fríggjadagur 24. juni 2011síða 18
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 24. juni 2011 · Nr. 72
18
Sosialurin
Óli Jacobsen
Rasmus Marius
Sofus Jacobsen Rein
(28.5.1876-28.9 1947)
Marius var ein skilamaður og ein
sjáldsama arbeiðssamur maður.
Hetta saman við tí, at hann var
lagaligur og rættlinjaður at hava
við at gera, gjørdi, at fólk høvdu
álit á honum.
Á ungum aldri stóð hugur hans
ara til sjógvin. Um 20 árs aldurin
róði hann saman við øðrum
havnarmonnum út norðuri í Vík í
vártíðini. Í 1912 fær Marius motor
bátin »Thor«, sum Laurits Debes
bygdi til hansara. Hann var ikki
bert brúktur til útróður, men sigldi
eisini millum oyggjarnar við fólki.
Sámal Johansen skrivar í bókini
»Til lands«, at tá ið hann í 1915 fór til
Íslands at rógva út, komu brøðurnir
Marius og Jakki hjá Pedda norð til
Víkar eftir teimum við »Thor«.
Í 1912 var Marius í Pamiut/Frede
rikshaab í Grønlandi og arbeiddi
sum fiskameistari fyri KHG.
Marius hevur verið ein slóðbrót
ari í føroyskari fiskivinnu at troyta
tær fiskileiðir, sum føroyingar
seinri hava roynt við góðum úrsliti.
Í 1914 førdi hann sluppina
»Boreas« hjá Jens á Dali, sum
saman við sluppini »Dauntless« hjá
Rasmus Niclasen í Miðvági var í
Grønlandi og fiskaði kalva.
Tá ið "Boreas" og "Dauntless
fóru til Grønlands í 1914 mynstraðu
bæði skipini í Vestmanna. Tá ið
sýslumaðurin spurdi Marius, hví
hann ikke hevði mynstrað í Havn
skuldi hann svara, at tá ið skipini
skuldu fylgjast, helt hann at best
var at bæði mynstraðu sama stað.
Søgan var nokk tann, at skipini fóru
til Grønlands fyri egnu rokning, og
teir tordu ikki at fara til fútan í
Havn at mynstra, tí so væntaðu teir
at danskir myndugleikarnir fóru at
nokta teimum at fara.
Tað gekk væl at fiska. Tá ið tunn
urnar vóru fullar, fór »Boreas« inn
móti landi at søkja sær vatn til
heimferðina. Hetta var um Hol
steinsborgleiðina, har Marius var
væl kendur.
Donsku myndugleikarnar bóðu
teir sjúgva sær avstað aftur. Har var
einki annað at gera. Men um náttina
fekk Marius ein grønlending, sum
hann kendi, at loðsa teir til eitt
pláss, har teir hálaðu vatn.
Hóast teir høvdu fiskað væl, kom
ikki nógv burtur úr, tí tá teir komu
heim var fyrri veraldarbardagi
byrjaður. Tí fingu teir minni prís,
enn teir høvdu roknað við.
Í 1925 fær Marius sær maskinbát,
eitt stórt 4-mannafar, at rógva út við.
Hetta var bátastøddin, havnarmenn
tá brúktu til útróður, og henda bátin
hevði hann alla sína tíð.
Fiskavrakari var hann í mong
ár. Grindaformaður og limur av
meinigheitsráðnum í Havn var
hann til hann doyði. Frá 1930
arbeiddi hann á seglvirkinum
saman við Niels Nielsen.
Marius var eisini dúgligur trað
armaður, og ofta var hann at síggja
á trøðni í hálvaskýming um várið
eftir arbeiðstíð við tøðleypi á baki.
Arbeiðsdagurin hjá Mariusi var
ofta langur, hann bant aldri frið,
og hann gekk undan við góðum
fyridømi fyri tí yngra ættarliðnum.
Men Marius Rein var eingin
arbeiðstrælur. Hann var eisini
góður vertskapsmaður og dugdi
at stuttleika bæði sær og øðrum í
veitslusamkomum.
Marius Rein var trúfastur í
øllum sínum virki, og trúgvur stóð
hann eisini saman við sjálvstýris
flokkinum til tað síðsta.
Marius var valdur í býráðið
í 1908, hetta var fyrstu ferð at
Havnin hevði eitt fólkavalt býráð.
Hann varð valdur á listanum hjá
Framburðsfelagnum (Sjálvstýris
flokkurin) meðan beiggi hansara,
Jakki hjá Pedda, sum eisini varð
valdur í býráðið hetta árið, varð
valdur á listanum hjá Føroya Væl
(sambandsflokkurin).
Marius og Jakki vóru bert eitt
valskeið í býráðnum.
Marius var giftur við Petrinu
Sophie Elisabeth Jacobsen, kallað
»Bebba«. Hon var dóttir Linu og
Jens Wenningsted Jacobsen, Linu
og Jens á Tórgarði. Tey bygdu á
Abbatrøð í 1904, og vóru hetta
fyrstu húsini bygd í hesum býlingi.
Sama árið bygdu eisini Andrias
Poulsen á Kák og Jógvan Waagstein
á Abbatrøð. Bebba og Marius fingu
børnini Jenny, Elisa, Arni og Jens
Paula.
Jacob Karl, kallaður
Jakki f. 1878
Jakki var timburmaður og giftist
við Karin í Snikkarastovu. Tey
bygdu í Magnus Heinarsonargøtu
og fingu tvær døtur Anna Marg
retha og Petra. Anna Margreth
giftist við Klæmunt Dalsgaard,
timburmeistara, ættaður av Mølini
í Skálavík. Tey búðu á Tinghús
vegnum, har Klæmunt eisini hevði
timburverkstað. Petra giftist við
Søren Sørensen úr Danmark. Tey
búði fyrst í Kastrup, men flutti
seinni til Horsens.
Petra var á ungum árum sera
íðin ítróttarkvinna. Hon róði kapp
í nógv ár og var við at stovna
Havnar Róðrarfelag í 1932, og
hon var í fyrstu nevnd felagsins.
Eisini
spældi
hon
hondbólt
og var ein av stovnarunum af
hondbóltsfelagnum "Neistin".
Jakki hjá Pedda var sum longu
nevnt valdur í býráðið í 1908.
Niels Christian,
f. 08.06.1881
Niels giftist við Hansinu hjá Ludda
í Dali. Hansina var lærarinna, og
hevði eisini privatskúla. Niels var
skrivstovumaður og handilsmaður,
men hann var í nógv ár í starvi
hjá Tórshavnar kommunu sum
pantifúti. Niels og Marius átti
sluppina »Harmonie« saman, og
tey árini Marius hevði »Research«
hevði Niels roknskapin hjá honum.
Børnini hjá Niels og Hansinu
vóru Petur, Hallgrimm (Hagge),
Anna, Ebba og Elisa
Anna Petrine
f. 05.07.1884
Var ógift. Tá ið Mia og Laurits eftir
kríggi flutti til Danmarkar, fór
Anna á Ellisheimið at búgva.
Elisa Hansine Pauline, f.
24.07.1887 doyr ung.
Bæði Marius og Niels kalla systir
sína upp.
Valdemar Frans
(1890-1976)
Valdemar arbeiddi á bátasmiðjuni
hjá
Laurits
Debes,
Laurits
í
Mortanstovu. Hann fór í 1912 til
Danmarkar at læra til skipasmið
hjá Burmeister & Wain, og hann
búsettist í Danmark. Hann giftist
danskari kvinnu, Nina, tey vóru
barnleys. Hann var bert einaferð
aftur í Føroyum og tað var í 1954.
Valdemar
arbeiddi
fyrst
hjá
Burmeister & Wain, men fór fyri
kríggið til Odense at arbeiða á
Odense Stålskibsvæft.
Valde hjá Pedda er í Føroyum
best kendur sum fótbóltsspælari.
Hann spældi við HB og var við á
úrvalsliðnum, sum var í Bergen
í 1910. Eisini í Danmark spældi
Valde fótbólt, og hann var við at
vinna steypakappingina í 1922.
Hann er helst fyrsti føroyingur,
sum er við at vinna eina danska
fótbóltskapping.
Um Valde kann leggjast afturat,
at hann eisini gjørdi fimleik
og var í fyrstu nevnd Havnar
Fimleikarfelags.
Keldur:
Tingakrossur
Marius Rein
Kári Petersen
he
n
d
u
r
i
ð
sl
ep
t
u
Í seinasta parti varð greitt frá Onnu og Pedda við Stein og teirra yngstu børnum.
Í hesum partinum verður greitt frá hinum børnunum hjá teimum báðum
Anna og Pedda við Stein:
Børnini blivu slóðbrótarar
í fiskivinnu og fótbólti
Eystaravág í 1880, umhvørvið hjá Pedda við Stein. Niðri við sjógvan
standa Mortansstova, Kristnastova, Tingstovan, Kantórið (ið var
posthús), Villustova, Ásbistova, Í Gong, Selatraðsstova (í Dali),
Dávastova, Við Stein, Ísaksstova, omanfyri hana Nólsoyarstova,
við Ósan, Fútastova og pakkhúsið hjá Karl á Lag.
Mynd og tekstur Andreas J. Ziska
Valdemar Rein
Marius Rein
Jacob Rein
Kormandi partur verður um
Jákup Lindenskov í Rættará
og hansara konur Elsebeth
Cathrina og Maria Elisabeth