Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-06-17, síða 58
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 17. juni 2011síða 58

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 69 · 17. juni 2011 18 VIKUSKIFTI Ovurstóru ferðamannaskipini við fleiri túsund ferðafólkum umborð eru ein tann størsta avbjóðingin hjá bjargingarliðum í Norðuratlantshavi. Í Grønlandi seta tey bátar út við ferðandi, sum skulu nerta við ísfjøllini, men vandaleyst er ikki at liggja so tætt upp at ísfjøllum. Fylgt verður gjølla við stóru skipunum, kom fram á ráðstevnu um sjótrygd í Norðuratlantshavi í Norðurlandahúsinum í farnu viku Flótandi hotellini størsti vandin sjótilbúgving Uni Arge ua@sosialurin.fo   Sjáldan hava so nógvir serfrøðingar í sjótrygd verið savnaðir á sama stað í Før­oyum sum hósdagin 9. juni, tá ráð­stevna var í Norðurlandahúsinum um trygdina í Norðuratlantshavi og arktiska økinum. Serfrøðingar vóru komnir bæði úr Kanada, Íslandi, Dan­mark og Noregi at siga frá til­ búgv­ingunum í ymsu londunum, og fyri Føroyar høvdu Henrik Weihe Joensen, stjóri á Tilbúgvingarstovni Før­oya, og Vilhjálmur Gregoriussen, stjóri á Skipaeftirlitinum, orðið. Árni Olafsson, føroyskur ráðgevi í danska uttan­ríkisráðnum, greiddi frá sjótil­ búgv­ingaravtaluni, sum Arktiska Ráðið gjørdi í Nuuk í mai í ár. Við á hes­um fundi vóru  eitt nú  Kaj Leo Johannesen, løgmaður, og Hillary Clinton, uttanríkisráðharri í USA. Árni Olafsson greiddi frá, at sigl­ing í arktiska økinum er sera vanda­mikil, tí teinarnir at sigla eru stórir, bjarg­ ingarútgerðin í økinum er avmarkað, og veðrið kann mangan vera sera ringt. Har­aftrat er myrkt í økinum megin­part­ in av árinum. Møguleikarnir at koma neyðstøddum til hjálpar ella at fyri­ byrgja dálkingarvanlukkum eru nógv verri í arktiska økinum enn í flestu øðrum havøkjum, nevndi hann. Hes­ ar avbjóðingar hevur Arktiska Ráðið, ið varð stovnað í 1996, tikið upp. Í ráð­num eru Danmark, Ísland, Noreg, Svøríki, Finnland, Russland, USA og Kanada. Hesi vóru londini, ið saman við Grønlandi og Føroyum hittust á fund­inum hjá Arktiska Ráðnum í Nuuk í farna mánaði. Avtalan, sum londini undirskrivaðu, ásetir, hvussu londini skulu hjálpa hvørjum øðrum, um neyðstøða tekur seg upp, og hvussu bjargingararbeiðið skal samskipast. Eisini ásetir hon, at londini skulu hava felags venjingar, so sleppast kann undan misskiljingum, tá neyðugt er at fara til verka. Árni Olafsson orðaði seg soleiðis, at ørkymlan og ruðuleiki kosta mannalív, og hesum skal avtalan hjá Arktiska Ráðnum forða fyri. Summi hava funnist at, at avtalan er ikki nóg ítøkilig, men Árni Olafsson vísti á, at avtalan er eitt týdningarmikið stig tann rætta vegin, og at hon varpar ítøkiligt ljós á trygdarspurningin í arktiska økinum, ið er so ovurstórt og vandafult sjóøki. Á ráðstevnuni høvdu eisini Jóhan Dahl, landsstýrismaður við til­ búgv­ingar­málum, og Henrik Dam Kristensen, forseti í Norðurlanda­ ráð­num, orðið.  Báðir nevndu teir stóru ferða­manna­skipini, sum sigla í Norðurhøvum við túsund­tals fólkum umborð. Hesi ferða­fólkini vilja upp­ liva støð, sum ongin fyrr hevur sæð ella nortið, og skip­arar­nir á ferða­ manna­skipunum leggja nógv fyri at ganga ynskj­unum hjá ferðafólkunum á møti. Í Grønlandi sigla skipini tætt at ísfjøll­unum, seta bátar út og lata ferða­ fólkini nerta við sjálvan ísin. Hetta er óføra stuttligt ítriv hjá eitt nú ameri­ konskum ríkfólkum, men skuldi hol komið á skipini, eins og tá Titanic sakk, hvør skuldi so bjargað fólkunum? Og hvør skuldi tikið ímóti teimum? Hendan spurning umrøddi Per Sønderstrup, skrivstovustjóri í danska sjó­ferðslustýrinum. Hann nevndi, at tað er tryggari hjá stóru skipunum at leggja til havs tvey og tvey. Sigling á hendan hátt er kortini ein avbjóðing, tí ferða­fólkini við tílíkum skipum vilja hava eina kenslu av, at tey eru púra einsamøll í óspiltu náttúruni. At sigla stillisliga inn í ókendu verðina við Grønlands strendur er tó ikki vandaleyst, tí sjó­kortini eru ikki altíð so álítandi, sum ynskiligt kundi verið. Haraftrat hevur upp­hitingin í heiminum við sær, at arktiska økið broytist. Ísurin tiðnar, nýggj sker koma undan kavi, og sigl­ingarleiðir, ið fyrr ikki funnust, síggja brádliga dagsins ljós. Soleiðis broyt­ist arktiska økið allatíðina, og at gera nøktandi sjókort er tí støðugt ein avbjóðing. Við Føroyar eru eisini avbjóðingar, tá um stór ferðamannaskip ræður. Eini 40 stór ferðamannaskip leggja leiðini higar hvørt ár, og summi eru so stór, at Norrøna minnir um eina vesaliga ferju afturímóti. Um eitt av hesum skipum fór á land, hvat hevði so hent? Tað hevði ið hvussu er verið ein avbjóðing, og á elektroniskum kortum, sum fleiri serfrøðingar vístu á ráðstevnuni, sást, at skipaferðslan kring Føroyar, Ísland og Grønland er ikki lítil ein vanligan dag. Vit liva í einum risikosamfelag, eins og Henrik Weihe Joensen, stjóri á Tilbúgvingarstovni Føroya, segði, tá hann hugleiddi um ta uppgávu, ið tilbúgvingar hava. Samsvarandi hesum váða verður trygdin gjørd so góð sum gjørligt, men at trygdin kann gerast fullkomin, er helst ein ynskidreymur. Hon er so góð, sum hon kann vera, undir teimum umstøðum, ið ymsu til­ búgvingarnar hava, tóktist semja at vera um á ráðstevnuni.