Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-07-01, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 1. juli 2011síða 2

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 1. juli 2011 · Nr. 75 vikuskiftisblaðið Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Oddagrein Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Fyri tey ið kenna til at hava pínu í ryggi, nakka og høvdi og aðrar líknandi trupul­ leikar kann nýggja píka­ mottan verða ein hent og ein­fald  loysn at brúka. Ein leggur seg á ryggin á mottuna, meðan ein bara let­ ur píkarnar prika ella trýsta á t.d. rygg ella nakka. Píkarnir prika ikki hol á húðina, tí teir eru av­rund­aðir. Í fyrstuni merkist væl, at ein liggur á mottuni, men so líðandi minkar pín­an og kenslan gerst góð. Píka­ mottan kann eisini brúkast at slappa av á ella stressa av við, t.d. tá tú hevur tað torført »at kobla úr« ella tá tú kennir teg stressaðan. Tað er Janus Dam Guttesen sum umboðar Píkamottuna í Føroyum. Meiri fæst at vita um píkamottuna á heim­ asíðuni við sama navni www.pikamottan.fo Seinastu tíðina hevur Grikkaland mangan verið nevnt í miðlunum. Tað kemst ikki av ongum: Støðan í land­ inum er einfald hon, at tað er við at fara av knóranum - ein avleiðing, sum kann fara at røkka langt út um landamørk tess. Greinarar kring allan heimin hava í longri tíð ávarað um støðuna í landinum. Hetta hava teir ikki minst gjørt, tí teir ynsktu at sleppa undan líknandi støðu her, eins og tað kundi havt útviklað seg til í t.d. Írlandi og Portugal. Teir mest dapurtskygdu meta støðuna her eins álvarsama og hana, sum hendi tá amerikanski íløgu­ bankin Lehman Brothers fór í sor fyri trimum árum síðani. Onkur teirra heldur enntá uppá, at kreppan í Grikka­landi kann í ring­asta føri ger­ast verri enn krepp­an sum rak­ ar heimin nú og sum eisini vit í Før­ oy­um merkja avleið­ingarnar av. Í gjára­morgunin frættist tó, at týskir bank­ar og trygg­ingar­feløg hava gjørt eina avtalu um gjalds­skáa mótvegis kreppu­rakta land­inum. Tann stóri spurningurin er sjálv­ andi, hví hetta søguliga landið, sum er knýtt at euro-samstarvinum, er komið í hesa støðuna? Og ein annar, eins viðkomandi spurningur: Hvat hevur ES gjørt fyri at forða hesum? Og kann ein læra nakað av hesum? Ábyrgdin fyri støðuni liggur fyrst og fremst í Grikklandi, men ES hevur eisini eina medábyrgd í hesum sam­ bandi. Ein má í hesum sambandi fara 30 ár aftur í tíðina, tá landið kom við í ES, helst ov illa fyrireikað og óbúgvið til ein slíkan limaskap. Endamálið var uttan iva at betra um fíggjarligu støðuna, og helst menna landið enn meiri. Í dag kann ein helst kjakast um og ivast rættiliga nógv í, hvussu hetta hevur eydnast. Tá so Grikkaland fyri 10 árum sí­ð­ani kom við í euro-samstarvið átti onkur ávaringarklokka ringt, vilja ser­frøðingar vera við. Við hesi avgerðini fingu grikkar samstundis eitt fíggjarligt trúvirði, sum als ikki helt í longdini, og bert gjørdi skrið­ una enn størri. Nú er hon farin á rull, og spurningurin er bert, hvønn skaða hon ger í Grikkalandi og um­ heiminum. Tað sum kanska er enn meiri álvarsamt er, at kreppan her kann raka restina av heiminum, bæði tey sum eru við í euro-samstarvinum og annars allan heimsbúskapin. Hóast hvørki Føroyar ella Danmark eru við í hesum samstarvi, kann støðan í Grikkalandi gerast steinur oman á byrðu hjá okkum, sum - í øll­um førum - royna at byrgja upp fyri, soleiðis at avleiðingarnar av kreppuni ikki skulu gerast ov stórar. Hinvegin so ber væl til at tosa seg saman til eina loysn. Hetta varð prógvað í 2008, tá altjóða samfelagið fyri einaferð skuld tosaði saman, soleiðis at forðaði fyri at altjóða fíggjarskipanin datt fullkomuliga sundur. Vónandi kunnu heimsins leið­arar enn einaferð seta seg yvirav hvørj­ um øðrum og finna fram til eina semju, nú ið grikska tjóðar­tingið hev­ur samtykt eina spariætlan fyri milliardir krónur. Her kann bara spyrj­ast gott burturúr. Tað er tungt at vera europeari og føroyingur í dag. Vit vilja helst sleppa undan enn einum fíggjarligum bak­ kasti. Tosað hevur verið um føroyskan limaskap í ES. Kanska kann dømið úr stóra Grikkalandi fáa okkum úr lítlu Føroyum at hugsa okkum væl um og verða væl fyrireikað, tá og um ein møguligur ES-limaskapur kemur uppá tal. Tað er jú framvegis so, at tað er ikki alt gull ið glitrar. Vit vilja helst sleppa und­an enn einum fíggjarligum bakkasti Byggingin av nýggju ítrótt­ arhøllini á Sandi gong­ur so mikið væl, at ar­beiðið er framman fyri tíðar­ætl­an­ina.  Í farnu viku vitjaðu lands­stýriskvinnan í menta­mál­um, He­lena Dam á Neysta­bø, og stjór­in á Lands­verki, Ewald Kjø­lbro, byggi­pláss­ið. Bæði vóru tey væl nøgd við gongd­ina í bygg­ing­ini.  – Hetta sær lovandi út. Byggiarbeiðið hevur ging­ ið væl, og í løtuni eru vit tvær vikur framman fyri tíðarætlanina, segði Ewald Kjølbro, sam­bært heima­ síðuni hjá Lands­verki.  Ætlandi verður høllin innilokað í oktober mánaða í ár. Eisini landsstýris­kvinn­ an í mentamálum fegnast yvir tað, hon sá á Sandi. – Hendan høllin verður avgjørt millum bestu hallir í landinum, og eg ivist ikki í, at hon verður til stóra gleði fyri borgararnar í oynni. Ikki einans fer nýggja høll­in at kunna hýsa øllum inn­an­ dura ítrótt­ar­grein­um, sum verða íðk­að­ar í Føroyum. Eisini kann hon vera við til at lyfta mentanarlívið í oynni, sum til dømis til at hýsa sjónleiki, tónleiki og øðr­um mentanartiltøkum, sigur Helena Dam á Neysta­ bø. Tá høllin er liðug fyrst í august næsta ár, verður hon latin kommununum í Sandoynni, ið síðani koma at eiga og reka høllina. Framman fyri tíðarætlanina Ikki alt gull, ið glitrar Ferðafólkini sum við vóru vóru týskarar. Tríggir buss­ar komu til Sandavágs seinna­ partin við ferðafólki, har um­ boð fyri heimasíðuna www. joanisnielsen.fo fingu prát við onkran av teimum. Tey vóru sera væl nøgd við túrin í Føroyum, sum sjálv­andi skuldi vart longur, søgdu tey. Amadea fór av Havnini um 7-tíðina í gjárkvøldið, fór um Kirkjubønes og so vestur­ eftir. Amadea fer til Ísland, har ferðafólkini vóru sera spent at síggja Heimaey. Amadea er 193 metrar langt og 28 metrar breitt. Ferðamannaskipið Amadea lá ígjár á Havnini Prikar pínuna burtur Prestur: Gott at vera í Fuglafirði Sosialurin, síðu 6 10,- franskur HOTDOG 20,- 2 x 1/2 L FAXE KONDI ...síggjast Hetta vikuskiftið Valevni: Føroyar eru end­aðar í luksus­ felluni Summarblaðið, síða 6 Ewald Kjølbro og Helena Dam á Neystabø fegnast um høllina á Sandi