mánadagur 4. juli 2011síða 4
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 4. juli 2011 · Nr. 76
4
Sosialurin
Randi Jacobsen
Tað er alment kent, at lóg
brótarar hava sínar egnu
moralsku lógir. Hjá teimum
er tað í fínasta lagi at eitt
nú ræna ein banka, svika og
drepa fólk, men teir vilja ikki
vita av teimum, sum gera seg
inn á børn.
Tað er ikki ókent í øðrum
londum, at siðamisbrótarar
hava verið noyddir at gjalda
við lívinum í fongsli, og ofta
hevur verið neyðugt at flyta
fangar, sum hava sitið fyri
siðamisbrot í annað fongsul
at sita. Aðrir fangar hava
ligi teimum eftir lívinum, og
roynt verður í nýggja fongsli
num at dylja, hví viðkomandi
hevur fingið dóm.
Siðamisbrótarar eru teir
lægstu á stiganum, og teir
næst lægstu eru teir, sum
hava neyðtikið ella á annan
hátt hava gjørt seg inn
kvinnur.
Sama í Føroyum
Varðhaldið í Føroyum kennir
eisini til moralin millum tey
kriminellu.
Tað er vandaleyst hjá ein
um siðamisbrótara at sita
millum vanligar fangar. Verri
er, um teir koma at sita saman
við fólki, sum hava framt
størri lógarbrot. Stuttsagt
sita millum kriminell fólk.
– Vit ansa væl eftir, tá ið
so er. Vit uppliva, at siða
misbrótarar verða frystir
úti, og dømi eru um, at siða
misbrótarar eru bukaðir, tá ið
vit hava vent ryggin til, sigur
Bent Jákup Hansen, leiðari
í Varðhaldinum, sum nú er í
Mjørkadali.
Fleiri dømi eru um, at
siðamisbrótarar í Føroyum
hava verið so bangnir fyri
hinum fangunum, at teir hava
biðið um at koma í klivan at
sita, og at fangavørðarnir
snara lykilin um.
Teir eru bangnir fyri lívi
sínum.
Siðamisbrótarar hóttir
Eisini í Føroyum eru siðamisbrótarar í vanda í varðhaldinum. Dømi eru um, at teir biðja um at sita avbyrgdir
Tað er ikki óvanligt, at siðamisbrótarar biðja
um at sita avbyrgdir í varðhaldinum
Modellmynd
Randi Jacobsen
Krisfinn
Christiansen
og
Niels Peter Trolle í Havn eiga
bátin Fox, sum seinnapartin í
dag skuldi leggja frá landi og
stevna móti Grønlandi.
Við bátinum eru seks
menn, men tá ið teir koma til
Grønlands, koma tólv aftrat
umborð.
Fox virkar sum móðurskið
eini vísindaligari ætlan við
at merkja og kanna ísbjarnir.
Fólkið, sum kemur aftrat
umborð, eru lívfrøðingar og
jarðfrøðingar, sum skulu taka
blóðroyndir av ísbjarnum,
seta gps-ara á tær og kanna,
hvussu dálkaðar tær eru.
Niels Petur Trolle sigur,
at FOX fekk hesa ppgávuna,
tí hann hevur siglt nógv
í Grønlandi, hevur eisini
siglt innanskers, og tann
kunnleikin var treytin fyri
at kunna vera við.
Fleirára verkætlan
Fox var fyrstu ferð við í 2009,
og avtalan er at halda fram
til 2014.
Umborð á Fox eru fimm
gummibátar, og tveir smáir
skjóttgangandi bátar.
Inni á ymsum firðum
verða nakrir lívfrøðingar og
jarðfrøðingar settir í land, og
Fox fer ao at lggja fyri teym
og bíða eftir teimum.
Túrurin í summar varir
til hálvan september. Tá
kemur Fox aftur til Føroya
at gera klárt til at liggja sum
hjálparskip hjá boripallum
ella vindmyllum á sjónum.
randi@sosialurinfo
Til Grønlands at merkja bjarnir
Báturin Fox úr Klaksvík fer í dag fyri triðju ferð til Grønlands í vísindaligum ørindum