mánadagur 27. juni 2011síða 21
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
Mánadagur 27. juni 2011 · Nr. 73
Sosialurin
Ítróttarblaðið
Uni Holm Johannesen
Tvímálsskjúttin Jákup á Borg er
sera fegin.
– Hetta er heilt fantastiskt. Vit
eru framvegis á odda í kappingini,
og enn eru vit ósigraðir. Kanska er
tað eitt lítið sindur irreterandi, at
hasir víkingarnir blíva við at fáa
stig í evstu løtu, men tað er so tað,
sigur hann við heimasíðuna hjá
B36.
Jákup á Borg hevur alla orsøk
at fegnast. Fyrrverandi landsliðs
spælarin eigur virknan leiklut í
úrslitunum, sum høvuðsstaðar
liðið hevur rokkið í hesum kapp
ingarárinum. Hansara seinna mál
var feskasta dømið um spæligleðina,
hann hevur. Framherjin stýrdi
bóltin
við
hælinum
framvið
Marcin Dawid, áðrenn hann lat seg
fagna av sínum viðhaldsfólkum.
Jákup á Borg og Lukazs Cieslewicz
manna vandamesta álopið í før
oyskum fótbólti í løtuni. B36 er á
oddasessinum, og tað er bara EB/
Streymur, sum hevur vunnið á
Jákupi á Borg og hinum í ár. Tað var
í steypakappingini.
Samansetingin
er
framúr.
Odmar Færø, sum var leikbannaður
í gjár, og Jonas Flindt Rasmussen
hava staðið seg væl sum miðverjar.
Høgni Eysturoy er umskúlaður til
vongverja í høgru, og hann hevur
fingið sítt gjøgnumbrot. Á mið
vøllinum hava Klæmint Matras,
John Hansen og Heini í Skorini
runnið fremst við sínum bardaga
huga. Undir liðini á teimum eru
bóltsnillingarnir Súni Olsen og
Róaldur Jacobsen. Fremstir eru
Jákup á Borg og Lukasz Cieslewicz,
sum hava nógvar aðrar dygdir enn
bara at skjóta mál. Tað er smalt,
men sera gott.
HB í nýggjum hami
Sigfríður Clementsen tók við sum
venjari hjá HB í síðstu viku. Hann
fall í fyrstu royndini. Uppgávan var
ov torfør.
HB hevði skift ham til dystin
hesaferð. Kári Nielsen, Hans á Lag
og Fróði Benjaminsen vóru í verju
partinum, og 18 ára gamli Tróndur
Jensen, sum spældi sín fyrsta dyst
nakrantíð á besta liðnum, var mið
vallari. Uppleggið við 3-5-2 var
trivlandi fyrstu løtuna. Tað var eis
ini tá, at Jákup á Borg kom á mál
talvuni fyri fyrstu ferð. Cieslewicz
spældi fyrrverandi landsliðsspæl
aran frían, og hann tók av.
Ein av ætlanunum hjá Sigfríði
Clementsen var at steðga Lukasz
Cieslewicz. Tað eydnaðist til tíðir
væl, tí Fróði Benjaminsen var
alla tíð tættur í póllendinginum.
Hinvegin hevur B36 fleiri hóttanir
í álopsspælinum. Tað hilnaðist
ikki eins væl hjá teimum reyðu og
svørtu at verja fyri teimum.
Tað var einu løtuna í seinna
umfarinum, at HB var omaná. Tað
eydnaðist eisini at fáa mál eftir flott
uppspæl, tá Símun Samuelsen sendi
bóltin í málhornið. 1-1, og Sigfríður
Clementsen stórfegnast – men bara
í 13 minuttir. Tá var B36 aftur á odda
við máli frá Símuni Joensen, sum
stýrdi frísparksinnleggi í málið.
HB
vildu
hava
brotsspark,
tá fáir minuttir restaðu í. Fróði
Benjaminsen fór um koll í brotsteig
inum, men hann datt ov lættliga.
Tað var eingin vanlukka at
tapa fyri B36. Úrslitið hevur hin
vegin við sær, at HB er bara tvey
stig frá niðurflyting eftir 13 lands
kappingardystum – og tað var ikki
gamalt!
Steðgurin
Nú er summarsteðgur. Ovastu liðini,
B36 og Víkingur, hava frí næsta
mánaðin, tá EB/Streymur, NSÍ, ÍF og
HB skulu umboða Føroyar í altjóða
kappingum. Spurningurin er, um
tað verður ein fyrimunur fyri B36.
Tað er eisini greitt, at Atli Danielsen
verður við, tá B36 fær vitjan av 07
Vestur á ólavsøku.
Fakta er framvegis tað, at B36 er
ósigrað í landskappingini.
uni@sosialurin.fo
Vodafonedeildin B36 heldur fast
um oddasessin, og tað er framvegis
eingin, sum hevur staðið oddaliðnum
kurl. Hvítklæddu havnarmenninir vunnu
sannførandi á grannunum í gjár
HB var omaná eina løtu í seinna hálvleiki, men
annars var tað B36, sum setti dagskránna
Mynd: Jens Kristian Vang
Tað var ein lættur heilaskjálvti,
sum hevði við sær, at Lukasz
Cieslewicz fór á sjúkrahúsið
eftir dystin í gjár. Tað var eftir
ein harðan nærdyst, tá pólski
framherjin fekk ein fót í høvdið,
at hann fekk ein stoyt.
Læknin hevur staðfest, at
talan var um lættan skjálvta.
Cieslewicz fer nú í summarfrí í
Póllandi.
uni@sosialurin.fo
Cieslewicz
fór á sjúkrahúsið