Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-06-24, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 24. juni 2011síða 23

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Fríggjadagur 24. juni 2011 · Nr. 72 Sosialurin Frá 27. juni til og við 19. august 2011 verður avgreiðslan opin soleiðis: Mánadag til hósdag: Frá kl. 10.00 til kl. 12.00 og frá kl. 13.00 til kl. 15.00 Fríggjadag: Frá kl. 10.00 til kl. 12.00 og frá kl. 13.00 til kl. 14.00 Broyttar avgreiðslutíðir í summar Starv Leiðari fyri Fuglafjarðar kvøldskúla Starvið sum leiðari av Fuglafjarðar kvøldskúla verður hervið lýst leyst at seta tann 1. sep­ tember 2011 ella so skjótt sum til ber eftir hetta. Starvið: Tú kemur í starvinum at hava dagligu leiðsluna av frítíðarundirvísingini í Fugla­ fjarðar kommunu, hetta í tøttum samstarvi við mentamálanevndina og býráðsleiðsluna. Víst verður í hesum sambandi til § 13, stk. 1 í LL nr. 70 frá 30. juni 1983 um frítíðarundirvísing við seinni broytingum. Førleikakrøv: Tú skal hava útbúgving sum lær ari, tú skalt duga at orða teg væl bæði munn liga og skivliga, hava teldukunnleika, duga væl at leggja leiðsluarbeiðið til rættis, eins og tú skal hava evni til at samskifta bæði við undir vísarar og almennar myndugleikar. Vit bjóða tær: Eitt spennandi og sjálvstøðugt starv, har tú sum leiðari fær møguleika fyri at menna frítíðarundirvísingina í kommununi. Setanarviðurskifti: Starvið, sum er part tíðar­ starv, verður lønt sambært rundskriv frá Menta málaráðnum um frítíðarundir vísingar­ leið ara og lønarviðurskifti hansara. Starvstreytir: Umsøkjarar við royndum innan leiðslu hava fyrimun. Fyrsta árið verður at rokna sum royndarár. Hevur tú áhuga so ert tú vælkomin at senda skrivliga umsókn saman við prógvum og møgu ligum CV og viðmælum til Fuglafjarðar býráð, Ennivegur 38, 530 Fuglafjørður, og skal henda verða ráðnum í hendi í seinasta lagi miku dagin 1. august 2011 kl. 15.00. Fleiri upplýsningar fáast við at venda sær til Jákup Frants Larsen, býráðsskrivara á telefon 238002. Býráðið skilar sær rætt til at velja millum um­ sóknirnar ella onga at taka. Fuglafjørður, tann 20. juni 2011 Fuglafjarðar býráð Fuglafjarðar býráð Í dagrøktini í Fuglafirði arbeiða 6 dagrøktarar. Spælistova er knýtt at dagrøktini. Í dagrøktini ganga áleið 30 børn, í aldrinum 0 – 5 ár. Vit hava brúk fyri tær. Vit sóknast eftir einum námsfrøðingi, til eitt tíðaravmarkað starv til spælistovuna hjá Dagrøk- tini. Vit vænta at tú hevur dirvið at seta dags- skránna og skipa eitt námsfrøðiligt innihald í degnum fyri børnini í dagrøktini. Vit vænta tí at tú kanst arbeiða sjálvstøðugt, ert ja-lig/ur, dugir at samstarva við børn, foreldur og dagrøktarar, tekur ábyrgd og dugir at seta tær mál. Vit bjóða eitt spennandi starv, ið støðugt er í menning, har tú kanst vera við at mynda og seta tín dám á dagrøktina. Setanarviðurskifti fyri námsfrøðing í spælistovuna: • Starvið er 40 tímar um vikuna. • Starvið verður sett 15. August 2011. • Løn sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðs- gevarafelag Føroya. Lønarstig 11-18 • Arbeiðstíð, mánadag til fríggjadag millum 07.30 - 17.15. Um eingin námsfrøðingur søkir verður hjálparfólk sett fyribils. Vit sóknast eftir einum dagrøktara tíðaravmarkað, í eitt ár, frá 1. August 2011. Ein treyt fyri at søkja starvi er, at dagrøktar- heimið skal vera barnavinarligt innrættað, har rúm er til børnini at spæla, og at eitt hóskandi trygt spæliøki er uttanfyri. Vit vænta at tú, dugir at arbeiða sjálvstøðugt, hevur hug at skapa ein tryggan og mennandi gerandisdag, við virðing og umsorgan fyri tí einstaka barninum. Setanarviðurskifti fyri dagrøktara: Lønin verður ásett sambært sáttmála millum Starvsmannafelagið og Kommunala Arbeiðs- gevarafelag Føroya fyri dagrøktarar. Skrivlig umsókn skal verða Fuglafjarðar kommunu í hendi í seinasta lagi mánadagin 11. juli 2011 kl. 12. Fuglafjarðar kommuna, Postboks 30, 530 Fuglafjørður Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Bjørghild Arnholdtsdóttir, deildarleiðara, telefon 23 80 94 ella Jógvan Philbrow leiðara, telefon 23 80 91. Kommunan skilar sær rætt til at velja millum innkomnar umsóknir ella onga at taka. Námsfrøðingur og dagrøktari til Dagrøktina hjá Fuglafjarðar kommunu, at byrja 15. august 2011 Fuglafjarðar býráð Fuglafjarðar býráð Søkt verður eftir: • Einum námsfrøðingi, at arbeiða 40 tíma viku í barnagarðsstovu, at byrja 8. august 2011 • Einum námsfrøðingi, at arbeiða 35 tímar viku við sertørvi í barnagarðsstovu, at byrja 8. august 2011 • Einum námsfrøðingi, at arbeiða 30 tíma viku í barnagarðsstovu, at byrja 8. august 2011 til og við 29. juni 2012 • Einum námsfrøðingi, at arbeiða 35 tíma viku í vøggustovu, at byrja 8. august 2011 • Einum hjálparfólki, at arbeiða 30 tíma viku í vøggustovu, at byrja 8. august 2011 til og við 29. juni 2012 Vit sóknast eftir starvsfólki: • ið kunnu arbeiða sjálvstøðugt, og eru før fyri at orða seg skrivliga • ið hava arbeiðsroyndir, sum kunnu nýtast í dagliga arbeiðinum • ið hava umsorgan fyri børnunum • ið eru eldhuga og jalig • ið hava góð samstarvsevnir • ið síggja møguleikar fram um mørk • ein fyrimunur um tú dugir at spæla okkurt instrumentið, ert kreativur og dámar at verða úti í natúruni Vit kunnu bjóða tær: • fjølbroyttar arbeiðsuppgávur • eitt starv, har tú kanst brúka tínar dygdir, hava ávirkan og samstundis menna teg sjálvan • samstarv við sernám (náms- og sálarfrøði- lig ráðgeving), sosialu deild og stovnar hjá Fuglafjarðar kommunu Setanartreytir: Løn eftir sáttmála millum Føroya pedagogfelag og Kommunala arbeiðsgevarafelagið. Nærri fast at vita um størvini við at venda sær til leiðaran í dagstovninum Marius Joensen, á 238030. Umsóknir saman við avritum av prógvum og viðmælum, skulu verða Býráðsskrivstovuna, Ennivegur 38, 530 Fuglafjørður, í hendi í seinasta lagi 6. juli 2011 kl. 12.00. Starvsfólk til dagstovnin í Fuglafirði Fuglafjarðar býráð Fuglafjarðar býráð -so eru tit við! www.sosialurin.fo