til grannalondini. Fleiri eru flutt heim­ aftur, og onnur ynskja tað sama, men tað tey koma aftur til, er ein lítið tespilig sjón: Nógv­ ar landsbygdir eru snøgt sagt lagdar í oyði; mark­ irnar yvirvaksnar og farnar í órøkt, og sjálvi hava tey ikki pening at byrja av nýggjum. Her hevur ADRA, ið er ein hjálparfelagsskapur hjá Adventistunum í Føroyum og Danmark, sett sær fyri at rætta teimum eina hjálpandi hond. Í hesum døgum stend­ ur tí ein stór smátta á Torginum í SMS, og er hon á somu stødd sum tær, ið ætlanin er at byggja í Burundi. Við at vera í keypin­ um av einum slíkum hús­um ber til at geva hesum familjunum ein møgu­leika at byrja av nýggjum: Í fyrsta umfari við at fáa tak yvir høvdið, men í øðrum lagi amboð til at dyrka jørðina og 15 ymisk trø, soleiðis at tey kunnu forvinna til ta dag­liga breyðið. Henda verkætlanin – sum verður gjørd eft­ir regluni: Vit broyta heim­ in – eitt lív í senn - hevur longu vart í fleiri ár. Higartil hava oman fyri 7000 familjur fingið gleði og gagn av hesi hjálpini. Men sum skilst, er tørvurin framvegis til staðar. snorri@sosialurin.fo Hjálparfelagsskapurin ADRA hevur sum eitt av endamálum sínum at hjálpa heimvendum familjum í afrikanska landinum Burundi. Nú hava føroyingar møguleika at hjálpa teimum at búseta seg aftur, eftir at tey vórðu noydd at flýggja úr heimlandi sínum í árunum 1993 til 2003. Óegnað sum kampingpláss Kampingsplássið Yviri við Strond hevur síni 30 ár á baki, og hevur fingið ávísar ábøtur hesi árini. Tað eru tó tey kampingfeløgini uttanlands, sum ikki eru nøgd við støðuna. Hetta vísti ein grein í Sosialinum frá september mánaði 2006, har blaðið viðgjørdi sama trupulleikan og tørvin. Um hetta mundið var Richard Grimsdale, ferðastjóri frá bretska ferðafelagnum Camping and Caravaning Club í Føroyum, fyri at hyggja eftir viðurskiftunum í Føroyum. Í felagnum vóru tá omanfyri 400.000 limir. Honum líkaði væl náttúruna og landið annars, men var alt annað enn nøgdur við umstøðurnar hjá teimum ferðandi. – Okkara limir vilja fara til nýggj og grøn støð, og helst hagar ið tey kunnu fáa nakrar ótrúligar náttúruupplivingar. Tað kunnu tey fáa her, tí tit hava so nógv at bjóða teimum vitjandi. – Men tann avgerandi spurningurin er, hvar og hvussu tey skulu búgva. Og her vantar nógv í, sló Richard Grimsdale fast í samrøðuni. – Vit kunnu snøgt sagt ikki taka ábyrgd av at senda okkara limir til Føroyar. Ov lítið – og ov gamalt GAMALT Kampingplássið Yviri við Strond hevur síni 30 ár á baki, og man hava tænt fyri seg, hóast ábøtur eru gjørdar síðani tá Mynd: Birgir Kruse MUNUR Á Tað er munur á okkara húsum og teirri smáttuni, sum Tue Westing frá ADRA í Danmark vísir fram í SMS Myndir: Jens Kristian Vang