fríggjadagur 17. juni 2011síða 48
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 69 · 17. juni 2011
8
VIKUSKIFTI
Hevur valda lívsleiðin
altíð ligið í kortunum?
Ja, tað var rættiliga tíðliga, at journalistikkurin
lá fremst í tonkunum, tá yrkisleiðin skuldi
veljast. Heilt afturi í fólkaskúlanum
høvdu vit ein lærara, ið plagdi at gita
um, hvat vit børn skuldu blíva til – og
í mínum føri fekk hon so rætt.
Hvat er tað besta við starvinum?
Tað eru tær ferðirnar, tá eg merki, at arbeiðið
hevur gjørt mun, hevur verið eitt gott íkast til
samfelagskjakið – kanska enntá hevur flutt
okkurt í somáta. Viðhvørt kunnu avdúkingar
av viðurskiftum í samfelagnum hava stóran,
demokratiskan og menniskjaligan týdning, og
fyri ein journalist er tað gevandi at vera partur
av. Tá journalistiska fakið sleppur at virka til
fulnar er tað ein hornasteinur í demokratinum,
og tí er tað so umráðandi at hjúkla um fakið og
umstøðurnar at røkja uppgávuna. Tær ferðir,
ið bera brá av slíkari røkt, eru fantastiskar.
Hvat er tað ringasta?
Tað kann vera rættiliga frustrerandi at vera
dekkari á skútu, hvørs farleið natúrliga liggur
í tíðindameldri og kritiskum sjógvi, tá skiparin
hevur handalag sum gravkúgv, við tí avleiðing
at skútan gerst kastibløka og dekkarar leypa
fyri borð ella skola á bláman. Frustrerandi.
Hvat vil tú kalla títt størsta scoop?
Tað er ilt at meta um, og havi eg ringt við
at taka nakra einstaka søgu burturúr. Men
onkursvegna eru tað søgurnar, ið hava flutt
okkurt. Hava havt týdning at fingið fortalt.
Tær søgurnar, ið gera journalistikkin til
nakað serstakt. Hartil eru sjálvandi nógvar
sera stuttligar løtur, ið onkursvegna standa
eftir. Eitt nú tá eg fekk møguleika at fylgja
søguligu ferðini hjá Páli Joensen til EJM í
Beograd fyri Rás2 & Sosialin. Og sjálvandi
var tað eisini stuttligt at hitta og interviewa
kanadiska poppkongin Bryan Adams, ið hevur
slitið mítt stereoanlegg síðani barnaárini.
Um tú ikki var journalist,
hvat hevði tú so verið?
Áðrenn eg slapp inn á journalistháskúlan
arbeiddi eg hálvt triðja ár á trolverkstaðnum
Vónini. Tað var somikið stuttligt arbeiði í
góðum umhvørvi, at helst hevði eg framvegis
havt okkurt við trolarbeiði at gera.
Hvat dámar tær betri at
gera, útvarp ella blað?
Útvarpsmiðilin, sum eg havi arbeitt mest við
í seinastuni, hevur sína styrki í skjótleikanum,
umframt at miðilin hevur eina heilt serliga
nervu, tá tað riggar væl. Tað dámar mær væl.
Hinvegin hevur prentaða blaðið sínar avgjørdu
styrkir í mun til útvarp, eitt nú til bakgrund ella
søgur við nógvum fakta. Og so kann blaðið
í størri mun fasthalda móttakaranum, um
søgan væl at merkja er góð og væl skrivað,
sammett við skjóta útvarpsmiðilin. Í síðsta
enda snýr tað seg væl um góðu søguna
– miðilin er til fyri at formidla søguna.
Hvat kanst tú øsa teg um?
Viðhvørt kann eg fanga meg sjálvan í at øsa
meg um smálutir, ið onkursvegna ongan
týdning hava, men tó leggja fótonglar fyri
góða úrslitinum. Tað kann vera nokkso
irriterandi júst í tí løtuni, men gongur tó
skjótt yvir. Og so sjálvandi eisini, tá teir
reyðu, tað veri seg úr Manchester ella
Fuglafirði, ikki útnytta sítt potentiali.
Ferðast tú nógv í egnum landi?
Vit royna eftir førimuni at ferðast í egnum
landi, læna ella leiga onkran bústað í
nakrar dagar og uppliva ymsar partar
av Føroyum. Tað kann viðmælast!
Hvønn persón, livandi ella
søguligan, vildi tú hitt?
Fyrrverandi blaðstjórin á Sosialinum, Jan
Múller, hevði ein dreym um at fáa Nelson
Mandela til Føroya. Hann hevði verið
áhugaverdur at hitt. Annars eru so nógv
áhugaverd fólk til, at tað er vónleyst at nevna
tey øll. Og viðhvørt hendir tað jú eisini, at
tú ikki finnur út av tí áhugaverda við einum
persóni, fyrr enn tú hevur hitt viðkomandi.
Hvat er besti filmur, sum er gjørdur?
Herfyri vóru daman og eg í biografinum til
skemtifilmin »Just Go With It« við Adam
Sandler og Jennifer Aniston. Filmurin fer
neyvan á Oscar-pallin ella í søgubøkurnar,
men júst tað kvøldið rakti hann plett, og vit
flentu allan filmin. Tað er tað góða við einum
góðum filmi, at hann kann fanga okkum í
einum stemningi, einum huglagi. Tí ber eftir
mínum tykki ikki til at siga, at ein ávísur filmur
er tann besti – heldur eiga vit at hyggja at
og meta um løtuna, ið vit brúktu til filmin.
Hvør bók liggur á náttborðinum?
Ævisøgan um danska boksaran Johnny
Bredahl var á útsølu í Rit & Rák herfyri.
Hon endaði á náttborðinum. Ein erlig,
væl skrivað bók um ein mann í svárum
trupulleikum, ið tó gjørdist heimsmeistari.
Verður tú framvegis
innan yrkið um 10 ár?
Ja, havi eg lív og heilsuna fer tað eisini at
snúgva seg um journalistik um 10 ár.
Jón Brian Hvidtfeldt
Áhugavert at fingið
Nelson Mandela til Føroya
lagt til rættis: Leo Poulsen
Jón Brian Hvidtfeldt var sum hin seinasti kosin til »Ársins journalist«, og tað var
longu tíðliga greitt, at hetta skuldi verða hansara lívsleið. Serligt í minninum eru
frásagnirnar frá EJM, tá Pál Joensen vann trý EM-heiti, og tá hann hitti og interview’aði
Brian Adams. verður lív og heilsa verður hann framvegis journalist um tíggju ár
Mynd: Jens Kristian Vang