Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-06-24, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 24. juni 2011síða 4

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 24. juni 2011 · Nr. 72 4 Sosialurin Randi Jacobsen Seinastu árini hava verið rættiliga nógv mál um siða­ misbrot í rættinum, og sam­ bært politinum økist talið á slíkum málum alla tíðina. Og óivað verða málini upp aftur fleiri, tí barna­ vernd­ir­nar kunnu vísa á, at fólk, leik og lærd, gera meira við at boða barna­vernd­ar­ tæn­astuni frá, um tey halda eitt barn vera um­sorgan­ar­ svikið. Tað eru ikki bara mál um kynsligan ágang, men tað kann eisini vera harðskapur, misrøkt. Beinta Johannesen Mørk­øre, leiðari á Barna­ vernd­ar­tænastuni fyri Sunda, Eiðis, Viða­reiðis, Hvanna­sunds og Húsa kommunu sigur, at tann tænast­an hevur fingið væl fleiri fráboðanir og serliga eftir, at sjónvarps­sendingin um misrøktu og misbrúktu børnini í Brønderslev í Danmark varð víst. Ring samvitska – Eg giti, at sendingin hevur fingið fleiri fólk í Føroyum at hugsa, at tey ikki mugu liggja inni við illgruna um umsorganarsvik móti børn­ um, sigur Beinta Johannesen Mørkøre. Hon heldur annars, at Barna­verndartænastan virk­ ar væl. Lær­arar og peda­gog­ ar, sum hava herda frá­boða­ nar­skyldu, hava tey ill­gruna um um­sorganar­svik, taka hesa uppgávuna í álvara. Herd frá­boðanar­skylda merkir, at tey mugu leggja navn til eina fráboðan. Leikfólk hava eisini frá­ boðanarskyldu, men tey kunnu boða frá ónevnd. Tað er í lagi, at tað er so, tí í einum lítlum samfelag sum Føroyum kann vera torført at venda sær til Barnaverndartænastuna og leggja navn til. Fleiri tora at boða frá, tá ið tey kunnu vera ónevnd. randi@sosialurin.fo Barnaverndin díkt undir í uppgávum Síðan myndirnar av misrøktu og misbrúktu børnunum í Brønderslev í Danmark vóru í sjónvarpinum, hava barnaverndartænasturnar fingið hópin fleiri fráboðanir um umsorganarsvikin børn Randi Jacobsen Hóast sendararnir á hval­ unum, sum merktir vórðu í mai bara hildu i 14 dagar, teir, sum hildu longst, var arbeiðið ikki burturspilt. Tað heldur lívfrøðingurin Bjarni Mikkelsen á Náttúru­ gripasavninum. Ferðamystrið, sum hvalir­ nir vístu, var, at teir hesa ferð fóru suðureftir, og teir fluttu seg líka langt sum hvalirnir í eini aðrari merking. Tá hildu nakrir sendarar upp í 133 dagar. Bjarni Mikkelsen sigur, at tað at sendararnir hesa ferð hildu so stutt, er prógv fyri, at hvalirnir hava bitið sendararnar av. Teir eru floksdjór og vilja ikki hava eitt fremmanda­ likam á nøkrum í flokkinum. Nýtt Frammundan vistu lívfrøð­ ing­arnir, at nísur kundu bíta antennurnar av, tí nísa hevur nev, men at hvalur ger tað sama, er nýtt. Tí varð hildið, at sendarar­ nir vóru ov vánaligur ella illa ásettir og tí tagnaðu. Nú fer Náttúrugripa­savn­ ið at tosa við framleiðararnar um at gera okkurt annað slag av sendara, sum fer inn í hvalin og ikki kann bítast av. Herfyri varð ein grind funnin við Koltur, og vága­ fólk bjóðaðu Nátt­úru­gripa­ savninum hana at merkja. Tað varð tó ikki gjørt, tí bæði var Bjarni Mikkelsen burturstaddur, og tí savnið ikki var heilt klárt við nýggju sendarunum. – Hálvan juli vera vit heilt klár, sigur Bjarni Mikkelsen, sum vónar at fáa eina grind aftrat at merkja í ár. Bíða eftir næstu grindini Hálvan juli verður Nátturugripasavnið til reiðar aftur at seta sendarar á grindahvalir Soleiðis ferðaðust teir seinast merktu hvalirnir Fleiri og fleiri fólk hugsa um skylduna at boða Barnaverndartænastuni frá, um tey halda, at børn ikki hava tað gott