Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-06-29, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 29. juni 2011síða 4

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 29. juni 2011 · Nr. 74 4 Sosialurin Randi Jacobsen Tað er ikki uttan orsøk, at Taks hevur tvey fólk sitandi á posthúsinum á Óðinshædd og hava arbeiði burturav við at kanna pakkapost. Mangan er nevniliga ikki samsvar millum tað, sum stendur at vera í pakkanum, og tað sum veruliga er har. Hetta er nakað, sum hendir oftari, nú fólk eru farin at keypa frá nethandlum. – Ein stórur trupulleiki er, at eingin fakturi fylgir við, men hann liggur í pakkanum. Tá er neyðugt at lata pakkan upp ella at seta seg í samband við móttakaran, sigur Eyðun Mørkøre, stjóri á Taks. Annað innihald Ofta er ikki samsvar millum faktura og innihald. Til dømis kann standa á fakturanum, at vøran er verd minni enn 300 krónur, men tá ið pakkin verður latin upp, vísir tað seg, at vøran er meira verd enn so. Eftirlitsfólkini hava eitt tól, sum gjøgnumlýsir pakkar, og tá kann sleppast undan at lata pakkar upp. Fyri tað mesta verða pakkar latnir upp, tí eingin fakturi fylgir við. Tað hevði verið ein stórur lætti, um avsendararnir gjørdu sær tann ómak, sigur Eyðun Mørkøre. Tað er eisini hent, at uttan á hevur staðið, at í pakkanum hevur verið ein gomul brúkt telefon, men tá ið eftirlitsfólkini hava latið pakkan upp, hava tey funnið eina spildurnýggja iPhone fyri fleiri túsund krónur. Hetta er hent nakrar ferðir, sigur Eyðun Mørkøre. Annars er reglan, at pakkar við innihaldi, sum er minni enn trý hundrað krónur vert, verður tollur ikki rindaður fyri. Ólógligur heilivágur Mest álvarsligt er, at heilt nógvur heilivágur kemur við postinum til Føroya. Tað er ikki bara viagra, men nógvur sterkur heilivágur, ið kann vera vandamikil, um hann ikki verður tikin rætt. Nógvur heilivágur, sum bert eigur at kunna fáast við ávísing frá lækna, kemur við postinum, sigur Eyðun Mørkøre. Tað mesta av hesum heilivági kemur út Kina. Tá ið eftirlitsfólkini finna heilivág í postinum, verður hann latin Lands­apo­tek­ara­ num at meta um. Í gjár var eittt skáp á skrivstovuni fult við ólógliga innfluttum heilivági, sum Landsapotekarin skal kanna. Sum heild koma nógvir pakkar, ið latnir verða upp, úr Kina, og tað er alt millum himmal og jørð í hesum pakkum. Tað hendir eisini meira enn so, at rúsevni koma við postinum. Eftirlitsfólki hava ofta funnið bæði hassj og sterkari evni. Teir pakkarnir verða altíð latnir politinum. Hassjhundurin er eisini javnan á post­húsi­num og snoddar. Eftirlitsfólkini fáa javnan toyggið frá fólkum, sum eru í øðini um, at pakkar til teirra eru latnir upp. – Eg skilji væl, at fólk eru óð, eitt nú tá ið ein gávupakki er latin upp, men vit hava dømi um, at gávur als ikki hava verið í gávupakkum, sigur Eyðun Mørkøre. Randi Jacobsen Í áravís hevur Skop­ un­ar kommuna ikki goldið allan sín part til lækna­skipanina í oynni, og Sands kommuna og Skop­ un­ar kommuna hava held­ur ikki verið samd­ar um, hvussu stór skuld­in hjá Skop­ un­ar kommunu var. Men á seinasta komm­unustýris­ fundi í Skopun við­ ur­kendi komm­unu­ stýr­ið, at skuldin er tann, sum Sands komm­una hevur sagt, at hon er. Við ársbyrjan var skuldin, sum er arbeitt upp gjøgn­ um fleiri ár, 740.000 krónur, og elsti parturin stavar frá 1982, tá ið lækna­mið­ støðin varð bygd. Tað verður tó nakað enn, til Sands kommuna fær pen­ ingin frá Skop­un­ar komm­unu. Skop­ unar komm­una er nevni­liga sett und­ir umsit­ing av Fíggj­ a r ­m á l ­a ­rá ð ­n ­u m , sum vegna Skop­ unar komm­unu fyrst noyðist at fáa aðra skuld av vegn­ um, sigur Brand­ur Sandoy, borg­ar­stjóri á Sandi. Samd um skuldina Kommunu­ stýrið í Skopun hevur ásannað, at skuldin til Sands kommuna fyri lækna­ skipanina er upp­hæddin, sum Sands kommuna hevur roknað seg fram til Randi Jacobsen Á fundi mánakvøldið samtykti kommunustýrið at gjalda Sandoyar Skúlasambandi 420.000 krónur eyka, tí skúlasambandið hevur havt eina meirnýtslu. Hinar kommunurnar í oynni hava eisini fingið eykarokning, og samanlagt skal skúlasambandið hava eina mió.krónur. Sands kommuna var í stór­ ari skuld til skúla­sam­bandið, men tann peningin hevur Sands kommuna goldið. – Tann peningurin fór allur til nýggja fótbóltsvøllin, og tí restaði skúlasambandinum pening til annað, sigur Brandur Sandoy, borgarstjóri á Sandi. Sands kommuna hevur tó sett treytir við fyri at gjalda hesa nýggju rokningina. Ein treyt er, at hon ikki vil gjalda 42 prosent av tí, sum skúla­ sam­bandið kostar, og bara hava tveir av sjey nevndar­lim­ um. Vald og gjald mugu fylgj­ ast, sigur Brandur Sandoy. Betri stýring Onnur treytin er, at skúla­ sambandið ikki skal brúka meira, enn figgjar­ætlan­ in sigur, uttan so at hetta er góðkent av kommunu­ stýrinum. Har­aftrat krevur Sands kommunu­stýri at fáa kvartals­rokn­skapir fyri betur at kunna fylgja við. Formaður í Sandoyar Skúlasambandi er Gerhard Lognberg, men hann er sjúkrameldaður, og virkandi formaður er Sjúrður Nolsøe. Hann sigur, at fótbólts­ vøllurin gjørdist ikki nógv dýrari enn vænta. Neyðugt var at fáa nýggjan vøll, um B71, sum øll oyggin stendur saman um, skuldi halda fram. Tað komu nakrar rokningar aftrat, tí krøv vórðu sett um størri undirlendi enn ætlað, um girðingar o.a. Spurningurin er, hví skúla­sambandið komið gjald­ føris­trupulleikar, sjálvt um skuldin hjá Sands kommunu er komin inn, stendur ósvaraður. Vandamikil heilivágur kemur við postinum Eftirlitsfólkini hjá Taks á Posta finna alt millum himmal og jørð í pakkum, sum koma til landið og síggja vanligir út Gjalda eyka til Meginskúlan Kommunurnar í Sandoynni noyðast samanlagt at gjalda eina millión krónur eyka til skúlasambandið Eftirlitsfólkini verða so nógv skeldað út, at tey ikki leggja í at verða kend aftur á nakrari mynd. Tey bæði starvsfólkini hava so nógv at gera, at allur dagurin fer til eftirlitsarbeiði Mynd: Jens Kristin Vang