Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-06-17, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 17. juni 2011síða 30

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 17. juni 2011 · Nr. 69 30 Sosialurin Umsjónarmaður/húsavørður til Meginskúlan á Sandi Meginskúlin á Sandi Fjølbroytt og áhugavert starv sum Umsjónarmaður/húsavørður á Meginskúlanum á Sandi er leyst at søkja. Starvið Tú kemur at hava ábyrgd av skúlanum og svimjihylinum. Arbeiðið fevnir um alt vanligt umsjónararbeiði. Starvið verður sett frá 1. august 2011 ella eftir nærri avtalu. Talan er um eitt heiltíðarstarv, har tað kann verða neyðugt at arbeiða nakrar tímar um vikuna uttanfyri vanliga arbeiðstíð. Umsøkjarin Vit síggja fyri okkum, at tú hevur handverkaraútbúgving ella aðra viðkomandi útbúgving ella royndir, hevur góð samstarvsevni og ert ágrýtin og nærlagdur. Lønin verður sett eftir nærri avtalu. Umsókn Umsókn við upplýsingum um útbúgving og royndir verður at senda til: Sjúrður Nolsøe Dalsvegur 18 235 Dalur skjótast til ber og í seinasta lagi 23. juni 2011. Hevur tú spurningar ella ivamál ert tú vælkomin at seta teg í samband við Sjúrð Nolsøe á telefon 361403 ella 265271. Allar umsóknir og fyrispurningar verða viðgjørdar í trúnaði. KUNNGERÐ Hervið verður kunngjørt, at Sumbiar kommuna á kommunustýrisfundi tann 10. mai 2011 hevur sam tykt at broyta verandi byggisamtykt fyri Sumba. Talan er um at broyta part av matr.nr. 110a í Sumba, frá landbúnaðar- til sethúsaøki. Ætlaða broytingin verður løgd fram til almenna eftirskoðan á kommunuskrivstovuni til 5. juli 2011. Møgulig mótmæli og broytingaruppskot til ætlaðu broytingina í byggisamtyktini, skulu vera kommunustýrinum í hendi áðrenn 26. juli 2011. Sumbiar kommuna FO-970 SUMba · TEl. 370344 Fax 370114 Sumbiar kommuna Vinnu- & bilradio á Í sendingini verður vitjað hjá Import í Havn, og prátað verður við Toni Dam, stjóra í fyritøkuni. Ein BMW 520d verður royndarkoyrdur saman við Dávið í Lon Jacobsen frá Nordcar. Eisini er samrøða við Erik Fey frá Morgan Sportcar Club. * Sendingin verður eisini endur send sunnukvøldið kl. 22 Leygardagin kl. 17 (e) Toni Dam Dávið í Lon Jacobsen