fríggjadagur 1. juli 2011síða 6
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 1. juli 2011 · Nr. 75
6
Sosialurin
Leo Poulsen
Í sambandi við, at Nólsoyar
Orkufelag fer undir eina
royndarverkætlan
við
at
veita streym til hús frá einari
vindmyllu, hevur felagið sam
bært løgtingslóg gjørt eina
umhvørvisárinsmeting
av
verkætlanini.
Hendan
árinsmeting
verður nú løgd fyri komm
ununa og aðrar viðkomandi
myndugleikar til hoyring.
Hoyringsfreistin er seks
vikur, og tað vil siga, at møgu
ligt hoyringssvar skal verða
Umhvørvisstovuni í hendi í
seinasta lagi 10. august.
Í hesum sambandi bjóðar
Nólsoyar Orkufelag til al
mennan kunnandi fund um
orkuverkætlanina í Nólsoy.
Fundurin
verður
hildin
komandi sunnudag, 3. juli,
klokkan 17 í bygdarhúsinum
í Nólsoy.
Í 2003 byrjaði ein norður
lendsk verkætlan við enda
máli at kanna møguleikar
fyri í størri mun at nýta
varandi orku í útnorði.
Nólsoyar Orkufelag hevur,
við stuðuli úr Innlendis
málaráðnum, ført verkætlan
ina víðari, og fyrireikingar
eru gjørdar, so hús í Nólsoy
kunnu hitast við vindorku.
Av tí at talan er um at seta
upp vindmyllu, er neyðugt at
gera kanningar og metingar
av, hvørji árin hetta kann
hava á umhvørvið. Hesar
kanningar eru gjørdar sein
astu vikurnar og eru nú
latnar
Umhvørvisstovuni
at
leggja
til
almennar
hoyringar.
Fundurin er sum nevnt
almennur, og hjá teimum,
ið hava áhuga at koma av
fastlandinum at lurta eftir
verkætlanini, ber til at koma
út til Nólsoyar við Ternuni
klokkan 16.20 og inn aftur itl
Havnar klokkan 19.25.
leo@sosialurin.fo
Leo Poulsen
Hon kundi frítt velja millum
prestastarvið í Fuglafjarðar
prestagjaldi ella í Hvalvíkar
prestagjaldi.
Hon
valdi
Fuglafjørð. Og tað hevur hon
ikki angra.
– Eg eri ógvuliga væl
móttikin í Fuglafirði, og vit
eru øll fallin væl til eisini, so
vit trívast væl her í presta
garðinum í Fuglafirði, sigur
Anne Mette Klementsen.
Hon sigur, at tað er ein
frægd at vera komin til
eitt prestagjald sum tað í
Fuglafirði.
– Mær nýtist als ikki at
hugsa um, hvørt fólk koma í
kirkju ella ikki. Í øllum presta
gjaldinum ganga nógv fólk í
kirkju, og tað er stórur munur
á Fuglafjarðar prestagjaldi og
summum kirkjum í Danmark,
har tú kanst koma út fyri
at prædika fyri trimum
gomlum konum, sigur Anne
Mette Klementsen.
Í Fuglafjarðar prestagjaldi
eu bygdirnar Fuglafjørður,
Leirvík,
Funningsfjørður,
Elduvík og Hellurnar.
– Eg royni at býta gudstæn
asturnar so kristiliga millum
bygdirnar. Triðju hvørja viku
eri eg í Fuglafirði og í Leirvík,
og so verður javnt býtt
millum hinar tríggjar bygdir
nar í prestagjaldinum, sigur
Anne Mette Klementsen.
Annars sigur hon, at tað
eru so nógvir »skeivir« halgi
dagar, at tað verður títtari
enn tað, at kirkjurnar fáa
vitjan av presti.
– Tað hendir eisini ofta, at
eg havi tvær gudstænastur
sama dag, sigur Anne Mette
Klementsen.
Nýggi Fuglafjarðar prest
urin hevur sungið í kóri í
mong ár, og í Fuglafirði hava
tey eisini eitt sangkór, men
fyribils hevur Anne Mette
Klementsen nýtt tíðina at
seta seg inn í nýggja starvið
og at læra síni sóknarbørn
at kenna. Men hvør veit, um
hon ikki einaferð seinni fer at
finnast í kórinum í Fuglafirði,
har maðurin longu er vorðin
fastur fúsur.
leo@sosialurin.fo
Umhvørvisárinsmeting send til hoyringar
Á myndini er vindmyllan
innsett har, sum hon
verður sett upp, tá øll
loyvir fyriliggja
Anne Mette fegnast
um prestagjaldið
Nú er hálvt ár síðani Anne Mette Greve Klementsen við familju flutti inn í
prestagarðin í Fuglafirði, og tey eru øll fallin væl til í fiskamjølsbygdini
Sp/f Nólsoyar Orkufelag hevur gjørt eina umhvørvisárinsmeting, sum nú er send út til hoyringar
Anne Mette Greve
Klementsen og
familjan er fallin væl
til í prestagarðinum
í Fuglafirði
Mynd: Jens Kristian Vang