fríggjadagur 17. juni 2011síða 60
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 69 · 17. juni 2011
20
VIKUSKIFTI
Miðlamjarr
Summi fólk peika á hondliðina, tá tey
spyrja hvat klokkan er ! Gud viti um
tey peika ímillum beinini, tá tey spyrja
hvar vesið er !
Maður
lagt til rættis: Eyðun Klakstein
Eg elski at eta tað, sum
ikki er gott fyri meg.
Serliga junkfood, steikir
við sós, sjokulátabreyð
og buding.
Bretska supermodellen Rosie
Huntington-Whiteley
Hvat
bilar tað,
at vatnið er
dálkað, tá
man eigur gott
whisky inni?
Maður, 37 ár
Eg eri lækni,
sum fult og
heilt trúgvi á
megina í bønini
og grøðing.
Jenis av Rana,
kommunulækni
(Christian Today)
Vit vita, hvat vit gera.
Janus Petersen, stjóri í Bank Nordik,
til tey, sum spyrja, um bankin er við at
leypa fram av uttanlands (Dimma)
Okkum tørvar bankar, sum ikki gera
sær dælt av vantandi kapping.
Løgtingskvinnan Bjørt Samuelsen
Fólk siga altíð við meg, at broyting er
góð. Men tað merkir bara, at okkurt,
sum ikki skuldi henda, er hent.
Sjónleikarin Meg Ryan.
- Eitt er vist, og tað er, at
Tjóðveldis gislatøkan úti i
Tinganesi má steðgast,
hendurnar hjá Kaj Leo
mugu loysast, so hann
fær útskriva val áðrenn
fleiri vanlukkur h enda.
Fólkafloksmaðurin Jákup
Mikkelsen hevur lítið álit
á samgonguni, eftir at
Fólkaflokkurin endaði uttanfyri
Eg ivist stórliga í at ein prestur, løntur av almennu Føroyum, skal hava fullkomið
prædikufrælsi í eini kringvarpsgudstænastu. At hann kann sleppa ótarnaður at kalla
meditatión fyri ein eysturlendskan blindveg og barnadópin vegin fram til Gud. At hann
sleppur at biðja fyri missiónsarbeiði uttan at nevna hjálpararbeiði, íð fríkirkjurnar standa fyri.
Maður, 53 ár