mikudagur 6. juli 2011síða 2
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 6. juli 2011 · Nr. 77
mikudagsblaðið
Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Oddagrein
Tey so kallaðu Skagerak
møtini í Hirtshals verða
aftur í summar. Tað eru 29
ár síðani Levi Joensen og
aðrir høvdu tað fyrsta møti
á Nótaverkstaðnum Cosmos
Trawl í Østhavnen í Hirts
hals.
Møtini verða annaðhvørt
hóskvøld í tíðarskeiðinum frá
7. juli til 1. september. Fyrsta
møti verður nú hóskvøldið
7. juli kl.19.30. Hóast Levi
og Gretha alment eru farin
úr arbeiðinum á Malta, so
verða tey við til hetta fyrsta
møti í summar. Nýggju fyri
støðufólkini á Malta, Anna
og Hans Djurhuus, fluttu inn
á Malta 1 juli, og eru byrjaði í
arbeiðinum.
Luttikið verður við sangi,
talu og vitnisburði av sjó-
monnum og ferðafólki, sum
koma framvið. Eftir møtið
verður bjóðað til ein drekka
munn. Tann, sum ynskir
at vita meiri um møtini
er vælkomin at ringja til
Malta, tlf. 98944370. Møtini
eru hóskvøldini: 7. juli, 21.
juli, 4. august, 18. august og
1. september. Øll kvøldini
kl.19.30. Adressan er: Cosmos
Trawl, Notkajen 2 Østhavnen,
Hirtshals.
18. juli er dagurin, tá føroysku komm
unurnar skulu hava gjørt sína
støðu greiða um ein nýggjan komm
unubygnað.
Tað hevur verið drúgt tjak um
hetta málið, og ein kann av sonnum
siga, at hetta málið hevur deilt
sjógvin millum fólk og kommunur –
tey ið eru ímóti; tey ið eru fyri; og tey
sum vilja leggja saman, men bara ikki
við ta ávísu kommununa, hvør so enn
orsøkin kann vera til tað.
Hetta seinasta gav at býta á
sinni, tá kollfirðingar skuldu siga
sína hugsan um, hvønn veg farast
skuldi – norður í Sundalagið ella
til Havnar. Tey valdu tað seinna,
tí tey ikki á nakran hátt vildu fara
norðureftir, hóast grundgevingarnar
vóru grunnar og meiri merktar av
gomlum aggi bygdanna millum, enn
skilagóðum argument-um.
Aðrastaðni vil kommunan bert
fara tann eina vegin, hóast lands
stýrið í sínum uppskoti vil hava
tær at fara ein annan veg. Eitt dømi
um hetta er Sandoy, har tær størstu
kommunurnar eru fyri, meðan tær
smærru eru hart ímóti at oyggin
skal gerast ein kommuna. Tað heilt
sjáldsama við hesum er, at Skúvoy
vil leypa uppum Sandoy, og gerast
partur av Tórshavnar Kommunu.
Eitt annað áhugavert stað í hesum
sambandi er Fuglafjørður. Her hevur
støðan verið rættiliga greið, við tað
at tey ikki á hava viljað lagt saman
við grannakommununum. Ein orsøk
var, at her hevði ein alt sum hoyrdi til
eina kommunu, og tí ikki hevði tørv á
samanlegging.
Eisini í eini minni kommunu,
Hvannasundi, fer uppskotið at elva
til tjak. Her var ein partur av bygda
ráðnum fyri at leggja saman við
Klaksvík, men tá fólkið talaði í hesi
søk, var sera greið mótstøða. Ein orsøk
her var helst hon, at kommunan átti
pening á bók – pening, ið tey vildu
sleppa at menna sítt egna øki við,
áðrenn samanleggingina, eins og
støðan helst eisini hevur verið hjá
Eiðis kommunu.
Í Suðuroy tykist bert tann eina
kommunan, Tvøroyri, at vera sinnað
fyri samanlegging, hóast eingin ivi er
um, at oyggin verður tvungin saman
í eina stóra eind. Aðrar kommunur
við serstøðum í so máta – Vestmanna,
Kvívík og Sørvág – eru í teirri støðu, at
tær neyvan sleppa at velja rætning.
Nú landsstýrið umsíðir hevur
sligið ígjøgnum í hesum sambandi,
fáa fleiri bý- og bygdaráð úr at gera
hesar næstu dagarnar. Eitt gamalt
stríðsmál verður eftir øllum at
døma loyst úr lagdi, tá kommunur
og oyggjar verða lagdar saman við
tvang, so at siga. Hetta verður neyvan
uttan svørðslag.
Ein avleiðing av uppskotinum
verður í øllum førum, at gamalt agg
og gamlar ósemjur mugu beinast
burtur. Nú verður fíggindi brádliga
vinur. Nú verður samstarv, ístaðin
fyri øvund. Nú skulu felags mál
loysast. Nú fara einar nýggjar Føroyar
at síggja dagsins ljós, har samstarv og
felagsskapur fara at ráða.
Tað verður spennandi at verða
føroyingur í framtíðini.
Í døgunum 9. til 12. juli hevur
Terje Hentze áhugaverda
málningaframsýning
í
Smiðjuni í Lítluvík. Ferni
sering verður leygardagin 9.
kl. 16. Opið er annars hvønn
dag kl. 15 – 19.
Málningarnir eru fjøl
broyttir, mest naturalistiskir
og heil- ella hálvabstraktir.
Úrvalið stórt og forvitnisligt
við myndaevni úr føroysku
náttúruni, men eisini slíkum
myndaevni, sum ikki eru
vanlig at síggja her á leið.
Terje er sjálvlærdur lista
málari. Áhugin fyri lista
greinini hevur altíð verið
stórur, men seinastu árini
hevur hann verið serliga
produktivur og hevur lut
tikið í framsýningum ella
skipað fyri egnum fram
sýningum. Higartil bert í
Føroyum - bæði í Tórshavn
og í Suðuroynni.
Sjálvlærdur lista
málari í Smiðjuni
Gamalt agg anno 2011
Frítíðarskúlin, sum hevur
verið partur av Sjálvsognar
stovninum
Mylnuhúsið
í
Klaksvík, verður frá 1. august
kommunalur og flytur sam
stundis inn í Gamla Tekniska
Skúla.
Higartil hevur bert uttan
dura arbeiði verið gjørt, tí
skúlarnir hava havt tørv á
hølunum.
Fólk frá »Ung í arbeiði« eru
farin undir at tøma hølini, so
leiðis at handverkarar kunnu
fara undir innandura arbeiði
sum skjótast.
Føroysk møtir á havna
lagnum í Hirtshals
Mest
skattur í
Fugloy – í
prosentum
tíðindi, síða 7
Elbil
urin: Ljóð
leysur og
kvikur
Bilar, síða 22
Hølini har frítíðarskúlin helt til, skulu nú
tømast, nú flutt verður í onnur høli
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Myndirnar hjá Terja Hansen eru
eisini av slíkum slagi, sum ein
ikki vanliga sær her á leið
Frítíðarskúlin verður
kommunalur
Nú verður fíggindi brádliga
vinur