Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-06-24, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 24. juni 2011síða 2

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 24. juni 2011 · Nr. 72 vikuskiftisblaðið Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Oddagrein Hóast 71 ára gamli, Suni Vinther nú er farin frá sum for­maður í Reyða Krossi Før­ oya, er hugur hansara at gera eitt arbeiði fyri felagsskapin ikki viknaður. Kanska heldur hinvegin. Í gjár var móttøka fyri honum í hølunum hjá Reyða Krossi í Havn, har Anders Ladekarl, sum er aðalskrivari í Dansk Røde Kors eisini var við. At Suni soleiðis verður heiðraður kemur ikki av ongum. Hann hevur verið nevnd­arlimur í Reyða Krossi í samfull 29 ár, og ver­ið formaður 15 tey sein­ astu árini, og hevur so­leiðis havt ein avgerandi leik­lut í ar­beiðinum at gera fe­lags­ skapin sjónligan, menna hann og trygt kunna lata hann í hendurnar á tí nýggja ættarliðnum við Ennu Garðs­ horn Mikkelsen, aðal­skrivara á odda. Reyði Krossir er heim­sins størsti humaniteri hjálp­ arfelagsskapur við deildum í 186 londum og 13 mió sjálv­ bondum fólkum í øllum heim­sins londum. Drúgva arbeiðið hjá Suna Vinther heldur ikki upp­ at eftir móttøkuna í gjár. Hann verður framvegis við í arbeiðinum, – sum altjóða am­bassadørur hjá Reyða Krossi. – Tað fer framvegis at verða brúk fyri okkara fe­ lags­skapi her á landi. Eldra­ bylgjan rakar eisini okkum, og tí er eingin ivi um at okkara sjálvbodna lið fer at fáa meiri at gera í fram­tíð­ ini, sigur S u n i Vinther. Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Á jóansøkuni um vikuskiftið verður hildin Jóansøkukvirra, bøn og lovsangur  í Hovi. Á gamla tjaldøkinum við rættina inni á Dal í Hovi, verður skipað fyri Jóan­ søku­kvirru við bønarkrá og lov­sangi. Tiltakið verður lagt til rættis sum sokallað   “opið rúm” í fríðu náttúruni, frá í morgin til sunnudagin. – Her eru øll eru vælkomin at steðga á og njóta friðin eina løtu í Guds nærveru og í samljóð við vøkru náttúr­ una, siga fyrireikarnir av ætl­anini. Umsíðir verða stig tikin til tess at finna út av, hvør hevði ábyrgdina av stóra skædlinum í Eik Banka. Og tað er gott. Og tað er gott, tí fólkið í Føroyum hevur krav uppá, at ábyrgd verður plaserað, tá ið avgerðir, ið nakrir fáir per­són­ar taka, fáa so álvarsamar avleiðingar fyri so nógv fólk og so nógv vinnuvirki – og á allan tann føroyska samfelagsbúskapin. Og so kunnu vit skylda upp á danskt fíggjareftirlit og eina vánaliga føroyska skráseting. Men tað broytir ikki tann veruleika, at stóri og sterki og gamli Sparikassin varð koyrdur á heysum av nøkrum persónum – sum við ivasomum av­gerðartilgongdum – sótu báðum meg­in borðið. Ísland varð ofta tikið fram sum fyrimyndin – og flent varð eftir konservativu føroyingunum – og serliga eftir Jørn Astrup Hansen og hansara leiðsluhátti í Føroya Banka. Øðrvísi var við slipsadreingjunum í Eik Banka, sum tordu næstan líka væl sum íslendingar. Tíbetur eru vit eitt sindur trek í Føroyum, og tí fekk »íslandifiseringin« ikki rættiliga fótin fyri seg. Men tó so, Eik Banki fór so, og onkrar aðrar gamlar kempur eru falnar eisini, tí øll annars fornuftig fyrilit vórðu slept. Nú er tað so Fíggjarligt Støðu­ festi, sum hevur latið eina kanning gjørt av bankanum. Landsstýrið og løgtingið hava einki gjørt – ikki tað minsta petti – til tess at finna út av hesum. Og Føroya fólk og gomlu partaeigararnir í Eik Banka hava bara kunnað staðið og ypt øks, meðan nevdin lat stjórarnar fara til hús við fleiri milliónum í lummanum. Er tað nakað, sum skríggjar av inkompetansu, so er tað ein nevnd, sum ger slíkt. Man koyrir ein banka á heysin – og so verður man premieraður við fleiri milliónum! Tað kann vera, at soleðis gjørdu ís­ lendingar og soleiðis gera kradd­ arastjórar í Danmark. Men tað ger tað ikki rættari, og um fólk, sum við ábyrgd eru vald at umsita pengar hjá øðrum ikki skija tað við góðum, so má tað gerast við hørðum. Hvat skulu tey siga, sum lótu seg lokka at konvertera dóps- og konfirmatiónspengarnar til nú virðisleys partabrøv í Eik? Nú skal sjálvandi ansast eftir, at talan ikki verður um eina heksa­ jagtstran. Men tað er bæði moralskt, etiskt og samfelagsliga fullkomiliga óforsvarligt, at eitt slíkt mál ikki verður kannað í odd og egg. Ábrygdin skal sjálvandi plas­er­ ast. Fólk, sum hava so stóra ávirk­ an á ognarlutir hjá øðrum – og á alt samfelagið og allan sam­felags­bú­ skapin, tey skulu vera kom­petent og vísa ábyrgd. Tey skulu ikki bara sita og taka ímóti feit­um nevndarpengum og sita sum nikku­dukkur hjá ábyrgd­ arleysum leiðslum. Eik er eitt skrekkeksempul, sum allar nevndarleiðslur eiga at læra av! Øll eiga at læra av Eik- katastrofuni Sunnudagin byrja Oyggja­ leikirnir á Isle of Wight, og Miðlahúsið sendir eisini eitt lið til leikirnar hesaferð. Heri Simonsen, Eyðun Klak­stein, Hilmar Jan Han­ sen, Tróndur Arge, Álvur Harald­sen og Hjalmar Hvít­ klett fara at umboða Miðla­ húsið á Isle of Wight. Miðlahúsið fer at dekka leikirnar væl, og tað fer at síggjast aftur í Sosialinum og á Portalinum, og tað fer at hoyrast á Rás2. Her í blaðnum verða frá­ sagnir frá kappingunum, grein­ingar og myndir. Á Por­ talinum verða tey feskastu tíðindini um føroysku av­ rik­ini borin, og til ber eisini at síggja myndir frá leik­un­ um. Rás2 fer at senda allan dagin av Isle of Wight. Byrj­ að verður klokkan 9 um morgunin, og síðani verður sent allan dagin. Fylgt verð­ ur við kappingunum, so hvørt sum tær fara fram, tik­ið verður saman um sam­an við ítróttarfólki, við­ merkjarum og venjarum, og hitað verður eisini upp til kappingarnar. Hilmar Jan Hansen og Tróndur Arge fara at varpa út frá eitt nú svimjing og flogbólti, og reportasjur verða gjørdar frá øðrum kappingum. Oyggjaleikirnar fara tí at seta rættiliga dám á miðlarnar hjá Miðla­húsin­ um frá sunnudegnum og eina viku fram. Miðlahúsið á Oyggjaleikir Og danir plasera ábyrgd Gevst ikki so Kvirra á jóansøku Slóð­ brót­arar í fiskivinnu og fótbólti Hendur ið sleptu á s. 18 Er hægri skattur vegurin fram? Fróði Magnussen kjak á síðu 14 HEIÐRAÐUR Suni Vinther fekk sína hægstu virðisløn fyri trúfasta arbeiðið sítt í Reyða Krossi Føroya Mynd: Jens Kristian Vang