mánadagur 27. juni 2011síða 4
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 27. juni 2011 · Nr. 73
4
Sosialurin
Orð: Snorri Brend
Luttakarar frá Tórshavn
ar kommunu eru Heðin
Mortensen, borgarstjóri,
Ingibjørg Berg, komm
unustjóri, Jógvan Arge,
býráðslimur og form.
í
mentamálanevndini,
Jóan
Petur
Hentze,
trivnaðarstjóri, og Jákup
Simonsen, mentadeild
arleiðari.
Í
gjáramorgunin
høvdu tey fund við um
boð fyri IIGA á Melville
Hall Hotel í Sandown,
saman við umboðum
fyri ÍSF, løgmanni og
Helenu Dam á Neystabø,
landsstýriskvinnu
í
mentamálum.
Hesin fundurin snúði
seg um møguleikarnar
at fyriskipa Oyggjaleik
irnar í Føroyum í 2021.
Aftaná
var
fund
ur millum ÍSF, býráðs
umboðini,
løgmann,
mentamálaráðið
og
Gary Jakeman, formann
í
Oyggjaleikanevndini
á Isle of Man, sum var
fyriskipari á Isle of Man
í 2001 og í Hetlandi í
2005.
Her varð tosað um,
hvussu og hvat man
skal leggja áherðslu á
í
fyrireikingingunum
av leikunum, bæði hvat
fasilitetum og fyrisiting
viðvíkur.
Í dag skal so fundur
vera við umboð fyri
Freshwater
Golfclub.
Tá verða føroyskir golf
arar eisini við á fund
inum.
Aftaná
verður
farið at hyggja at byrsu
skjótibreytini og før
oysku
umboðini
fáa
rundvísing
í
báðum
støðum.
Týsdagin fara løg
maður og borgarstjórin
í Havn á aðalfund hjá
IIGA sum observatørar,
og mikudagin fara um
boðini fyri Tórshavnar
kommunu at vitja bý
ráðið á Isle of Wight.
Umboðini fyri Tórs
havnar kommunu lata
higartil væl at ferðini og
blíðskapinum. Tey koma
heimaftur leygardagin.
Eftir tí sum skilst, so
verður avgerðin tikin
mikudagin, um Føroy
ar kunnu fáa Oyggja
leikirnar í 2021.
Tað verður ÍSF, sum
fær tey boðini.
Avgerðin um
Oyggjaleikirnar
2021 fellur
mikudagin
Umboðini fyri Tórshavnar
kommunu eru vælnøgd við
vitjanina á Isle Of Wight.
Tey hava longu fundast við
oyggjaleikanevndina og
fingið at vita, hvat krevst av
føroyingum fyri at fáa leikirnar
hendavegin. Mikudagin fæst
at vita, um henda vitjanin
fær tað optimala úrslitið.
Randi Jacobsen
Hesa vikuna skal Føroya
rættur viðgera fleiri harð
skapsmál, og tað fyrsta var
fyri i morgun. Ein 17 og ein
19 ára gamal drongur sótu á
ákærubonkinum.
Tann 17 ára gamli drong
urin hevur tvær ákærur
móti sær. Í einum føri skal
hann hava sligið ein annan,
men hann noktaði fyri at
hava sligið við knýttum
neva. Hann hevði heldur
ikki sparkað tann liggjandi
mannin. Báðar hendingarnar
vóru í Klubbagarðinum í
Havn.
Drongurin greiddi frá,
at hann kendi hin úr skúl
anum, og hesin hevði fleiri
ferðir verið eftir sær. Tá
ið teir gingu í skúla, hevði
hin happað seg illa, og tað
hevði hann aftur gjørt hetta
kvøldið. Eisini hevði hann
spilt familjuna hjá tí 17 ára
gamla dronginum út.
Hann varð tí illur og
slerdi, og hin koppaði, tá ið
hann bakkaði og gleið.
Misti tenn
Ein onnur hending var 2.
apríl. Tá kom ein maður og
skallaði tann 17 ára gamla,
sum av stoytinum misti tvær
tenn.
Maðurin, sum leyp á,
slapp frá at vitna, tí hann er
skuldsettur fyri skallingina.
Tann 17 ára gamli maðurin
segði, at hann hevði ikki sligið
ella sparkað hin mannin,
sum hann er ákærdur fyri
at hava gjørt. Hann var farin
burturfrá við sínum illa
hagreidda munni og ringdi
eftir politinum.
Vinmaður er eisini ákærd
ur fyri at hava sparkað og
sligið hin mannin. Hann
noktaði. Tað einasta, hann
hevði gjørt, var at gera eina
roynd at hjálpa tí liggjandi
manninum upp, men hann
varð skumpaður til viks.
Tað gekk heldur illa at fáa
hendur á vitnunum í dag, tí
onkur var buturstaddur. Ein
var og vitnaði til frama fyri
hann, sum 2. apríl lá niðri.
Hann viðgekk, at hann hevði
verið fullur og mintist ikki alt,
men hann helt seg minnast,
at teir báðir ákærdu høvdu
sligið og sparkað. Onnur
vitni søgdu tað øvugta.
Ógreitt var, hvørji fólk
luttóku í øllum hesum. Tosað
varð um bólkar av dreingjum,
sum hava sum vana at passa
sær løgir at leypa á. Tað
finnast fleiri slíkir bólkar.
Eitt vitni, vinmaður ann
an tann ákærda, greiddi frá,
at í býnum høvdu teir møtt
eini 10 dreingjum úr Vágum.
Hann kendi bara onkran
teirra.
Íslendskt tubakk
Ein teirra hevði bjóðað hon
um íslendskt tubbakk, og
ein vinmaður segði hann
neitakk, tí tað var nakað lort
og gjørdi fólk í ørviti.
Tá var tað, at hin skallaði
tann 17 ára gamla.
Hetta vitni greiddi frá, at
fyri nøkrum vikum síðan í
býnum stóð hann og tosaði
við nøkur fólk. Tá komu
fimm dreingir til hansara og
kroystu hann upp í ein krók
og søgdu, at um hann møtti
í rættinum sum vitni, skuldi
hann fáa bank.
– Eg havi ongantíð í lívin
um verið so bangin sum júst
tá, og eg segði at eg fór ikki
at møta í rættinum, segði
drongurin.
Hann visti ikki, hvørjir
teir vóru, og hann hevði ikki
hugsað um at melda.
Málið varð ikki viðgjørt
liðugt enn, tí øll vitni vórðu
ikki hoyrd.
Vitni hótt til ikki
at møta í rættinum
Bólkar av ungum dreingjum ganga runt í býnum í vikuskiftunum
og finna onkran møguleika til at leypa á fólk. Tað kom fram í
Føroya rætti í morgun í sambandi við eitt harðskapsmál
2021
Í Føroyum skal alt gerast fyri at
Oyggjaleikirnir í 2021 kunnu verða í
Føroyum. Teir vóru seinast her í 1989