fríggjadagur 1. juli 2011síða 4
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 1. juli 2011 · Nr. 75
4
Sosialurin
Randi Jacobsen
Tað verður styttri og styttri
millum siðamisbrotini, sum
Føroya rættur viðger, og
fleiri og fleiri mál verða eisini
meldað.
Mikudagin var aftur eitt
siðamisbrot
í
rættinum.
Hetta málið snúði seg um
ein 49 ára gamlan mann, sum
hevði verið ónæriligur móti
eini 15 ára gamlari gentu.
Málið varð viðgjørt á opn
um rættarfundi. Tó vórðu
hurðarnar latnar aftur, með
an gentan varð avhoyrd fyri
at verja gentuna.
Maðurin var blivin væl við
grannakonuna, og í desember
í fjør flutti hann inn til henn
ara. Nakað eftir komu børn
ini aftur til mammuna at
búgva.
Teir fyrstu mánaðirnar
gekk væl, men í apríl byrjaði
hann at gera seg inn á hana.
Hann segði í rættinum, at
gentan vildi tað sjálv, men
tað samsvaraði ikki við tað,
sum gentan hevur sagt fyri
politinum og vinkonunum,
sum vitnaðu í rættinum. Hon
royndi at fara undan honum,
og ofta svav hon hjá onkrari
vinkonu, ella hon fekk onkra
vinkonu at sova hjá sær. Tað
gjørdi hon tó eisini, áðrenn
hann byrjaði at gera seg inn
á hana.
Fór at skulka
Flokslærarin
hjá
gentuni
fekk illgruna um, at okkurt
var galið heima hjá gentuni.
Gentan hevði annars trivist
væl, men knappliga fór hon
at skulka um morgunin.
Lærarin hevði tosað við gent
una, men fekk einki svar.
Tvær vinkonur greiddu
frá, at gentan hevði sagt
teimum, at maðurin hevði
gjørt nakað ljótt móti sær.
Hon orkaði ikki fyri manni
num, og tað var tí hon vildi
hava onkra at sova hjá sær,
hevði hon sagt.
Tað var mest um morg
unin, eftir at mammam var
farin til arbeiðis, at hann fór
til gentuna, men hann fór
eisini fleiri ferðir til hennara
um náttina.
Alt endaði eina nátt, tá ið
hann var farin upp. Mamma
gentuna var vakin og fór
hann aftaná, og tá fann hon
hann sitandi í kamarinum
hjá gentuni. Hetta var 29.
mai í ár.
Mamman forelskað
Tey bæði vaksnu høvdu skeld
ast illa tá, men mamman
gjørdi einki við tað.
– Eg veit ikki hví. Eg var so
frustrerað og visti ikki, um
eg skuldi trúgva henni ella
honum, og eg var eisini so
forelskað, segði mamman.
Gentan hevði sagt mamm
uni, hvat maðurin hevði
gjørt.
Í
nakrar
dagar
segði
mamman einki fyri nøkrum,
men tað gjørdist ov mikið, og
hon betrúði seg so fyri eini
skyldkonu.
Tað kom fram í rættinum,
at hann hevði biðið gentuna
um einki at siga fyri mamm
uni, tí so fór mamman at
gerast kedd. Hetta skuldi
vera teirra loynidómur.
Hann segði, at gentan
fleiri ferðir hevði biðið seg
um lummapengar, sum hann
hevði givið henni. Aðrar
frágreiðingar søgdu, at hon
hevði fingið pengar frá hon
um – líkasum afturfyri.
Hann hevði givið henni
eina Iphone í føðingardags
gávu. Beiggi hennara fekk
eisini eina.
Vildi manninum
tað besta
Tann ákærdi maðurin hevði
sagt við unnustuna, at fór
hon til politiið, tók hann
lívið av sær. Eisini um hann
skuldi í fongsul. Hon hevði
svarað, at best var, um hann
fór aftur til føðiland sítt.
Mamman segði, at hon
ongan illgruna hevði havt,
áðrenn
ta
náttina,
hon
avdúkaði mannin.
Hann hevði lovað ikki at
gera tað aftur, og so gjørdi
hon ikki meira. Hon vildi
bara tað besta fyri hann.
Torført var hjá ákæranum
at draga svarini úr kvinnuni,
sum ikki fekst at svara greitt,
um hon ynskti at taka upp
aftur samlívið við mannin.
Tað kom fram í rættinum,
at onkur hevði latið pápa
gentuna
vita,
hvat
var
hent, og at hann so meldaði
tilburðin til løgregluna.
Ein stórur spurningur var,
um maðurin hevði gjørt seg
inn á gentuna, áðrenn hon
fylti fimtan ár. Rætturin kom
til, at tað var hent minst eina
ferð.
Rætturin kom til, at við
einum lítlum undantaki vóru
allar ákærurnar prógvaðar,
eisini at maðurin hevði brúkt
makt móti gentuni.
Uppiheldur familjuni
Maðurin er útlendingur og
hevur havt uppihalds- og
arbeiðsloyvi í Føroyum í átta
ár. Hann kom upprunaliga til
Føroya fyri at arbeiða og for
syrgja familjuni í heimlandi
num. Nakrar systrar hansara
eru eisini í Føroyum.
Maðurin hevur konu og
trý børn í heimlandinum.
Hvønn mánað sendir hann
pening heim til konuna og
mammuna.
Hann visti ikki, hvussu tey
fara at klára seg, um hann ikki
kundi vera og arbeiða longur
í Føroyum. Vánaligu korini
hjá familuni í heimlandinum
lýsti hann við at nevna, at
tvey børn hansara vóru deyð,
tí familjan hevði ikki ráð at
gjalda fyri viðgerð.
Dómurin var eitt ár og
tríggjar mánaðar fongsuls
revsing. Haraftrat var maður
in vístur av landinum í 10 ár.
Hann skal eisini gjalda gent
uni 30.000 krónur í endur
gjaldi.
Hann hevur møguleikan
at kæra dómin, og til tann
avgerðin er tikin, verður hann
sitandi í varðhaldinum.
randi@sosialurin.fo
Pápin meldaði
siðamisbrotið
Mamman visti ikki, um hon skuldi trúgva dóttrini ella manninum, hon livdi saman
við og fór tí ikki til politiið. Maðurin fekk 15 mánaðar fongulsrevsing
Gentan var ikki fylt
15 ár, tá ið maðurin
byrjaði at gera seg
inn á hana kynsliga