Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-06-20, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 20. juni 2011síða 32

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 20. juni 2011 · Nr. 70 32 Sosialurin Hvønn dag í juni mánaða verða Sudoku uppgávur at finna í Sosialinum. Jú fleiri uppgávur, ið tú hevur loyst, tess størri møguleika hevur tú at vinna. Sendið okkum loysnina innan mánadagin 11. juli 2011 kl. 10.00 og merkið brævbjálvan »Sudoku«. Drigið verður í viku 28. Fyri at vera við í kappingini, skal øll uppgávan verða loyst. Navn: Bústaður: Telefon: Vinningurin í juni er ein BlackBerry Gemini - 8520 fartelefon frá Vodafone Virði tilsamans: kr. 3.495,- Juni-kappingin Egið minni 256 MB Møguleika at útbyggjað minni upp til 32GB MicroSD minnskorti Bluetooth 2.0 við A2DP Wifi 802.11 b/g Stand-by 408 tímar (17 dagar) Talutíð 4 tímar og 30 minuttir 2 MP-myndatól Media player Tónleika spælari MP3/AAC/AAC +/WMA/ASF Video spælari H.263/H.264/WMV BlackBerry maps Blackberry Messenger Fakta um BlackBerry Gemini - 8520 Sendið til: Sosialin · Boks 76 · 110 Tórshavn Merkið brævbjálvan »Sudoku« Les meira á www.banknordik.fo/starv HR-mennari til Starvsfólkadeildina BankNordik sóknast eftir fólki til at skipa og menna HR-økið í bankanum. Starvsfólkadeildin hevur yvirskipaðu ábyrgdina av, at neyðugir førleikar eru til staðar í samtakinum. Hetta skal tryggja, at fyritøkan framhaldandi kann rekast á einum tryggum, handilsligum grundarlagi. Arbeiðsøki Í BankNordik er Human Resources eitt strategiskt arbeiðsøki, ið skal stuðla undir menningina av samtakinum. Tí arbeiðir BankNordik miðvíst við at menna starvsfólkini og at gera tey uppaftur dugnaligari. Hetta verður gjørt við at fremja og máta HR-menningarætlanir og at seta í verk ein HR-politikk, sum skal knýta saman handilslig mál og virkisførleika. BankNordik leggur stóran dent á HR-økið og vil áhaldandi varðveita og draga tey bestu starvsfólkini at sær. Bankin arbeiðir støðugt við at skapa hóskandi arbeiðsavbjóðingar og eitt arbeiðsumhvørvi, har starvsfólk trívast og støðast. Í tøttum samstarvi við hini starvsfólkini á deildini skalt tú vera við til at fremja hetta í verki. Í starvinum sum HR-mennari skalt tú millum annað vera við til at skipa og luttaka í verkætlanum, standa fyri starvssetanum og gera nøgdsemis- kanningar. Tú fert at arbeiða í einum altjóða samtaki, sum hevur virksemi í fleiri ymsum londum, og hetta krevur tí, at umsøkjarin er stinnur í føroyskum og donskum máli. Vit bjóða Eitt spennandi og avbjóðandi starv í einum altjóða umhvørvi, har virkis- mentanin er grundað á okkara kjarnuvirðir, sum eru dugnasemi, eldhugi og framsøkni. Starvið gevur møguleika fyri fakligari og persónligari menning. Førleikakrøv Vit vænta, at tú hevur hóskandi útbúgving og hollar royndir at arbeiða við fólki. Tú skalt hava góð samskipanarevnir og lætt við at samskifta við fólk. Umsókn Umsóknarfreistin er 23. juni. Send tína umsókn við CV og avritum av viðkomandi skjølum til BankNordik, Húsagøta 3, Postboks 3048, FO-110 Tórshavn, ella til starvsfolk@banknordik.fo. Fleiri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Turið F. Arge, starvsfólkaleiðara, á +298 230 678 ella á tfa@banknordik.fo. Umsóknin skal merkjast „HR-mennari“.