mánadagur 27. juni 2011síða 2
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 27. juni 2011 · Nr. 73
mánadagsblaðið
Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Oddagrein
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Kristina Toftegaard Larsen
tekur seg nú úr býráðnum í
Fuglafirði. Hon ætlarí staðin
at nýta sína politisku tíð í
landspolitikki og at fyrireika
seg til komandi løgtingsval.
45 ára gamla Kristina var
vald í Fuglfjarðar Býráð á
kommunuvalinum í 2008 við
flest persónligum atkvøðum
á kvinnulistanum, nevniliga
65. Kvinnulistin kom í sam
gongu eftir valið, og hevur
Kristina røkt sessin sum for
kvinna í mentanarnevndini.
Kristina var eisini valevni
fyri sjálvstýrisflokkin á sein
asta løgtingsvali, og fekk tá
110 persónligar atkvøður. Hon
hevur sitið á Løgtingi fleiri
stutt skifti sum varafólk.
Umframt hetta, røkir hon
starvið sum stjóri á sjálvs
ognarstovninum, Dugna.
Kristina Toftegaard Lar
sen fer á komandi fundi í Bý
ráðnum í Fuglafirði at takka
fyri seg á hesum sinni.
Hesa vikuna eru umleið 3.000
ítróttarfólk frá 24 ymiskum oyggja
samfeløgum farin at kappast í 14
ítróttargreinum. Føroyar sendu 100
ítróttarfólk avstað, og tey verða við
í 9 ymiskum ítróttargreinum.
Føroyar hava nakað at liva upp
til, tí á leikunum, sum vórðu hild
nir á Álandi fyri tveimum árum
síðani, gjørdust Føroyar mest vinn
andi oyggjalandið. Kappingin um
fremsta plássið var hørð, og tað
verður hon aftur hesaferð. Tær
ítróttargreinarnar,
har
kappast
verður í nógvum ymiskum bólkum
og disiplinum. og har heiðurs
merkini eru mong, telja sjálvsagt
nógv í samlaðu støðuni. At Føroyar
til dømis hava nógvar sterkar
svimjarar ger, at Føroyar kunnu
savna sær nógv heiðursmerki til
samlanløgdu støðuna.
Svimjingin hevur sett sær høg
mál hesaferð. Fyri tveimum árum
síðani vunnu Føroyar 15 gullmerki í
svimjing, men svimjararnir stíla eft
ir at vinna tvífalt so nógv gullmerki
hesaferð. Hesi heiðursmerki kunnu
verða eitt gott grundarlag undir
eini góðari støðu á heiðursmerkja
yvirlitinum. Umframt svimjing
taka Føroyar eisini lut í flogbólti,
frælsum ítrótti, borðtennis, bad
minton,
skjóting,
bogaskjóting,
súkkling og golf.
Føroyar fara ikki bert til Oyggja
leikir fyri at taka lut í kapping
um, Føroyar verða eisini við fyri
at snodda til møguleikan at hýsa
leikunum herheima um eini 10 ár.
Ítróttarsambandið hevur leingi
róð fram undir, at Føroyar skulu
taka vertsskapin av Oyggjaleik
unum á seg aftur, men tað ber ikki
til, uttan at utbyggingar verða
gjørdar av fasilitetum innan ávís
ar ítróttargreinar og at ein ætlan
verður gjørd fyri gistingina av teim
um mongum ítróttarfólkunum.
Tórshavnar býráð hevur boðað
frá, at tað vil gera sín part av út
byggingunum, so at Oyggjaleikir
kunnu haldast í Føroyum. Lands
politikarar hava tosað fyri verts
skapinum, men tað er eingin al
menn og ítøkilig fráboðan komin
frá landsstýrinum um Oyggja
leikirnar. Skulu Føroyar gera sær
vónir um at hýsa leikunum um
10 ár, mugu landsmyndugleiknir
koma út úr buskinum nú og gera
greitt, um landið vil verða við í
fyrireikingunum ella ikki. Tað er
ikki nóg mikið at tosa við stórum
og rósandi orðum beint eftir, at
føroysk ítróttarfólk hava vunnið
fleiri gullmerki enn øll hini. Brúk
er fyri greiðari talu, og at landið
ítøkiliga og veruliga virkar fyri, at
Oyggjaleikir aftur kunnu verða í
Føroyum. Hendan fráboðan kundi
hóskandi komið, nú politiskir
topparar verða við til leikirnar á
Isle of Wight.
Landið má gera sína
støðu til vertskapin av
Oyggjaleikunum greiða
Fríggjadagin
læt
Birgit
Kirke upp listaframsýning
í Smiðjuni í Lítluvík
Á framsýningini hev
ur Birgit Kirke málningar
og skulpturar. Gestafram
sýnari er Jógvan Tróndarson
við málningum.
Birgir Kirke er borin í
heim í Nuuk í 1962, og vaks
upp í Havn, men er nú bú
sitandi í Herning.
Listaframsýningin
er
annars opin frá 2. til 5. juli
millum klokkan 12 og 18.
Birgit Kirke í Smiðjuni
Koyrið á, Føroyar!
Hesar komandi dagarnar
vitjar danska barnakórið -
Det Kongelige Danske Musik
konservatoriums Børnekor
her á landi.
Hesar dagarnar fer kórið
at syngja í Dómkirkjuni
sunnudagin, og síðani verður
sungið í Vesturkirkjuni, Lista
skálanum og í Fuglafjarðar
kirkju.
Á sangskrá teirra eru
danskir og norðurlendskir
sangir, eins og verk av kend
um
komponistum.
Kórið
syngur eisini nýggjari verk,
millum annað eftir Bill With
ers og Anne Linnet.
Kórið byrjaði í 1978 sum
eitt venjingarkór hjá kirkju
tónleikarum,
kórleiðarum
og
tónleika-pedagogum.
Kórleiðari er Bente Colding
Jørgensen.
Kórið hevur áður vitjað í
USA, Ísrael, Argentina, Kina
og Kanada, og kemur nú til
Føroyar at vitja.
Nevnast kann, at krún
prinsessa Mary er verji hjá
kórinum.
Úr býráðnum
Skaða
frøi í EIK-
málinum
bill justinussen
kjak á síðu s. 25
Tupolev
– deyðans
flogfar
síða 26
HM í fótbólti 2022 verður
ikki flutt, og skal tí spælast
um summarið sum ætlað.
– Alt er klárt at gjøg
numføra HM um summarið.
Allir 64 dystirnir verða
spældir í Qatar, slær FIFA-
forsetin Sepp Blatter fast.
Við hesi útsøgn síni úti
lokar hann eini flyting til
veturin og eitt sundurbýti
av kappingini.
Tað eru nevniliga tey sum
halda, at drepandi hitin fer
at darva fótbóltsspælinum.
Dystirnir verða spældir á
luftkøldum vøllum við ein
um hita sum fer at liggja
um tey 27 stigini. Men fyri
áskoðararnar fer hitin uttan
fyri leikvøllirnar helst at
skapa ávísar avbjóðingar.
Einu løtuna varð um
hugsað at leggja HM um
veturin, men tað helst al
tjóða olympiska nevndin
lítið um, tí tey bjóða til OL
henda sama veturin.
Tað vóru eisini tey sum
undraðu seg um, at tað
júst varð Qatar sum fekk
heiðurin at verða vertur í
2022, í kapping við Australia,
Japan, Suðurkorea og USA.
Hetta komst av, at Qatar
ikki júst er kent í altjóða
fótbóltshøpi
HM skal spælast um summarið
Kongaligt barnakór vitjar