mánadagur 20. juni 2011síða 4
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 20. juni 2011 · Nr. 70
4
Sosialurin
Randi Jacobsen
Føroya rættur viðgjørdi í
seinastu viku eitt mál um
neyðtøku. Hetta var eitt
ógvuliga prinsippielt mál,
sum endaði við, at maðurin
varð dømdur fongsulsrevs
ing í hálvt annað ár.
Eitt kvøld sótu nøkur
fólk, sum kendust meira ella
minni væl, á einum vertshúsi
í Havn og drukku nógv.
Tá ið vertshúsið læt aftur,
avgjørdu tey at ballast víðari.
Nøkur fóru til gongu, og tveir
menn og ein kvinna fóru við
hýrivogni, tí tey skuldu hava
hendur á eini fløsku.
Í rættinum greiddi tann
ákærdi maðurin, at tað lá í
luftini, at hann og kvinnan
skuldu vera væl hetta kvøld
ið. Í hýrivogninum høvdu tey
sitið og kávað uppi á hvør
øðrum.
Ymiskar fatanir
Hvat
víðari
hendi
vóru
maðurin og kvinnan ikki
heilt samd um. Hon segði,
at beint sum hon kom inn
í húsini, har ballið skuldi
standa, fór hon á vesi, og
hann kom aftaná.
Hann segði, at tey høvdu
sitið eina løtu í sofuni,
áðrenn tey saman fóru inn
á vesið. Hann segði, at hon í
fyrstuni vildi haav samlegu
við sær, og hon segði, at hann
tók hana við megi.
Hini fólkini hoyrdu hana
eina ferð skríggja, og ein
edrú kvinna tulkaði skríggið
sum eitt neyðarróp. Hon fór
tó ikki at vita, hvat var áfatt.
Nøkur av hinum fóru at vita,
og tá ið maðurin segði, at alt
var í lagi, fóru tey út aftur.
Kvinnan hevði ikki biðið
tey hjálpt sær, tí hon tordi
ikki, segði hon í rættinum.
Hon græt
Ósædd smeyg kvinnan sær
á dyr, fann ein hýrivogn,
sum ein fyrrverandi sjeikur
koyrdi. Hon græt, segði sja
førurin, og hann koyrdi
hana á politistøðina. Har
segði hon sína søgu men
vildi ikki melda, tí hon var
full, og tí hon hevði ikki álit
á politinum, greiddi hon frá.
Hon varð nevniliga sum
ávikavist átta og tólv árt
gomul neyðtikin, og báðu
ferðirnar
varð
maðurin
frídømdur í rættinum.
Um kvøldið fór hon aftur á
politistøðina, meldaði mannin,
sum tá varð handtikin og dag
in eftir varðhaldsfongslaður.
Frágreiðingarnar
frá
teimum vitnum, sum høvdu
verið hjástødd, vóru ikki
eins, tí við einum undantaki,
høvdu tey øll verið full.
Verjin
hjá
manninum
royndi at sáa iva um trúvirði
hjá kvinnuni, sum hevði sitið
og fríggjað við manninum,
áðrenn alt hendi. Hann heldt
hana vera ólíkavektuga og
vera lætta uppá tað.
Hann kom við, at fleiri
dømi um, at kvinnur av
órøttum
høvdu
meldað
menn
fyri
neyðtøku
av
ymiskum orsøkum
Hann vísti á, at kvinnan
var farin sjálvboðin við.
Ákærin
ásannaði,
at
kvinnan hevði verið full,
men at tað tóktist sum, at
hon klárnaði, tá ið tað gekk
upp fyri henni, hvar hon var,
og hvat var við at henda. Eitt
vitni hevði hoyrt hana rópa
tvær ferðir, at hon ikki vildi
hava mannin. Tað var tá, at
hon beit mannin fleiri ferðir
í andltiið og bringuna fyri at
sleppa leys.
Kvinnan sá, at ein maður
kom inn á vesið, og hon sá
mannin flenna. Tað var tí,
hon ikki vldi fara innaftur.
Fólkini vóru ikki vinir, sum
hon hevði hildið teira vera.
−
Sum kvinna hevði
hon rætt til at siga nei til
sex. Ein kvinna hevur altíð
rætt til at siga nei. Fyri tað
um hon fór við manninum,
hevði hon rætt til at broyta
hugsan, segði ákærin, sum
ógvaðist av holdninginum,
sum summir menn hava á
kvinnur. Ákærin átalaði, at
verjin hjá manninum legði
kvinnuna undir at lúgva.
Harður dómur
Maðurin varð dømdur eitt
ár og seks mánaðir í fongsul.
Haraftrat skal hann gjalda
kvinnuni 50.000 krónur í
endurgjaldi í seinasta lagi um
14 dagar, og hann skal eisini
gjalda sakarmálskostnaðin.
Dómarin grundgav dímin
við, at kvinnan týðiliga hev
ði víst, at hon ikki vildi hava
samlegu við manninum. Øll
høvdu hoyrt hennara skrígg,
men bara ein tók skríggið í
álvara. Tá ið nøkur fóru inn
á vesið at vita, hvat var galið,
spurdi eingin hana nakað.
Hon stóð og hugdi niður í
gólvið, og hann segði alt vera
í lagi.
Dómarin
viðgekk,
at
torført var at fáa kvinnuna
at siga, hvat var hent, men
tað kom væl fram, at hon var
sjónliga ávirkað av sínum
upplivingum í barndóminum
og hesa náttina.
Í landsrættin
Maðurin kærdi dómin á
staðnum, og málið kemur
fyri í landsrættinum í august.
Ákærin segði, at neyð
tøka var so álvarslig brots
gerð, at hon kravdi mannin
framhaldandi
varðhalds
fongslaðan.
Tað kravið vísti rættur
in frá sær, og ákærin kærdi
henda úrskurð til lands
rættin. Ta avgerðina tekur
landsrætturin avgerð um ein
av fyrstu døgunum.
Til ta tíð skal maðurin sita
varðhaldsfongslaður.
randi@sosialurin.fo
Ráða yvir
egnum kroppi
Ein kvinna hevur til eina og hvørja tíð rætt til at siga nei til
samlegu. Tað var niðurstøðan í dóminum, ein 35 ára gamal
maður fríggjadagin fekk í Føroya rætti fyri neyðtøku
Randi Jacobsen
Á Portalinum í seinastu
viku var ein heldur
misvísandi frágreiðing
um málið um, hví ein
føroyingur hevur sitið
varðhaldsfongslaður nú
í meira enn 13 mánaðir.
Fleiri orsøkir eru til,
at málið ikki er komið
fyri rættin enn.
Hendingin, tá ið mað
urin stakk varafútan í
lærið, hendi 4. mai.
Á Psykiatriska Depli
num eru ikki so nógvir
psykiatarar, og hann,
sum gjørdi kanningina,
hevði
nógv
annað
arbeiðið umframt.
Ta fyrstu tíðina varð
tilfarið savnað saman,
og Kriminalforsorgingin
gjørdi
sína
persóns
kanning. Tann kanning
in var partur av samlaða
tilfarinum.
Tað
gjørdi
ikki
arbeiðið minni tvørligt,
at
varðhaldsfongslaði
maðurin
ikki
vildi
viðvirka.
So kom summarið,
og 12. september var frá
greiðingin hjá psykiat
aranum liðug.
Alt eftir hvør ákæran
er, verður støða tikin til,
um málið skal leggjast
fyri Rættarlæknaráðið,
og tað varð tað í hesum
førinum.
Rættarlæknaráðið
metir ikki, um ein per
sónur er egnaður at
fara í rættin. Tað er ikki
teirra uppgáva. Tey í
Rættarlæknaráðnum
meta út frá mentalkann
ingini, um tilmælið í
kanningini er í lagu, og
um tey vilja mæla til
tað sama. Tað snýr seg
í
høvuðsheitum
um,
hvørt pertsónurin er
umfataður av greinum í
revsilógini, sum frítekur
fyri
revsing,
og
um
persónurin í staðin skal
hava viðgerð.
Tríggir limir eru í
Rættarlæknaráðnum,
sum
luttka
aí
hesi
metingini.
Tað
kann
henda, at tey eru ósamd,
ella
gtey
vilja
hava
okkurt lýst betur, og tá
er vanligt at stig verða
tikin til at gera eina
supplerandi kanning.
Um
rættarlækna
ráðið heldur, at mental
kanningin ikki er í lagu,
venda tey sær til tann,
sum gjørdi kanningina,
og tað varð ikki gjørt í
hesum førinum.
Supplerandi
kann
ingin varð gjørd í Dan
mark, og tí er skeivt
at siga, at bíðað hevur
verið so leingi eftir
kanningini frá Psykiatr
iska Deplinum.
randi@sosialurin.fo
Varðhaldsfongslingin av
føroyinginum, sum situr í
Danmark, hevur drigið so nógv
út, tí biðað hevur verið leingi
eftir supplerandi kanningini,
ið gjørd verður i Danmark
Fleiri
orsøkir til
seinkingina
Eingin kann noyða eina kvinnu til samlegu,
sjálvt um hon sjálv hevur lagt upp til tað