Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-06-17, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 17. juni 2011síða 32

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 17. juni 2011 · Nr. 69 32 Sosialurin Navn: Bústaður: Telefon: www.torshavn.fo Klipping og skerjing av trøum og runnum móti gøtu, vegi og almennum øki Við heimild í Vegalógini grein 103 um almennan veg og grein 47 um privatan felagsveg, heitir Tórshavnar kommuna á øll, ið hava mark út móti almennum vegi, har træ- og runnavøkstur hevur breitt seg út á vegaøkið, um skjótast at klippa og skerja sambært galdandi ásetingum. Klippast skal ájavnt við mark, yvir gongu- og súkklubreyt og vegøksl skal fríhæddin vera 2,5 metrar, meðan hæddin yvir koyrivegi skal vera 4,2 metrar. Og tá skal fyrivarni takast fyri, at regn og kavi kunnu tyngja greinarnar niður. Gjørt verður vart við, at lógin ásetur, at vegamyndugleikin kann krevja at trø og runnar og annar vøkstur verða tikin burtur, og at um boðini ikki verða aktað, kann vegamyndugleikin lata arbeiðið gera fyri rokning grundeigarans. Tórshavnar kommuna Plan- og rakstrardeildin Vaglið · Postboks 32 FO-110 Tórshavn Tel: +298 302010 min. 250 cm min. 420 cm min. 250 cm