fríggjadagur 24. juni 2011síða 34
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
surr
2
ORKA á
Summar
Festivalin
Til summarið hoyra eisini føroysku
festivalarnir. Summar Festivalurin er
vanliga eitt sikkurt hitt um summarið,
og nú hava fyriskipararnir kunngjørt,
at ORKA verður millum bólkarnar á
festivalinum. ORKA er eitt spennandi
bland av ókendum ljóðum, fangandi
rútmum og innbjóðandi løgum.
Summar Festivalurin
Klaksvík
Hósdagin 11/8
Sunnudagin 14/8
Útgávukonsert
Í sambandi við at Annemarie Zimakoff, ið eitt nú skal spæla á Summartónar
og G! Festivalinum, gevur út fløguna Skovenensomhed, verður útgávukonsert í
Sirkus 2. Juli.
Annemarie Zimakoff
Sirkus, Tórshavn
Leygarkvøldið 2. Juli
Jóansøka
á Tvøroyri
Einki summar uttan Jóansøku. Í ár, eins
og flestu undanfarin árini, fara fleiri
av nýklaktu pisunum til Suðuroyar á
Jóansøku, sum vanligt var at fara. Í ár er
Jóansøka á Tvøroyri. Umframt kappróður
og vanliga blíðskapin í Suðuroy, verða
millum annað framførslur frá Páll Finnur
Páll fríggjakvøldið, Hallur Joensen,
leygarkvøldið og Pipar&Salt sunnukvøldið
nøkur av tiltøkunum, ið verd eru at
uppliva.
Jóansøka á Tvøroyri
Fríggjadagin 24/7 til Sunnudagin 26/7
Valstað hjá Framsókn?
Onkur vildi herfyri vera við, at nýstovnaði politiski flokkurin Framsókn er
klárur til Løgtingsval og enntá hevur fingið egið valstað uppi á Skælingi.
Sær út til at fólk standa í røð fyri at velja Poul Michelsen.
Hví hendir hetta altíð?
Heimsins elsta doyði í gjár
Portal.fo
Hvør mann hava
tikið hann?
Makrelurin horvin
Dimmalætting
Nei, álvara?!
Amerikanarar ósamdir
um aktiva deyðshjálp
Trúboðin
Eisini har?
Gott at lenda í Bergen
Portal.fo
Kritiskur journalistikkur
Heitar pylsur á Skælingi
Dagur og Viku
Nú eru Sørvingar ávaraðir
Ansa eftir svangu likkunum
Vágaportalurin
Summar í
Sosialinum
So var aftur summar. Allastaðni har tú fert, sær tú glaðar nýklaktar pisur við
húgvuni á høvdinum og einum stórum smíli upp um bæði oyru. Jóansøka er
um vikuskiftið, og vanligt er at nývunna frælsið hjá pisunum verður roynt til
fulnar í Suðuroy. Tá Jóansøka er, merkir hetta eisini, at summarið er í nánd, og
fyri framman bíða tveir (vónandi) góðir summarmánaðir. Summarið í fjør var
kanska ikki eitt tað besta í Føroyum, men treisk sum vit eru, liva vit í vónini
um, at í ár verður betur. Bíða vit nóg leingi, fer hetta vónandi at passa.
Vikuskifti, sum er vanligur partur av fríggjadagsblaðnum er nú farið í summarfrí,
og meðan tit bíða eftir góða veðrinum kunnu vit aftur í ár bjóða tykkum tann
góða summarlesnaðin. Eins og í fjør tekur Summar við, har Vikuskifti sleppir.
Vit fara eitt nú at bjóða tykkum samrøður, bakgrundgreinar, undirhald, ummæli
og annað. Eitt nú verður byrjað upp á eina greinarøð, har farið verður afturum
tey nýggju valevni, sum fara at bjóða seg fram til komandi løgtingsval, sum
í seinasta lagi verður í januar. Vónandi fer tú sum lesari at fáa nógv gott
burturúr øllum tí, vit fara at bera tykkum komandi vikurnar. Verður veðrið til
vildar, er ikki at liggja leingi á boðunum, men at skunda tær út at njóta tær
vælsignaðu sólstrálur sum koma hendavegin. Tak Summar undir armin, slá
beinini upp á borðið og njót føroyska summarið – um tað er inni ella úti.
Vælkomin til
Summar í Sosialinum
Summar redaktørur
Rógvi Nybo
rogvi@sosialurin.fo