fríggjadagur 1. juli 2011síða 16
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 1. juli 2011 · Nr. 75
16
Sosialurin
Ítróttur
Eyðun Klakstein
Bjørk fylgdist stóran part av tein
inum við trimum øðrum rennarum,
men nakað fyri endaspurtin dragn
aði ein av rennarunum, og tí kapp
aðust Bjørk og tvær aðrar um
fremstu plássini.
Í endaspurtinum rann Louise
Perrio av Guernsey frá Bjørk og
Turi Malme av Hitra, og Perrio
vann renningina. Bjørk helt seg
frammanfyri Turi á seinasta tein
inum og rann tí í mál sum nummar
2 við tíðini 37:28.85, sum er nýtt
føroyskt met.
– Hetta var heilt fantastiskt. Eg
veit ikki, hvat eg hevði roknað við,
men eg føldi meg væl í kvøld og
rann eina góða renning, sigur Bjørk
Herup Olsen.
Bjørk skal í dag (eftir okkara
evstamark) renna 5.000 metrar
renning, sum er hennara seinasta
kapping.
eydun@sosialurin.fo
Bjørk vann silvur
RENNING Bjørk Herup Olsen vann silvur í
10.000 metra renning á Oyggjaleikunum
Eyðun Klakstein
Hansara hátign Jarlurin av
Wessex er yngsti sonurin hjá
Elizabeth drotning og Philip
prinsi, og mikudagin legði hann
leiðina fram á Isle of Wight.
Hann steðgaði á Isle of Wight
til hósdagin.
Edward prinsur vitjaði mill
um annað á Fairway leikvøll
inum, á eini golfbreyt og í borð
tennishøllini. Hann prátaði við
fyriskiparar, leiðarar, ítróttar
fólk og onnur.
Áðrenn vitjanina høvdu
fjølmiðlarnir fingið boð um at
halda frástøðu – »respectful
distance«, sum tað var kallað –
frá prinsinum, men prinsurin
steðgaði tó á og heilsaði uppá
umboð fyri Miðlahúsið. Hann
spurdi, hvaðani vit vóru, og um
vit plagdu at dekka Oyggja
leikirnar.
Sigast skal tó, at prinsurin
var skjótur í vendingini, og tað
gjørdist einki prát um grinda
dráp ella fiskiskap.
eydun@sosialurin.fo
Edward prinsur vitjaði á Isle of Wight í vikuni
Mynd: Álvur Haraldsen
Kongalig
vitjan á
Oyggja
leikunum
KONGALIG Umboð fyri bretska
kongshúsið vitjaði mikudagin og
hósdagin á Oyggjaleikunum. Edward
prinsur heilsaði upp á ítróttar
fólk, leiðarar og fyriskiparar
Eyðun Klakstein
Bogaskjúttarnir hava í dag havt
sín
seinasta
kappingardag
á
Oyggjaleikunum. Í dag var lið
kapping í head-to-head kappingini
á skránni. Hetta er kapping eftir
cup skipan, har vinnarin heldur
fram í kappingini, og taparin fer út.
Í recurve skutu Føroyar seg í final
una, har Jersey tók ímóti.
Føroyar vunnu greiðan sigur í
avgerandi dystinum. Úrslitið var
190-175. Harvið skutu recurve-
skjúttarnir gullið heim til Føroya
í
hesi
seinastu
liðkappingini.
Í compound komu Føroyar eisini
í finaluna, har Guernsey var mót
støðuliðið. Har var eitt stig á muni,
tá ið alt kom til alt, og tað var
Guersney, sum var omaná. Harvið
vunnu Føroyar silvur í hesi kapping.
Bogaskjúttarnir eru nú lidnir at
kappast, og teir hava vunnið Før
oyum 4 gull, 3 silvur og 4 bronsu.
eydun@sosialurin.fo
Skutu eitt gull-
merki afturat heim
OYGGJALEIKIR Bogaskjúttarnir vunnu á seinasta kappingardegnum
eitt gullmerki og eitt silvurmerki í liðkappingini í head-to-head
Bjørk Herup Olsen vann mikukvøldið silvur á 10.000 metrum
Mynd: Álvur Haraldsen