mánadagur 4. juli 2011síða 2
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 4. juli 2011 · Nr. 76
mánadagsblaðið
Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Oddagrein
Er tað nakað sum fer at sermerkja
prátið manna millum hetta komandi
árið, so man tað uttan iva verða tann
politiska støðan og tey bæði valini sum
standa fyri framman - í kronologiskari
raðfylgju fólkatingsvalið og síðani
løgtingsval, men tey kunnu kortini
eins væl býta um raðfylgju, tí enn
vita hvørki føroyingar ella danir nær
tey skulu kjósa sær umboð á ting.
Tey, ið hava fylgt við politisku
gongdini her á landi, hava staðfest, at
veljarakanningarnar hava víst á eina
polarisering í føroyskum politikki -
kanska ikki so nógv millum høgra og
vinstra, sum millum sjálvstýrisvongin
og sambandsvongin. Soleiðis sum
kanningarnar hava víst, eru tað júst
hesin eini spurningurin, sum skilir
partarnar so nógv, at fólkið í mangar
mátar gongur í tveimum bólkum:
Tjóðveldi fær helst eitt gott val. Og
Sambandsflokkurin, sum, ikki minst
orsakað av "løgmans-effektini", fer
helst at fáa eitt gott val, skal ein trúgva
kanningunum.
Øðrvísi er tó statt í Danmark,
har forsætisráðharrin, Lars Løkke
Rasmussen ikki kann vísa á somu
effekt sum landsins leiðari. Hjá hon
um gongur tað heldur hinvegin.
Orsøkin til hetta sigst vera, at Løkke
og stjórn hansara er niðurslitin. Fólk
vilja hava okkurt nýtt. Tey vilja hava
Helle Thorning-Smith sum forsætis
ráðharra. Og hetta siga tey, samstundis
sum tey, so løgið tað ljóðar, halda, at
Løkke er hann ið er bestur at leiða
landið gjøgnum kreppuna og hevur
tey greiðastu sjónarmiðini. Men hetta
telur kortini ikki, tí sambært teirri
seinastu veljarakanningini, sum varð
gjørd í farnu viku, hevur veljarin eftir
øllum at døma longu tikið avgerð um,
at tey vilja hava Helle.
Eygleiðarar siga snøgt sagt, at
Løkke er raktur av Nyrup-syndromi
num, har hann og ráðharrar hansara
eru meistarar í at klutra tey góðu
málini, júst sum fyrrverandi forsætis
ráðharrin, Nyrup gjørdi tað, soleiðis
at danir nú eru komnir til ta støðu,
at 10 ár við eini borgarligari stjórn er
nóg mikið. Nú skal altso vend koma
í, hóast aðrir eygleiðarar undra seg
yvir, at danir vilja hava ta næstbestu
loysnina - altso at tey í mangar mátar
vilja hava Helle at reka borgarligan
politikk.
At ein stjórn ella stjórnarflokkur
missa undirtøku er ikki óvanligt. Ein
kanning, sum stóð at lesa í donsk
um blaði vísti, at av 283 valum í 19
ymiskum londum misti stjórnar
flokkurin í miðal 2,5 prosent við hvørt
valið.
Hetta sama er norski forsætisráð
harrin, Jens Stoltenberg eisini greið
ur yvir. Hóast stórtingsval ikki er í
Noregi fyrrenn í 2013, hevur stjórnin
eisini verið fyri hørðum atfinn
ingum og minkandi undirtøku í
veljarakanningunum. Í farnu viku
var Stoltenberg tó frammi og segði
sína hugsan um politisku støðuna.
Her gjørdi hann púra greitt, at hann
ikki
óttaðist
andstøðuflokkarnar,
Høyre og Fremskrittspartiet við eitt
komandi val. Hansara størsti ótti var
sofa'in og tey, ið velja at vera heima á
valdegnum.
- Vit verða við hvørt einasta val
ámint um, at tað er valúrslitið sum
telur. Vit skulu tó ikki gloyma veljara
kanningarnar, men tað avgerandi er
hóast alt valúrslitið, segði Stoltenberg
í hesum sambandi. - Vit vita, at tann
størsti val-reservin hjá Arbeiderpartiet
eru tey sum ikki greiða atkvøðu.
Í januar 2012 verður løgtingsval,
um ikki fyrri. Valstríðið er í mangar
mátar byrjað. Tann stóri spurningurin
er, um løgmans-effektin kann halda
sær so leingi. Hin spurningurin er, um
tjóðveldi við Høgna Hoydal á odda
fær sannført fólk um, at teirra leið er
hin rætta.
Men kanska verður størsta avbjóð
ingin hjá øllum valevnunum at fáa fólk
á val. Tí samstundis sum summi gerast
spent uppá valið, eru tað onnur sum
halda lítið um politikkarar okkara. Tey
eru troytt at brotnum lyftum, klandri
og uppgávulyndi. Kanska kunnu orð
ini hjá Stoltenberg eisini brúkast í
føroyskum politikki, at tað í roynd og
veru er sofaveljarin, sum avger hvønn
veg rákið kann fara.
Í øllum førum er greitt, at hvør at
kvøða telur við eitt komandi løgtings
val. Tað ræður bara um at fáa fatur á
teimum.
Bátafelagið á Toftum hevur
gjørt
leigusáttmála
við
Hanus Lómstein, um leigu
av hølunum har POSTA
helt til.
Virksemið hjá felagnum
er bara økt ár undan ári,
eins og ognir felagsins eru
vorðnar fleiri og fleiri.
Nevndin metti tí, at
hetta tilboðið nøktaði tørv
felagsins, og liggur væl
fyri í bygdini og er lætt
atkomuligt, og letur upp
fyri nýggjum møguleikum
fyri felagið.
Men hóast økt virksemi
og fleiri ognir, eru ov fáir
limir í felagnum.
– Skal Bátafestivalurin
og
Bátafelagnum
verða
lív lagað, mega tað verða
fleiri, sum kunna skipa fyri
tiltøkum á Toftum, sigur
felagið.
Aðalfundur
felagisns
stendur fyri durum og
tá er eisini møguleiki, at
tekna seg sum lim, skrivar
heimasíðan nes.fo.
Bátafelagið leigar
gamalt posthús
Sofaveljarin
Mánadagin 27. juni doyði
fyrrverandi, danski ráðharrin
og politikarin, Erling Olsen,
84 ára gamal. Tað eru kanska
ikki øll sum vita tað, men
hann hevði ein avgerandi
leiklut,
tá
Kristnastovu
skuldi keypast á sinni, og sum
siðani hevur verið karmur
um andalig tiltøk og møti i
danska høvuðsstaðnum.
Tá ið í Kristnastova skuldi
keypast í 1979, vildi lokala
grundeigarafelagið ikki góð
taka, at hús vóru keypt har á
økinum, sum skuldu nýtast
til hetta “kristiliga-sosiala”
virksemið, ið talan var um.
Men samband fekst í lag
við táverandi fólkatingsmann
og prest, Johan Nielsen,
sum fegin vildi hjálpa okk
um við hesum máli. Og tað
gjørdi hann m.a. við at seta
tey í samband við táverandi
bústaðarráðharran,
Erling
Olsen. Fleiri fundir vóru um
hetta mál, bæði á Christ
iansborg og á Ráðhúsinum,
og umsíðir loysnaði – ikki
minst tí at Erling Olsen
megnaði at skera ígjøgnum
og rudda slóð fyri, at loyvi
fekst til at nýta húsini til
endamálið.
– Og gleðin var stór hjá
okkum, tá hetta umsíðir kom
í rættlag, stendur at lesa á
heimasíðuni
hjá
Kristna
stovu. Og ikki nokk við tað:
Fyri
umleið
10
árum
síðani
fekk
Kristnastovu
óvæntaða vitjan av Erling
Olsen
ein
sunnumorgun.
Morgunmøtið var um at
vera av, tá Óli Jacobsen, fyrr
verandi formaður í Fiski
mannafelagnum, og Erling
Olsen komu inn á gólvið og
vóru saman við teimum, sum
samlaðust til møti, eina góða
løtu.
Erling Olsen kom inn í
fundarhølið, har hann skjótt
fall náttúrliga inn í millum
fólkið, og tey loftaðu eisini
hesum høvi til at takka
honum frá talarapallinum
fyri kærkomnu hjálpina, sum
hann veitti okkum í 1979.
– Nú Erling Olsen er farin,
minnast vit henda mann
við takksemi – og eru eisini
takksom fyri, at Harrin lat
rætta mannin vera á røttum
staði, tá vit skuldu keypa
nýggju Kristnastovu í 1979,
verður sagt at enda.
Erling Olsen loysti
keypið av Kristnastovu
Kapp
róður:
Fekk bæði
í posa og
sekk
Ítróttur, síða 11-23
Henry
verður
75 ár
Nøvn, síða 26
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
VITJAN
Erling Olsen á vitjan í Kristnastovu fyri umleið 10 árum síðani
Mynd: kristnastova.dk