mikudagur 6. juli 2011síða 27
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
27
Mikudagur 6. juli 2011 · Nr. 77
Sosialurin
Í einum av heimsins hugnaligastu bókhandlum, har elligomlu trø
ini, fólk, bilar og hundar síggjast gjógnum sprossavindeyguni, har
klokkan ringur, tá tú letur stóru, tungu hurðina upp, har túsundtals
føtur hava gingið eftir gólvunum, hendur hava blaðað, eygu hava
hugt, har bøkur, heiti og høvundar hava staðið lið við lið síðan
1918, er stjórastarv leyst at søkja.
Vit sóknast eftir einum nýggjum stjóra í gomlu, hugnaligu húsunum
mitt í býnum. Stjórin er dagligur leiðari í handlinum og má hava
eina hóskandi ástøðiliga útbúgving. Viðkomandi hevur sjálvsagt
áhuga og innlit í bókmentir og bókaheimin. Umsøkjarin skal dáma
at hava samband við nógv fólk dagliga, og hava hug til at starvast
á einum arbeiðsplássi, har nógv er at gera.
Starvið verður eftir ætlan sett 1. september 2011, ella skjótast til
ber. Lønin er sambært avtalu.
Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði. Og um tú er áhugað/ur,
fær tú meir at vita um starvið við at venda tær til Tummas H. Dam,
nevndarformann, á telefon 22 05 50.
Skrivlig umsókn skal sendast til:
H. N. Jacobsens Bókhandil
Att.: Tummas Hanus Dam
Vaglið 2 FO 100 Tórshavn
í seinasta lagi 15. juli 2011.
Stjóri til
bókahandil
H.N.Jacobsens Bókahandil varð stovnaður í 1865. Síðani 1918 hevur hann hildið til í
teimum gomlu realskúlahølunum á Vaglinum. Hesin gamli bygningurin er friaður, men stórar
umvælingar og ábøtur eru gjørdar á hann seinastu árini, og hetta er í dag ein sera
huganligur og innbjóðandi handil við 6 starvsfólkum.
H.N.Jacobsens
BÓKAHANDIL
P.O.Boks 55 - FO-110 Tórshavn - tel 311036 -
fax 317873 - hnj@hnj.fo - www.hnj.fo
www.sansir.fo
Í samrøðuni sigur hann, at
tey týdningarmestu polit
isku úrslitini hesi 24 árini,
meðan hann hevur verið
í politikki, vóru tey sum
fullveldissamgongan fekk
framt. Hann nevnir nøkur
dømi um hetta, men tíverri
sær út til, at hann minnist
okkurt skeivt, og tí loyvi
eg mær at gera hesa lítlu
rættleiðingina.
Uppspardu einans
blokkstuðul og
læntan pening
Hergeir sigur, at við einum
varnum og skilagóðum fíggj
arpolitikki eydnaðist full
veldissamgonguni at leggja
meira enn tvær milliardir
krónur til síðis at standa
ímóti við.
Hetta er ikki rætt. Tað
stóð ein lítil milliard á bók
í Landsbankanum longu
áðrenn fullveldissamgongan
tók við og har stóðu umleið
tvær milliardir á bók, tá hon
legði frá sær aftur, so teirra
partur av uppsparingini
var langt frá tveimum milli
ardum. Men tá skulu vit
eisini taka við, at fullveldis
samgongan fekk góðar 5
milliardir krónur í blokk
stuðli hesi árini og harum
framt vóru eisini brævalán
partur av uppsparingini. So
tað einasta sum bleiv spart
upp var blokkstuðul og
læntir pengar.
Flýddu undan
undirskotinum
Viðvíkjandi tí varna fíggj
arpolitikkinum, sum løg
tingsformaðurin vísir á, so
slepst ikki undan, at frá
1998 til 2003 øktust rakstrar
útreiðslurnar
hjá
lands
kassanum við ikki minni
enn 900 mió. krónum (tað
svarar til eina hálva millión
krónur í meðal um dagin).
Her kundi verið áhuga
vert at hugt eftir, hvussu
avlopið hjá fullveldissam
gonguni býtti seg ímillum
tíðarskeiðið áðrenn blokk
stuðulin minkaði og aftaná.
Samlaða
avlopið
var
umleið 2,6 milliardir krónur,
men av hesum stava 2,4
milliardir frá tíðini áðrenn
blokkstuðulin
minkaði
og bara 0,2 milliardir frá
2002 til 2003. Í 2003 var
avlopið komið heilt niður
á 0,02 milliardir krónur. Tá
legði fullveldissamgongan
í skundi frá sær mitt í
valskeiðinum.
Fullveldissamgongan
slóðaði fyri
skattalættunum
Løgtingsformaðurin sigur,
at millum annað skatta
lættarnar
hjá
ABC-sam
gonguni
sindraðu
tann
góða fíggjarpolitikkin hjá
fullveldissamgonguni.
”Tann
samgongan
bant
seg millum annað til í sam
gonguskjalinum at veita
skattalættar fýra ár fram
í tíðina, og slíkt er full
komuliga
ábyrgdarleyst,”
sigur Hergeir Nielsen.
Her má eg minna á,
at søgan um skattalætt
arnar byrjaði longu í 2003
(altso undir fullveldissam
gonguni). Tá legði Karsten
Hansen (sum tá var tjóð
veldismaður) uppskot fyri
tingið um at lækka lands
skattin í 2003 og 2004 við
tilsamans 125 mió. krónum
(altso eitt vet meira í
árligum skattalætta enn
ABC-samgongan gav).
Í álitinum frá fíggjar
nevndini sæst, at ætlanin hjá
fullveldissamgonguni
var
eisini at geva skattalætta í
2005 og 2006. Meirilutin (Óli
Breckmann, Kristina Háfoss,
Tórbjørn Jacobsen og Kári
P. Højgaard) skrivar: “Hesin
skattalættin er liður í einum
langtíðar skattapolitikki, ið
hevur til endamáls at lækka
skattin á arbeiði. Vænt
ast skal tí í samsvari við
samgonguskjalið ein fram
haldandi minking í skatta
trýstinum í 2005 og 2006.”
Sostatt
kann
eingin
ivi vera um, at báðar sam
gongurnar vóru samdar um
at geva skattalættar.
Skattalætti
til tey ríku
Hergeir Nielsen sigur við
Dimmalætting: ”Vit góvu
eisini onkrar skattalættar,
men vit syrgdu altíð fyri,
at teir vendu rætt, soleiðis
at tey fingu ágóðan, sum
høvdu størst tørv á tí.”
Hetta er ein pástandur
sum er lættur at bera fram,
tí hann er trupul at eftir
kanna. Men um vit kortini
gera tað, so síggja vit, at
skattalættarnir
í
2003
vórðu nokkso javnt býttir í
krónum millum hægstu og
lægstu
inntøkubólkarnar,
men í 2004 vóru tað mest
sum bara tær hægstu inn
tøkurnar, sum fingu skatta
lætta. Til dømis fekk ein
sum hevði 120.000 krónur í
inntøku 510 krónur í skatta
lætta, meðan ein sum hevði
eina millión í inntøku fekk
10.410 krónur (ella meira
enn 20 ferðir so nógv).
Ikki tí, tað er trupult at
geva skattalættar til tey,
sum ikki rinda skatt. Men
tað er skeivt at siga, at
skattalættarnir vóru latnir
til lægstu inntøkubólkarnar,
tá veruleikin er ein annar.
Eg vil enda hesa greinina
við
at
ynskja
Hergeiri
Nielsen góðan byr framyvir,
nú hann gevst í politikki.
Hetta skuldi bara vera ein
lítil áminning, tí sum vit øll
vita, so kann tað vera skjótt
at gloyma.
Løgtingsformaðurin
minnist skeivt
Løgtingsformaðurin, Hergeir Nielsen, hevur
boðað frá, at hann gevst í politikki, og í tí sam
bandinum hevði Dimmalætting eina sam
røðu við hann í blaðnum mánadagin
Kjak
Helgi Abrahamsen
løgtingsmaður