Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-07-06, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 6. juli 2011síða 36

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

vika 27 l 4. juli 2011 4 hugskot Hetta skalt tú brúka: Stór rabarbubløð ella onnur stór leyv Sand Matolju Sement Plast Ger soleiðis: ➊ Finn eitt stað, har bløðini kunnu liggja í friði í nakrar dagar. Til dømis í garasjuni, túninum ella í kjallaranum. Legg ein bunka av sandi á ein plastposa. ➋ Trýst rabarbubløðini niður í sandin við baksíðuni upp. Skapa bløðini til, sum tú ynskir endaliga úrslitið at verða, til dømis skálir ella fuglabað. ➌ Rør sementið saman við vatninum. Fylg ávís­ing­ ini á pakkanum. ➍ Pensla matolju á baksíðuna av bløðunum. ➎ Legg sementið yvir bløðini í einum umleið 2 cm tjúkkum lagi. Snøgga kantarnar. ➏ Legg eitt petti av plasti yvir, so tað ikki tornar ov skjótt. Turka bløðini í skugga ella innandura í nakrar dagar. ➐ Tá ið sementið er tornað, ber til at pilka rabarbu­ blaðið av. Nú hevur tú vøkur rabarbubløð úr sementi at prýða við alt árið. Í Danmark brúka støðugt fleiri fólk internetið, tá tey skulu keypa eitt ella annað. Nýggtj tøl vísa, at tríggir fjórðingar av teimum, sum brúka internetið, brúka tað eisini til at keypa vørur ella tænastur við. Sostatt eru tað umleið tríggjar milliónir fólk ella 65 prosent av øllum dønum millum 16 og 89 ár, sum keypa á internetinum. Tað vísa tøl hjá donsku hagstovuni. Tað eru serliga tey í aldrinum frá 35 til 44 ár ella 86 prosent, sum brúka internetið til keyp. Av teimum, sum eru farin um tey 65, brúka góð 30 prosent internetið til at keypa við. Danska hagstovan hevur eisini kannað, hvussu nógvir danir hava verið á internetinum teir seinastu tríggjar mánaðirnar. Hendan kann­ ing­in sigur, at av teimum 16 til 64 ára gomlu hava 94 prosent verið á netinum ú hesum tíðar­skeið­ inum. Av teimum, sum eru oman fyri 65 ár, hava 50 prosent verið á internetinum, og í hesum aldurs­ bólkinum siga 44 prosent, at tey hava ongantíð brúkt internetið. Fleiri keypa á inter­ netinum Lagt til rættis: Inna Törnroos Stoyp rabarbubløð til havan Meðan vit vanliga beina vakra, grøna rabarbublaðið burtur, brúka vit stelkin til súltutoy, saft og køkur. Vit á Hús og heim hava verið í skapandi horninum, og stoypt vøkur rabarbubløð til urtagarðin ella sum borðprýði. Íbúð søkist Einlig, tilkomin kvinna søkir eftir íbúð í Klaksvík.Íbúðin skal vera umleið 80 fermetrar og vera í góðum standi. Eg fari væl um. Ring 51 59 09