mánadagur 27. juni 2011síða 6
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 27. juni 2011 · Nr. 73
6
Sosialurin
Finnur Jensen
Tey fýra starvsfólkini hjá
Eik, sum eisini sótu í nevnd
ini í gamla bankanum og
sostatt kunnu vænta eitt
rættarmál, sleppa at halda
fram í starvinum.
Tað sigur Torben Nielsen,
nevndarformaður í Eik.
– Eftir at hava viðgjørt
málið gjølla eru vit komin
fram til, at vit bíða eftir einari
rættarligari
niðurstøðu,
áðrenn vit taka nakra avgerð,
sigur Torben Nielsen.
Advokatfrágreiðingin,
sum Carsten Fode hevur
gjørt fyri Finansiel Stabilitet,
fer annars rættiliga illa við
millum annað gomlu nevnd
ina fyri ikki at hava nóg
gott eftirlit við tí, sum fór
fram í bankanum. - harí
millum tey fýra, sum sótu
sum
starvsfólkaumboð
í
nevndini.
Nevndarformaðurin vísir
kortini á, at frágreiðingin ikki
er ein rættarlig avgerð, og tí
bíða tey eftir, hvat rætturin
staðfestir, tá málið kemur so
langt.
finnur@sosialurin.fo
Nevndarumboðini fáa frið – fyribils
Hóast fýra starvsfólk hjá Eik kunnu vænta eitt rættarmál, tí tey sótu sum starvsfólkavald nevndarumboð
í gamla bankanum, sleppa tey fyribils at halda fram í bankanum, sigur nevndarformaðurin í Eik Banka
Finnur Jensen
Tað stendur ikki væl til hjá
Norðoya Sparikassa.
Tað vísir nýggjasta váða
metingin hjá donsku grein
arafyritøkuni Niro Invest.
Í kanningini liggur Norð
oya Sparikassi á einum 88.
plássi av 99 bankum, sum eru
kannaðir.
Bankin
er
samstundis
millum teir 19 bankarnir, sum
liggja undir ásetta trygdar
markinum.
Hóast Norðoya Sparikassi
við øðrum orðum liggur í
vandabólkinum yvir bankar,
sum kunnu fara av knóranum,
mælir greinarin, sum hevur
gjørt kanningina, til ró.
– Eg haldi ikki, at tú kanst
sammeta Norðoya Sparikassa
við teir peningastovnarnar,
sum eru farnir av knóranum
seinnu árini. Bankin liggur í
eini tryggari legu, enn tølini
vísa, sigur Nicholas Rohde,
greinari hjá Niro Invest.
Ov fáar inntøkur
Greiningin hjá Niro Invest
byggir á gomul roknskapartøl
frá 2010. Hugt verður at 19
ymiskum variablum, sum
geva eitt samlað stig. Liggur
bankin omanfyri 450 er hann
í vandabólkinum, og tað ger
Norðoya Sparikassi, sum fær
462,5 stig.
Høvuðsorsøkin
til,
at
Norðoya Sparikassi stendur
seg so illa á listanum, er at
bankin hevur ov lítlar inntøk
ur í mun til útreiðslurnar.
– Tey tølini vísa mær, at
Norðoya Sparikassi – eins
og hinir smærru peninga
stovnarnir -fær fleiri og fleiri
útreiðslur sigur Nicholas
Rohde, sum millum annað
vísir á, at dýra KT-umskip
anin, tá Norðoya Sparikassi
saman við hinum føroysku
peningastovnunum
skifti
SDC, kostaði nógv og hevur
ávirkað myndina.
Bankastjórin
viðurkennir støðuna
Stjórin í Norðoya Sparikassa,
Marner Mortensen, harmast
um kanningina.
– Hatta er tað, sum kund
arnir lesa. Men veruleikin er
ikki so dapur, sum tølini vísa,
sigur Marner Mortensen,
sum eins og greinarin hjá
Niro Invest ikke heldur,
at
Norðoya
Sparikassa
er í vanda fyri at fara av
knóranum.
Bankastjórin í Norðoya
Sparikassa
viðgongur
tó,
at
útreiðslurnar
í
2010
vóru alt ov høgar í mun til
inntøkurnar.
–
KT-umleggingin
var
dýr. Í mun til onkran annan
peningastovn valdu vit at
útreiðsluføra alt beinanvegin.
Eisini stjóraskiftið var dýrt,
sigur Marner Mortensen.
Bankastjórin vísir har
afturat á, at allir bankar hava
tað torført í hesum døgum.
–
Bankarnir
avspegla
samfelagið. Tá vinnulívið
klárar seg illa, fáa bankarnir
tap. Tað einasta vit fáa gjørt
nakað við, er at tilpassa
virksemið og minka um
útreiðslurnar. Tað hava vit
eisini gjørt nú, sigur Marner
Mortensen.
Bankaleiðslan má
venda gongdini
Niro
Invest
gjørdi
eina
líknandi meting á sumri í
fjør, sum gav Eik Banka botn
karakter. Marner Jacobsen,
forstjóri í Eik Banka, vildi tá
ikki kennast við listan, sum
hann helt vera misvísandi;
men fáar mánaðir seinni fór
Eik Banki av knóranum.
Støðan hjá Eik Banka
kann tó ikki sammetast
við støðuna hjá Norðoya
Sparikassa, heldur greinarin
hjá Niro Invest.
– Tá eg hyggi eftir Norðoya
Sparikassi, so haldi eg ikki, at
støðan er eins álvarsom og
hon var hjá Eik banka í fjør;
men tað greitt, at Norðoya
Sparikassi er støðugt dottin
longur og longur niður á
listanum, og eg haldi, at
bankaleiðslan
má
finna
útav, hvat hon ætlar at gera
fyri at venda gongdini, sigur
Nicholas Rohde frá Niro
Invest.
finnur@sosialurin.fo
Norðoya Sparikassi
fær botnkarakter
Norðoya Sparikassi er í vandabólkinum yvir bankar, sum kunnu fara av knóranum, vísir nýggjasta váðametingin hjá
donsku greinarafyritøkuni Niro Invest, sum í fjør spáddi rætt um lagnuna hjá Eik Banka. Bankastjórin harmast um tølini
Bankarnir avspegla sam
felagið. Tá vinnulívið klárar
seg illa, fáa bankarnir tap,
sigur Marner Mortensen
stjóri í Norðoya Sparikassa