Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-07-01, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 1. juli 2011síða 34

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

surr 2 Kamufleraðir Her er ein fitt summarmynd av, hvussu smáu ungarnir liggja væl goymdir fyri rovdjórum, meðan mamman ikki er hjástødd. Varmakelda í Fuglafirði Í vikuskiftinum fara stevnugestir at stevna til Fuglafjarðar, har Varmakeldustevna er. Fyriskipararnir siga, at nógv er á skránni til bæði børn, ung, vaksin og eldri. Mest vitjaða tiltakið mann tó vera FM-kappróðurin, sum er á Varmakeldu á øðrumhvørjum ári. Varmakelda Fríggjadagin 1/7 til sunnudagin 3/7 Summartónar í Tøting Fríggjakvøldið 1. Juli kl. 21 bjóðar Grót aftur til Summartónar í Tøting. Hesaferð verða Tjant og Benjamin Petersen at hoyra. Konsertin byrjar kl. 21.00, kostnaðurin 100 kr. Tiltakið er fyri Grótlimir, men tú kanst tekna teg sum lim, í eitt ár, fyri bert 100 kr., og fáa hesa konsertina ókeypis. Atgongumerki fáast við dyrnar frá kl. 20.30, siga fyriskipararnir. Summartónar í Tøting Í Syðrugøtu Fríggkvøld 1/ kl. 21. Og tekur eingin tað upp? Ákæruritið á gáttini Kringvarp.fo Kanska støddin á portiónunum er svarið... Dýrur matur fitar ikki so nógv Grams.fo Vónandi vóru teir í vesti – Og so koma allir hinir bátarnir bóltandi inn á mál... Jóansøkukappróður í Kringvarpinum Teir fáa neyvan stress av tí arbeiðnum Seks mans eygleiða Lafayette Dimma.fo Breaking News Taliban hóttir USA og Evropa við álopum Portal.fo Tak tíð Tíð er ikki nakað tú fært, tað er nakað tú tekur. Nú situr tú við blaðnum Summar í hondini og lesur hesi orð. Tað merkir eisini, at tú hevur tikið tær tíð at hyggja gjøgnum blaðið, og ikki bara við skundi blaðar gjøgnum eitt tilvildarligt blað í forbíferðini. Tú hevur kanska sett tær fyri at lesa hetta nýggja blað ígjøgnum, av forvitni kanska, ella í vónini um at verða undirhildin, ella tí at tú ert ein av trúgvu lesarunum av Vikuskifti, sum nú er farið í summarfrí, sum enn hevur brúk fyri at fáa nøktað tørvin á áhugaverdum lesnaði. Í gerandisdegnums dagliga resi er ofta ringt at finna stundir at lesa. Og tá vit so lesa, skal tað helst vera okkurt, ið ikki bara er vert at brúka dýrabaru tíðina upp á, men eisini áhugavert. Og áhugaverdan lesnað er júst nakað, vit her leggja okkum eftir at framleiða. Hesaferð eru vit aftur farin afturum eitt av nýggju valevnunum, sum fara at bjóða seg fram til eitt komandi løgtingsval. Vit práta eisini við royndan og kontroversiellan politikara, sum ikki fer at stilla upp aftur, men sum peikar á nakrar trupulleikar og veikleikar í politisku skipanini. Men alt er ikki politikkur, og vit gera eisini eitt renn inn í leiklistarheimin, inn í tónleikaheimin og at enda eisini inní bókaheimin, har vit hava fingið nøkur boð upp á tann góða summarlesnaðin. At lesa er sunt. Tú slappar av, sleppur eina løtu vekk frá gerandisdegnum. Vónandi tekur tú tær eisini stundir at lesa restina av hesum blaðnum. Okkara vón er at tú fært nakað burturúr at lesa Summar. Um ikki annað at tú fært koblað úr eina løtu og savnað inspiratión og nýggja orku til aftur at streva teg gjøgnum gerandisdagin. Vælkomin til Summar í Sosialinum Summar redaktørur Rógvi Nybo rogvi@sosialurin.fo